Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 99 - 25. mai 2007 lýsingar Strandfaraskip Landsins lýsa við hesum eftir einum avgreiðslufólki til farmastøðina í Tórshavn. Á farmastøðini verður arbeitt í vaktum, so tann sum settur verður, kemur at arbeiða aðru hvørja viku. Starvið fevnir um • Skipaavgreiðslu • Koyring • Kundaavgreiðslu • Goymslu v.m. • Viðlíkahald Førleikakrøv • Koyrikort til lastbil/trailara • Trukkprógv • Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva • Góðan røkjuskap og kundavinarligur Setanartreytir Løn- og setanartreytir verða eftir høvuðssáttmálanum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag Umsóknir Umsókn við avriti av prógvum, ummælum, CV og tilvísingum skulu sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Páll Heinesen Boks 88 FO-110 Tórshavn og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. juni 2007, kl. 12:00 Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til Heina á Borg, deildarleiðara tlf. 343061 ella e-post: hab@ssl.fo Fólk til farmastøðina í Tórshavn Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í fi mm deildir: Samferðslu-, Rakstrar-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og cateringdeild. Gjáargarður søkir eftir fólki Tel. 42 31 71 Fartel. 21 15 90 info@gjaargardur.fo www.gjaargardur.fo GJÁARGARÐUR Guesthouse of Gjógv Í KØKINUM Uppgávur Tú fert at skipa fyri allari vanligari matgerð til gestir okkara, t.e. morgunmati, døgverða og millummáltíðum, bæði til einstaklingar og bólkar. Førleikar Tú ert útbúgvin kokkur ella hevur drúgvar køksroyndir. Tú arbeiðir við nærlagni fyri úrslitinum, hevur ans fyri góðsku og dugir væl at samstarva. Starvstreytir og umsóknarfreist Arbeiðið er skipað í vaktir, har tú arbeiðir í tvær vikur og hevur frí í eina viku. Løn sambært avtalu. Í MÓTTØKUNI OG MATSTOVUNI Uppgávur Í móttøkuni fert tú at standa fyri innskriving og útskriving av gestum okkara, og í matstovuni fert tú at ganga fyri borðum og at vera gestunum til handa. Førleikar Tú ert fyrikomandi, hevur áhuga fyri ferðatænastu og dugir væl at samskifta og samstarva. Tú hevur ans fyri góðsku, góðan málkunnleika og dugir at brúka teldu. Starvstreytir Arbeiðið er skipað í vaktir. Løn sambært avtalu. Umsóknir Umsóknir við møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til Gjáargarð, 476 Gjógv ella til info@gjaargardur.fo og skulu vera okkum í hendi innan 10. juni 2007. Meiri at vita Vilt tú hava meiri at vita um okkurt av størvunum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eirik Suna Danielsen, tel. 21 15 90. Um Gjáargarð Gjáargarður er eitt framkomið og hugnaligt gistingarhús, sum liggur í sjáldsama vøkrum umhvørvi. Her koma nógvir gestir, bæði føroyingar og útlendingar, og staðið er sera vælumtókt sum frítíðar-, mentanar- og skeiðsdepil. Á Gjáargarði fært tú ein lívligan og læruríkan arbeiðsdag í hugnaligum umstøðum. Her kanst tú arbeiða í summar og fáa tær royndir í ferðavinnuni, ella tú fellur fyri staðnum og vilt halda áfram. Tú ert vælkomin til bæði. Sí meiri um Gjáargarð á www.gjaargardur.fo. Gjáargarður søkir eftir tveimum fólkum at arbeiða í køkinum og móttøkuni/matstovuni r e p r o z