Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 99 - 25. mai 2007 Komandi skúlaár verða 40 næmingar í 1. – 4. árgangi í Sands skúla. 4 lærarar starvast í skúlanum. Skúlastjórin er dagligur leiðari skúlans og hevur undir ábyrgd skúlamyndugleikanna bæði fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av virksemi skúlans. Hann setir og loysir úr starvi lærarar, hann stýrir og býtir arbeiðið millum teirra, sum starvast í skúlanum, og hann tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingunum. Søkt verður eftir fyrstalærara, sum: · hevur leiðslumyndugleika og hug og hegni at átaka sær fyrisitingarligar uppgávur · skal fremja góðar arbeiðsumstøður, trivnað og gott samstarv millum næmingar, lærarar og onnur samstarvsfólk skúlans · skal skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd · skal fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt. Harumframt skal fyrstilærarin: · vera førur fyri at skipa eina mennandi starvsfólkaleiðslu og tryggja, at lærarar skúlans hava umstøður fyri fakligari menning · hava hugsjónir um skúlamenning, hvussu menningarætlanin verður sett í verk og áræði at ganga nýggjar leiðir og taka av teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Sands skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er fl okkað í lønarfl okkunum 29.2, 29.3 og 31.3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum. Umsóknir Umsóknir saman við avriti av læraraprógvi, skeiðum, frágreiðing um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 12. juni 2007 kl. 12.00. Umsóknin verður stílað til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn ella til t-post: mmr@mmr.fo Tey, ið ynskja fl eiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Olaus Jespersen, deildarstjóra, á tlf. 355050 Eisini ber til at vitja heimasíðu okkara www.mmr.fo. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi. Starv sum fyrstilærari í Sands skúla sansir.fo Starvið sum fyrstilærari í Sands skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2007. Samfelagsstevnan í Klaksvík 2007 Um Gud vil verða hesi møti í Klaksvík á hvítusunnu: Í Betesda Fríggjadagin 25. mai: kl. 20.00: Bønarmøti Í KÍ-høllini Leygardagin 26. mai: kl. 19.00: Evangeliskt møti* kl. 22.00: Opið hús Hvítusunnudag 27. mai: kl. 10.00: Minnismáltíð Harrans kl. 12.30: Sunnudagsskúli kl. 15.00: Uppbyggingarmøti* kl. 19.00: Evangeliskt møti* kl. 22.00: Opið hús 2. Hvítusunnudag 28. mai: kl. 10.00: Uppbyggingarmøti kl. 16.00: Uppbyggingarmøti* kl. 17.30: Nátturði kl. 19.00: Evangeliskt møti* *Barnamøti verður í KÍ Cafe´ini. Verið hjartaliga vælkomin! Samkoman í Betesda Námsfrøðingur til Kvinnuhúsið Søkt verður eftir námsfrøðingi 30 tímar um vikuna. Fremsta uppgávan er at vera um og samskifta við kvinnur og børn, ið gista á Kreppu­ miðstøðini. Tann, ið verður settur, skal í samstarvi við leið­ aran taka á seg allar uppgávur, sum arbeiðið í Kvinnuhúsinum ber í sær. Arbeiðsuppgávurnar eru spennandi og fjølbroyttar við nógvum av­ bjóðingum. Arbeiðstíðin er gerandisdagar mill­ um kl. 8 og 17. Umsøkjarin skal kunna arbeiða sjálvstøðugt. Nærri fæst at vita um starvið við at vena sær til leiðaran í Kvinnuhúsinum. Starvið verður at seta skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin er 15. juni 2007, og skal umsóknin sendast til Kvinnuhúsið, postrúm 278, 110 Tórshavn. K v i N N u h ú s i ð Postsmoga 278 · FO-110 Tórshavn Tlf: 317200 · Fax: 313243 post@kvinnuhusid.fo www.kvinnuhusid.fo Frá Fuglafjarðar býráð Feløg og einstaklingar, sum hava ætlanir um at nýta fimleikarhøll skúlans vetrarhálvuna 2007-2008 verða biðin um at senda menta- málanevndini skrivliga umsókn í seinasta lagi fríggjadagin 08. juni 2007 kl. 15.00. Fuglafjørður, tann 22. mai 2007 Fuglafjarðar býráð Mentamálanevndin Fuglafjarðar Býráð lýsingar