Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-24, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2007síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 98 - 24. mai 2007 Nógv verður gjørt fyri at selja, og lýsingartekstir kunnu vera øgiligir. Vit fáa javnan tíðindaskriv sendandi, har vit mugu klippa nógv lýsingarorð út, men í gjár bar av, og ja, kanska fór onkur yvir G!vind Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo G!Festivalurin avdúkaði í gjár, at Sic spælir á ársins festivali, og ja, skulu vit trúgva festivalinum, so er hetta ikki ein bólkur, men ein kollvelting ella okkurt, ið líkist gudum, ið fara á pallin. Vit hava fyrr í dag lagt ein niðurkliptan part av tíðindaskrivinum, ið festi­ valurin legði á sína heima­ síðu á planet.fo, men her fáa tit tíðindaskrivið, mani­ festið ella, hvat eitt tílíkt kallast í fullum líki: “Sic á G! Festival - skapa løtur, ið skapa lív Harðasti, tungasti og svak­ asti tungmálmsbólkurin, Føroyar hava føtt, almáttugu Sic, fara aftur í ár á G! at skapa løtur, har tónleikurin ristir títt innasta inna og lyftir teg á áður ókendar hæddir – har tú ert og gerst tann, tú ert Tað eru løtur í lívinum, tá ið vísindaligar frágreiðingar ikki gera annað enn at ræna innihaldið úr hesum somu løtum. Um talan er um eina ferðsluvanlukku ella um fyrsta kossin, nytta fakta um motor og stell og hor­ monir og endorfinir onki afturímóti tí reint subjektiva, menniskjaliga upplivilsi­ num, ein hevur fingið. Hesar løturnar eru tær, ið geva lívinum innihald og meining. Tú leggur kanska ikki merki til hetta fyrr enn aftaná, men hesar løtur skapa minni, ið skapa tín persón og definera, hvør tú ert. Og pilkar tú ov nógv við hesar løtur, missa tær sítt virði og sína ávirkan, og tú situr eftir við ongum. Definera ikki tær, men lat tær definera teg. Hetta sama kann væl sig­ ast um Sic. Tað tykist, sum hava teir eini serlig evni at skapa slíkar løtur. Hóast eitt vist virði er í at tosa um nu­ metal inspirerað thrash, 7­ streingjaðar gittarar og hvussu “Pandamonium”, ný­útkomna fyrsta fløga Sics, hevur fingið yvirgóð ummæli í metal­bløðum kring allan heimin, so kann hetta ikki samanberast við frásagnir um at hoyra Sic fyri fyrstu ella ­ sum hjá nógv for peppaðu fjepparum Sics ­ tjúgindu ferð. Hetta, at einans kunna rista við høvdinum, sum grælikong­ urin mikli Mikkjal Gaard Hansen ý­lir sína sálarneyð yvir rokk­og­rull samkomuna. At gloyma alt um lív og limir og kasta seg aftur og fram í eini hyster­ iskari mannamúgvu, ið pulserar við tónleikinum, til hon finnur tað fullkomna stevið og læsist í einari mestsum yvirnáttúrligari eind. At koma heim á kroppi í sveitta, stinkandi av øli og sigarettroyki, og við ringjandi oyrum sovna við einum smíli (og tað kanska saman við eini Sic chick...). Hesar løtur eru tær, ið ikki skulu pilkast sundur og definerast – bæði fyri tónleiksins skuld, men mest fyri tína egnu. Og mangt bendir á, at nógv fólk hava júst slíkar løtur at vísa á. Sic eru ímillum best dámdu og mest elskaðu bólkarnar í Føroyum, og teir hava trúgvastu fjeppar­ arnar, ið nakrantíð eru sæddir her á klettunum. Teir eru støðugt vorðnir feitari, síðani teir byrjaðu fyri skjótt eini góðari løtu síðani – og so feitir eru teir nú, at fyri nógv er tað einans ein spurningur um tíð, nær vit síggja teir á altjóða tung­ málmstindinum. Tað er tí G! festivalinum ein gleði enn einaferð at bjóða fólki saman við Sic at kný­ta nevar, pikka korn og skríggjandi og skrálandi skapa løtur, minni og lív.” Bøkur og annað tilfar – bæði innan og uttan skúlagátt Loysunar- orðið: ……………………………………… Navn: ……………………………………………………… Bústaður: ……………………………………………… Bygd/býur: ……………………………………………… Hvønn fríggjadag er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bóka­ deild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugsað tær). Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loys­ unarorðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum fríggjadagin. Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs­ havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan. Rosa Strøm Hoyvíksvegur 43 100 Tórshavn Vinnari: Lesið føroyskt – hugsið føroyskt! Frá BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS: 1 Okkara kokkar – Gudmund Gudmundsson 1 Grund 1 – Steinbjørn B. Jacobsen 1 Ein farri av kolvetni – Marjun Kjelnes 1 Veður og tíðindi í Føroyum 1875–2002 – Petur Skeel Jacobsen og Finnbogi Ísakson Frá FØROYA SKÚLABÓKAGRUNNI: 1 Heimsatlas 1 Føroysk Flora – Jóhannes Jóhansen 1 Havið – Bogi Hansen 1 Heimsins lond 1 Grót og steinar – Martin Heinesen týddi Loysnin frá seinastu viku Loysunarorðið: LAMPUGLAS 504 KRING- VARPS- SENDING MERKIR RØNNE -METUR -LITUR -GRAMM SKEIĈI KÓS Í UPPHAVI KEFLAVÍK TØMT GRINDA- VÍK VANA- DIUM TÍĈLIGA GALWAY Š SKJÓT- ARA PLANTA VØKUR SJÓN (REGLA) 1     HJÁLJÓĈ KRYDD- URT GAMALT TROLARA- FELAG LIVIR REYK SÝSLU- MERKI  RØNNE ALFA DONSK OYGGJ AVFALLI USA HER- MAĈUR MIĈBÝUR EDD 2 SVÁVUL ÓHEPNAR Í HVØRJUM NJÓRI STEINAR GAKK 3 TÝSK- LAND TÝSK Á SVENSKUR KLÁVUS RÖNTGEN SÝSLU- MERKI HÓRA FAHREN- HEIT ASIATUR SVANEKE DANMARK LYFTA UPP 4 METUR HEIMS- PARTUR TÍĈINDA- STOVA VALUTA STÓR- BÝUR  NORRØNUR GUDUR FUGLAR NOTA- BENE 5 NEYTA- SJÚKA 6 KANSLARI DOPING- EVNI RIO GRANDE TELUR VOLT 7  ANTONOV KVINNA TROLARI REX CANAR- ISK OYGGJA TEKNO- LOGI (STYTT.) AMPÈRE AMIN PÁVI DRONG KLÆĈI STEVNA KNOCK OUT HÁLV- OYGGJ OXY- GEN HEYK TRILOBITT VERDI- OPERA KENDUR MØLLER FAKFELAG NIELS PAULI UNITED STATES ALUMINIUM FLØTA DANSKUR BÝUR   AFTUR- FRAM BILUR  STATUR SPANIA 8 VOKALAR GLOSA LOS ANGELES BÝLINGUR Í KLAKSV. ÁHUGI GAMAL KONGUR FIRMA ABER- DEEN ARGON EINS KLOKKA STRONT- IUM SÓLGUDUR 9 GEIRAR TÓNI EUROPA- VEGUR AMERIKA BULDUR KLOKKU TRALEE MÁLARA- SVEINUR ITALIA 10 HEIMS- PARTUR ID EST E SINE ANNO L Ø G T I N G S M A N N A T O S U L L I N T I I Ó K U N I F L E N N U M L Æ T T I N G T P A L L E B A A L I K A P I I A N F Ø L S K A N A S T A S O K I A N U S D U S A T V S N A I N T E L E X N Ó T A K A S T D E S A E R G E L I T A K I L N O R A G Y N E Í Á R L S D O F R I O I Ď T S I A U X K L Ø N B I K R K R U S A F V Ø R R 503 R Ø Ď A R A N E M E G I T Í Ď I N D A S K R I V A L F Í M U N D U R Í T R I V Á T KROSSORÐ 504 Yvir G!vind