hósdagur 24. mai 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 98 - 24. mai 2007
tíðindi
Seinastu 6-7 árini
hevur Sosialurin
lagt seg eftir at náa
fleiri tíðindum kring
landið við teirri
sokallaðu »rullandi
redaktiónini«.
Hendan skipan hevur
hepnast so væl, at
blaðið nú hevur tveir
bilar og ein buss til
endamálið
SOSIALURIN 80 ÁR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Upprunaliga var ætlanin
við rullandi redaktiónini at
senda fólk kring landið at
heinta tíðindi, fyri síðani at
koma til hús aftur at skriva.
Við nýggja redaktións
bussinum, sum blaðið nevn
ir »Snoddi«, er ætlanin at
verða enn meira aktuell,
Hetta konseptið er nú
útbygt – og hevur blaðið
innrættað bussin til enda
málið. Bussurin skal koyra
kring alt landið – og er hann
innrættaður við eini skriv
stovu, so blaðfólk og mynd
afólk okkara heit og fjálg
kunnu sita í bussinum og
skriva, gera samrøður o. s.
fr. Við beinleiðis intersam
bandi í bussinum ber til hjá
myndamonnum og blaðfólki
at senda tilfarið beinleiðis
til Sosialin, so tíðindi fáast
í blaðið beinanvegin, og so
leiðis at til ber at dagføra
heimasíðuna hjá Sosialinum
og Portalin beinleiðis úr bil
inum.
Tað var William Heine
sen, sum segði, at Havnin
er heimsins nalvi. Og nú
Sosialurin hevur húsast í
gomlu handilshúsunum hjá
Williami og ætt hansara í
Vágsbotni í út við tvey ár,
kunnu vit sjálvandi eisini
taka orð hansara til okkara,
tí vit eru sera fegin um, at
tað bar okkum til at flyta
blaðhúsið heim í Vágsbotn,
tá handilin hjá Valdemar
Lützen lat aftur í 2004.
Hóast føroysku fjølmiðl
arnir kanska hava ilt við at
skilja, at tað er ein verð utt
an fyri Havnina, so hava vit
á Sosialinum ásannað tað.
Júst hetta var orsøkin til, at
blaðið stovnaði ”rullandi
redaktión”.
Nú landfast er úr Gásadali
til Viðareiðis er tað so upp
lagt, at vit eru meira úti um
okkum á meginøkinum alla
tíðina. Vit fara sjálvandi eis
ini at vitja sunnanfjørðs,
har góðu umstøðurnar í Toy
ota HiAce bussinum geva
okkara fólkum allar møgu
leikar at verða fyrst við tí
síðsta.
Samstundis sum bussurin
»Snoddi« verður at síggja
kring alt landið, fara teir
lítlu bilarnir, »Stavnur« og
»Snar« fyri tað mesta at
vera sjónligur í meginøki
num.
Almenn
móttøka
Í samband við at Frank Antoniussen, býarverk-
frøðingur, fer frá aftaná 34 ár í starvið, verður
móttøka á býráðsskrivstovuni 31. mai 2007
millum kl. 14.00 – 17.00
Vágs Býráð
Vágs kommuna
Sosialurin rullar við trimum bilum
Síðani Sosialurin kom út á
fyrsta sinni í 1927 hava
blaðstjórarnir
verið hesir:
1. Mourentius Viðstein
2. Petur Mohr Dam
3. Martin Joensen
4. J. H. Danbjørg
5. Poul Karbech Mouritsen
6. Villi Sørensen
7. Jákup Lindenskov
8. Torfinn Smith
9. Vilhelm Johannesen
10. Kristian Dahl
11. Jan Müller, fyritaksstjóri
og ábyrgdarblaðstjóri og
12.Eirikur Lindenskov,
blaðstjóri
Sum fyritøkan vaks, gjørdist
neyðugt at býta sundur
starvið sum blaðstjóri og
fyritaksstjóri.
Tískil varð Krisjan Dahl,
sáli, sum doyði í bestu árum
í 1998, settur sum fyritaks
stjóri í 1983. Eitt skifti var
Krisjan Dahl eisini politisk
ur blaðstjóri.
Eftir at Kristian Dahl
doyði, gjørdist Jan Müller
fyritaksstjóri og ábrygdar
blaðstjóri, meðan Eirikur
Lindenskov varð settur sum
blaðstjóri.
Umframt blaðstjórarnar,
hava eisini William Heine
sen og Heðin Brú verið
deildarblaðstjórar.
Blaðstjórar á Sosialinum 1927-2007