fríggjadagur 25. mai 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007
Vikuskifti
22
Høgtíð til minnis um, at Heilagi andin kom yvir ápostlarnar
(Ápostlasøgan 2, 1-13),
Navnið hvítusunna kemur av, at í fornkirkjuni var hetta
dópstíðin fram um aðrar, og av teimum hvítu klæðunum, tey, sum
doypt vórðu, vóru í.
Navnið “hvítusunna” vinnur sær rætt í gomlu ensku kirkjuni,
og haðani kemur tað til Noregs, Íslands og Føroyar. Men tað
navnið, sum annars vann fram í flestu europeisku londunum
var orðið, sum til dømis á donskum er “pinse”. Og tað kemur av
grikska orðinum “pentekoste”, ið merkir 50. dagurin eftir páskir.
Høgtíðin, sum ápostlarnir komu saman á, var annars gomul
jødisk takkarveitsla fyri hveitiskurðin. Men í kristnu kirkjuni fær
høgtíðin so ein annan dám og týdning.
Tað er annars ikki so langt síðani, at tú í Føroyum kundi hoyra
fólk ynskja “gleðiliga pinsafest”, men tað man ikki hoyrast
longur.
Føroyska navnið á høgtíðini hevur so altíð verið hvítusunna.
(Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum eftir Axel Tórgarð)
Eftir Kjartan Stakksund, Eiði
“Og tey hildu fast saman um
læru ápostlanna og samfelagið
og breyðbrótingina og bønirnar”.
(Ápostlasøgan 2, 42)
Hetta var aftaná ta fyrstu
hvítusunnuna, tá ápostlarnir vóru
samankomnir á einum staði í
Jerúsalem, at Heilagur Andi kom
niður yvir teir.
Hetta var tað, ið Jesus segði
við lærusveinar sínar, áðrenn
hann varð tikin frá teimum upp til
himmals, - at hann skuldi senda
talsmannin, Heilaga Andan til
jarðar. Tað var júst tað ið hendi á
hvítusunnu.
Hvørja ávirkan hevur hetta so
havt fyri mannaættina, síðani
hina fyrstu hvítusunnuna?
Jú, menniskju hava verið
gripin av Jesusi, soleiðis at
hesin gleðiboðskapur eisini
er náddur til okkara oyggjar
úti í Atlantshavinum. Tað
vóru menniskju, sum vóru
kallinum lýðin, at fara við
gleðiboðskapinum eisini til
okkara landsmenn.
Tað var júst Heilagi Andin
ið gav lærusveinunum hesa
kraft at fara í lýdni út at boða
gleðiboðskapin, eisini á okkara
oyggjum, sum eru av heidnari rót.
Hetta hevur so gjørt tað, at vit
eisini hoyrdu boðskapin um Jesus
og hansara undurfulla náði og
kærleika móti menniskjum, sum
eru fallin í synd vegna syndafallið
á sinni, tá mannaættin var rikin úr
Edens aldingarði.
Hvussu er statt í dag? Hetta
er tann brennandi spurningurin,
- eru vit líka íðin sum tey fyrstu
kristnu, ella eru vit líkasæl?!
Eg lati henda spurningin standa
opnan.
Gud gevi okkum eina gleðiliga
hvítusunnu í Jesu navni.
Síðani vil eg enda við einum
hvítusunnusálmi, sum eg havi yrkt
til hvítusunnuna 2007.
Tey fyrstu kristnu
Lag: Vinir Guds á ongum sinni
(Bf. 83/Danmark. 164,165)
Halgi Andi, kom við megi
eins og hvítusunnudag;
hann sum veitir sanna gleði,
sálir syngja lovsongslag.
Halgi Andi, lat meg kenna
hvat Guds vilji er í verð;
hann í trúnni vil meg menna,
altíð fremja kærleiksgerð.
Halgi Andi, við mær verði
her í dag og alla tíð;
so at alt á fold eg geri
lær meg stríða trúar stríð.
Halgi Andi, kom í náði
til hvønn syndara í verð;
hann í hjarta mínum ráði
her við síni sáttargerð.
(Kjartan Stakksund, Eiði)
Halgi Andi, kom við megi
Hvítusunna við teim hvítu klæðunum
Í gjárkvøldið byrjaði tann
stóra hvítusunnustevn
an, sum verður hildin í
skúlahøllini í Kollafirði
Møtir: Tað er eitt stórt tal av
talarum og sangkreftum, sum fara
at seta hvørjum øðrum stevnu um
høgtíðina.
Møtirøðin byrjaði í gjárkvøldið
við einum bønarmøti í missións-
húsinum. Síðani verður hildið á í
skúlahøllini.
Her halda møtini fram í kvøld,
leygarkvøldið og hvítusunnukvøld
kl. 20. Seinasta møtið verður 2.
hvítusunnukvøld kl. 18.
Við møtini luttaka talarar,
sangbólkar, solistar og kór við
sangi og vitnisburðum.
Eftir hvørt møti í skúlanum
verður skipað fyri eftirmøti í
missiónshúsinum við nógvum
sangi og vitnisburði. Innsavnað
verður somuleiðis á møtunum.
Á stevnuni verður haraftrat
møguleiki at fáa forbøn og
samtalu um andaligar spurningar.
Stevna til skúlan í Kollafirði
Kollfirðingar bjóða til stevnu
í skúlahøllini um høgtíðina