Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 99 - 25. mai 2007 VIND en tur i helikopter © Tankegang 70 12 44 12 Kom til uddannelsesdag på Inspektionsskibet HVIDBJØRNEN Opleve en spændende sejlads i gummibåd, prøve røgdykkerudstyr eller måske være blandt de heldige der vinder en flyvetur med helikopteren. Frømandskorpset viser noget af deres udstyr og våben frem. Information om de uddannelsesmuligheder søværnet tilbyder. vi besøger: 29. maj kl. 09.00-12.00: Tórshavn 30. maj kl. 09.00-12.00: Tveraa 31. maj kl. 09.00-12.00: runavik 1. juni kl. 09.00-12.00: klaksvik Kontaktinfo: Tilmelding skal ske gennem egen skole, alternativt direkte til Færøernes Kommando på frk@frk.fo eller på telefon +298-341420 Ein hjartans tøkk til tykkum øll, sum vi› gávum, fjarritum og á annan hátt gjørdi hjúnabandsdag okkara 4. apríl 2007 ógloymandi. Bestu heilsanir Borgarhjørt og Hans Brúðarmynd Deildarleiðari til MRCC Tórhsavn Tilbúgvingarstovnur Føroya søkir eftir deild­ arleiðara til virkisøkið MRCC Tórshavn. Deild­ arleiðarin fær dagligu leiðsluábyrgdina av virkisøkinum, sum fevnir um neyð­ og trygdar­ radiotænastu, leiting og bjarging á sjónum og sjótilbúgving í breiðari merking. Høvuðsuppgávur Leiða og samskipa arbeiðið á MRCC Tórshavn, herundir • tryggja at leiti­ og bjargingarátøk lúka fyrisett mát og betrast • tryggja fullgóða neyð­ og trygdarradiotænastu • seta í verk menningartiltøk fyri starvsfólk og samstarvspartar í sjótilbúgvingini • samstarva um tvørgangandi uppgávur á stovninum • virka fyri og tryggja gott samstarv við MRCC­støðir í grannalondunum • umboða stovnin í føroyskum sum útlendskum samstarvsfora • skiftast við varaleiðaran um at røkja uppgávuna sum bakvakt • tryggja fullgóða umsiting av ISO 9001­ góðskustýrisskipanini Almenn førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava hægstu nautisku út­ búgving og minst 5 ára siglingstíð sum yvir­ stýrimaður ella skipari við handilsskipi ella aðra hægri ástøðiliga útbúgving og royndir innan eitt nú frálandavinnu. Drúgvar royndir við heilsu­, trygdar­ og umhvørvisarbeiði ella royndir við leiti­ og bjargingararbeiði eru ein treyt fyri at kunna røkja starvið. Innlit í góðskustýrisskipanir eru somuleiðis ein treyt. Umsøkjarar skulu hava viðkomandi leiðslu­ royndir, góð evni at fyriskipa og samstarva umframt duga at arbeiða sjálvstøðugt. Neyðugt er at hava hollan telduførleika og málkunnleika til føroyskt, danskt og enskt. Setanarviðurskifti Starvið er tænastumannastarv og lønt í 35. lønarflokki í lønartalvu millum Tænastu­ mannafelag landsins og Fíggjarmálaráðið. Lønin pr. 1. okt. 2006 er tilsamans 34.859,86. Afturat lønini verður viðbót fyri bakvakt goldin eftir stig 3, sum er kr. 2.986,47 um mánaðin. Starvsheitið er deildarleiðari og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til stjóran á Tilbúgvingarstovninum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin verður Til­ búgvingarstovnur Føroya. Umsóknir Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig tilmæli skulu sendast Til­ búgvingarstovni Føroya, Anni á Hædd, stjóra, Tinghúsvegur 64, 100 Tórshavn, í seinasta lagi 20. juni 2007. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anni á Hædd, stjóra, á telefon 356610. Tilbúgvingarstovnur Føroya Tilbúgvingarstovnur Føroya fevnir um virkisøkini sjóbjarging, neyð- og trygdarradiotænastur, brunaumsjón og tilbúgving í breiðari merking. Høvuðsuppgávurnar hjá stovninum eru at samskipa leiting og bjarging á sjónum, tilrættalegging og samskipan av tvørgangandi tilbúgvingaruppgávum í samfelagnum, umsita brunaumsjónar¬mál, luttøka í norðurlendskum, millumlanda og altjóða samstarvi umframt at vegleiða myndugleikar, stovnar og kommunur í tilbúgvingarligum spurningum. Heimasíður: www.mrcc.fo og www.brl.fo lýsingar