fríggjadagur 25. mai 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
umborð
Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007
Narkotika
í Rúsuna
”Stóra Rúsevnismálið” hevur
fylt nógv í miðlunum seinastu
tíðina. Ein kvinna og ein maður
eru dømd fyri sín leiklut í
rúsevnissøluni í Føroyum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
ein av teimum, ið standa
aftan fyri søluna av rúsevnum
í Føroyum, verður tikin, og
tað hevur higartil verið so, at
maður kemur í mans stað, og
soleiðis verður eisini hesaferð.
Her er talan um útboð og
eftirspurning. Eg havi skilt, at
seinast fór prísurin av hassji
eitt vet upp, og í eitt stutt
tíðarskeið var trupult at fáa
hassj. Men síðan gjørdist aftur
gerandisdagur.
Eg havi frætt úr Føroyum, at
nú eina løtu hevði verið trupult
at fingið fatur á hassji, ístaðin
fær man boðið harðari stoffir,
tí av teimum er ivaleyst. Javel,
sigi eg bara, tað var ein sannur
fongur fyri samfelagið!
Nei, kríggi móti rúsevnum er
tapt, ja, tað var tapt, áðrenn tað
byrjaði.
Í bók síni High Society
skrivar bretski rithøvundurin
Ben Elton, at rúsevni eru alt ov
álvarslig til, at vit kunnu lata
brotsmenn taka sær av søluni.
Tí er einasta loysn at gera øll
rúsevni lóglig og selja tey undir
skipaðum umstøðum, skrivar
hann. Sambært Elton hava
90% av øllum brotsverkum á
onkran hátt hevur tilknýti til
rúsevni. Hesi brotsverk eru til
vanda fyri okkum øll. Við at
selja øll rúsevni undir skipaðum
viðurskiftum, taka vit burtur
sjálvt grundarlagið fyri hesum
brotsverkum.
Í staðin fyri at spilla tíð og
orku uppá at jagstra hassj- og
narkotikasølumenn, áttu vit at
tikið teirra lívsgrundarlag burtur
og selt vøruna í Rúsuni.
Niels Uni Dam
blaðmaður
nielsuni@sosialurin.fo
Hann hevur verið við
Tjaldrinum, síðan
skipið sum nýbygning
ur fór undir vaktarhald
og bjarging við Føroy
ar í 1976. – Mær dám
ar hetta sera væl, og
eg havi ongar ætlanir
um at royna nakað
annað, sigur John
Kjærbo eystan Á
Fyrsta uppgávan hjá Tjaldrinum
var at taka um endan og sleipa
nógv umrødda “skrokkin” til
lands, tá Norðheim, sum hevði
hesa uppgávu, misti nýbygningin
mannleysan nakað norðanfyri
Hetlandi.
Tjaldrið setti bát út og menn
umborð á skrokkin. Alt gekk væl,
og skip og manning loystu hesa
fyrstu uppgávu til fulnar.
Hann minnist eisini, tá Tjaldrið
tók fyrsta skipið fyri ólógliga veiði
undir Føroyum. Dagurin var 6.
november 1976. Hetta var bretski
trolarin, Japonica. Teir komu fram
á skipið norður úr Mýlingi.
Maðurin, vit tosa um, er sumb-
ingurin, John Kjærbo eystan Á.
Vit møttu honum av tilvild
á vestaru bryggju týsdagin.
So skjótt, vit tóku myndatólið
fram, tók hann Shell-keppin av
høvdinum.
– Eg fekk henda keppin frá
einum Shell-manni, men haldi
ikki, at hann er hóskandi á
høvdinum á eini mynd í blaðnum.
John fór til skips longu sum 14
ára gamal, og nú til heystar hevur
hann verið umborð á Tjaldrinum í
samfull 31 ár.
Hini árini á sjónum royndi hann
eitt sindur av hvørjum, bæði her
heima og uttanfyri landoddarnar.
John hevur eisini koyrt stórar
bilar og maskinur og hevur arbeitt
bæði í Føroyum og Grønlandi. Eitt
stutt skifti, meðan hann annars
var knýttur at Tjaldrinum, royndi
hann seg sum útróðrarmann við
snellubáti.
– Í eini 26 ár sigldi eg sum kavari
við Tjaldrinum, men seinnu árini
havi eg verið bátsmaður. Vit eru 14
dagar umborð og 14 í landi.
Tjaldrið kom til landið 14. juli
1976.
– Eg byrjaði 4. august sama ár,
og vit royndarkoyrdu skipið fram
til 1. september.
John var tískil eisini við í
“uppstartinum” í hesi nýggju
søguni hjá Vaktar-og Bjargingar-
tænastuni.
- Vit vóru sendir á kavaraskeið
í Øravík í fimm vikur, eg sjálvur,
Jens Midjord og Elmar Højgaard,
sum seinni gjørdist leiðari á
stovninum.
Manningin á Tjaldrinum hevur
trivist ómetaliga væl, og ein av
skiparunum øll árini hevur verið
leirvíkingurin, Eyðbjørn Lervig.
– Eg fór umborð 24 ára gamal. Í
dag eri eg 54. Øll hesi ár hava eg
og Eyðbjørn verið á sama kjøli.
John sigur, at fýra av mann-
ingini, sum framvegis eru við
Tjaldrinum, hava verið umborð
øll árini, og einir tveir aðrir hava
verið umborð næstan líka leingi.
Lívið hjá sumbinginum á sjó-
num byrjaði á ungum árum.
– Eg fór 14 ára gamal í 1967
umborð á ein garnabát í Íslandi,
har eg var eina vertíð um várið.
Hetta var ein 80-tonsari, og
vit royndu eftir toski. Fleiri
sumbingar vóru við og pápi mín,
Sámal Enok, sáli, var ein teirra.
Hetta var orsøkin til, at mín fyrsti
túrur til skips var í Íslandi.
John sigur, at pápin doyði í
1992, og tað var hann, sum keypti
sær navnið eystan Á.
– Pápi og tey vóru nógv systkin.
Vit vuksu upp beint eystanfyri
ánna í bygdini, sum verður rópt
eystan Á. Tí fekk hann sær hetta
eftirnavnið. Eg eri elstur av
trimum brøðrum.
Eftir tíðina umborð á ís-
lendska garnaskipinum, fór
hann til Grønlands at arbeiða í
Føroyingahavnini. Har var hann
tvær vertíðir, og vertíðin var um
summarið.
Nú bar leiðin umborð á Ólav
Halga og til Ný Foundlands á
saltfiskaveiði.
– Eg var við vártúrin, og eg
haldi, at vit vóru fimm mánaðir
burtur.
Heimafturkomin av Flemmish
Kap fór hann at sigla við donskum
farmaskipi. Hetta var ein minni
coastari, og John var í hesi
sigling í 14 mánaðir.
– Vit sigldu á Miðalhavinum,
eitt nú við leysum svávulpulvuri
millum Jugoslaviu og Marokko.
Seinni sigldu vit í Norðurevropu,
eitt nú við wc-pappíri, sigur hann
og smílist.
Tann eina túrin, tá teir vóru
á veg til Íslands, legði føroyski
skiparin, sum ikki hevði verið
heima í langa tíð, inn á Miðvág.
– Tað passaði soleiðis, at
høvdu vit farið beina leið til
Íslands, høvdu vit komið har beint
uppundir eitt vikuskifti, tá eingin
lossing hevði verið kortini. So,
vit mistu onga tíð við at leggja í
føroyska havn.
John fór nú á línuveiði við
Rasmussi Effersøe. Teir fóru yvir
á Flemmish Kap, og hann minnist,
at fyrsti túrurin vardi í hálvan
áttanda mánaða. Teir royndu víða
um hendan langa túrin. Tað var
fiskaloysi og lítið kom burtur úr.
– Eg var tveir túrar við Ras-
mussi, og hesir fevndu um ein
stóran part av tveimum árum,
leggur hann aftrat.
Eftir hetta var hann við onkrum
útróðrarbáti her heima.
– Eg fekk eisini um endan av
slupptíðini, tá eg var við Bjørgvin
ein túr í Íslandi á saltfiski. Hesin
túrurin vardi millum tveir og
hálvan triðja mánaða. Skipið var
í heldur vánaligum standi, og í
Íslandi noyddust vit á beding, tá
skipið fór at leka, tí verkið sprakk
úr skrokkinum.
Teir noyddust at tøma skipið
fyri salt, áðrenn teir kundu taka
hana upp.
John hevur eisini fingist við
annað arbeiði, og eitt nú var hann
eitt skifti knýttur at arbeiðnum
við Norðskálatunlinum og
Leynatunlinum. Hann var eisini
við til at planera undir virkinum,
sum Jákup í Lopra í sínari bygdi
á havnalagnum í Vági, og í 1975
var hann í Upernavik í Grønlandi,
har hann koyrdi dumpara og aðrar
maskinur.
– Tá øll hendan tíðin var av
– við fiskiskipi, farmaskipi og koyr-
ing í sambandi við byggiarbeiði,
fór eg um heystið í 1976 umborð
á Tjaldrið, og her havi eg verið
síðan. Tíðin sigur, at mær hevur
dámað hetta lívið væl og sum er,
havi eg ongar ætlanir um at royna
nakað annað, sigur John Kjærbo
eystan Á.
Øll árini við Tjaldrinum
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
– Pápi mín og tey vóru nógv
systkin. Vit vuksu upp beint
eystanfyri ánna í Sumba, sum
verður rópt eystan Á. Tí fekk
hann sær hetta eftirnavnið,
sigur John Kjærbo eystan
Á, sum er elstur av trimum
systkjum Mynd: Vilmund
Jacobsen