Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 56

‹ fyrra síða allar 80 síður

Tekstur á síðuni

Nr. 99 - 25. mai 2007 56 summarkapping Navn: Sigurjón Einarsson Bústaður: Ghetto føroyingur í Danmark. Búgvi á Oyrasundskollegiunum. Aldur: 28 Starv: Eg arbeiði í løtuni sum reseptionist. Frítíðarítriv: At spæla fótbólt, hyggja eftir fótbólti og skriva um fótbólt. Nær fært tú summarfrí í ár? Eg eri longu farin í summarfrí. Hvussu fert tú at halda summarfrítíðina? Eg fari helst at arbeiða fyri tað mesta Hví hevur tú valt at gera júst hetta? “Money makes the world go round,” siga tey Plagar tú at ferðast uttanlands um summarið? Ja, eg plagi at ferðast ymsastaðni í Suðurevropa, tí har er sól. Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið? Til tíðir. Eg ferðaðist nógv sum barn, tí tá plagdi eg at vitja systkinabørnini í Sandavági og í Havn. Tað var ein góð tíð. Annars plagi eg at vera á stevnum og á festivalum. Ferðast tú hinar árstíðirnar? Ja, eg var á skíferiu í Svøríki í vetur. Tað var ein sera góður túrur. Lýs summarið við fýra orðum? Havnatokan, Tónleikafestivalar, Ljósar nætur og Stórsligin náttúra Hvat er títt dreymaferðamál? Eg kundi væl hugsað mær at sloppið til Galapagos oyggjarnar. Men tað verður nokk ikki við bræði. Vil sleppa til Galapagos Sigurjón Einarsson dámar væl at ferðast, og hann kundi hugsa sær at sloppið til Galapagos oyggjarnar einaferð            Ferðaskrivstovan vinnulívið setur sítt álit á Sp/f Alpha Travel · Eystara Bryggja · 100 Tórshavn Tel 35 29 00 alpha@alphatravel.fo Útferð við døgurða w w w . l a k e s i d e . f o · t e l 3 3 3 1 2 3 www.husamekling.fo V a g l i ð • F O - 1 0 0 T ó r s h a v n T e l 3 1 9 3 2 1 • F a x 3 1 9 3 3 1 Leitar tú eftir húsum ella vilt tú selja hús tíni, so er Húsamekling rætta staðið. Hygg inn á www.husamekling.fo