fríggjadagur 25. mai 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007
Vikuskifti 23
Samkoman hjá
hvítusunnurørsluni í
Vágum ætlar ikki at
lata hesa stóru
kristnu høgtíðina
fara aftur við borði
num uttan
markering
Miðvágur: Lagt er upp til eina
víttfevnda skrá í bygdarskúlan
um og bygdarhúsinum í bygdini
hetta vikuskiftið.
Stevnan byrjar í kvøld kl. 20
við Housewarming og kl. 22 er
eitt serstakt ungdómstiltak á
skránni.
Hetta tiltakið er skipað sum
eitt hugnaligt cafékvøld við
livandi tónleiki og har møtifólkið
fær møguleika at hitta tveir
innbodnar gestir. Restin av
kvøldinum verður skipað sum ein
lovsongskonsert.
Leygardagin kl. 14 verður
eitt familjutiltak á skránni, her
børnini og tey vaksnu fara á eina
spennandi ferð, har mangt og hvat
er á skránni. Aftaná verður farið
við bussi til eitt Hoppiland, sum
liggur nakað burturi frá skúlanum.
Barnamøtir
Leygarkvøldið verður aftur
møti kl. 20, har Pauli Høj talar,
samstundis sum onnur úr
samkomuni Kelduni hava møti
fyri børnunum.
Hvítusunnudag er møti kl. 11
við Tummasi Jacobsen og aftur
kl. 18, har Einar Joensen talar.
Við hetta seinna møti er aftur
barnamøti, sum Evangeliihúsið
í Havn og Betania úr Skopun
skipa fyri. Dagurin endar við
einum sangtiltaki kl. 21.
2. hvítusunnudag verður eisini
nógv á skránni. Byrjað verður
við møti kl. 11, har Dánjal á Dul
talar og møti kl. 18, har Linda
Petersen talar. Við hetta møtið
hava fólk úr samkomunum
Filadelfia og Saron barnamøtið.
Við øllum hesum tiltøkunum
vóna og ynskja fyrireikararnir at
hava eitt tiltak, sum vendir sær
til alla familjuna.
Leirvíkingar bjóða til møtir
Á hvítusunnu skipar missiónshúsið í Leirvík fyri fleiri møtum.
Møtini byrja í annaðkvøld kl. 20, har Pól Johannesen úr Klaksvík
talar. Við hetta møtið luttekur somuleiðis ein dramabólkur.
Hvítusunnudag er møti kl. 18. Hetta møtið er skipað sum eitt sang
og vitnimøti, har Tórhild, Inga, Poul og Jóhan Edvard fara at syngja.
Seinasta møtið í hesum umfarinum verður 2. hvítusunnukvøld, har
Marius Jacobsen talar og Húsakórið syngur. Við hetta møtið verður
savnað inn til húsið.
Indremission: Í ár verður ikki
skipað fyri slíkum ársdegi. Men
vit vóna kortini, at áhugi er at
koma til møtini um hvítusunnuna,
sigur ein av stigtakarunum, Heri
Elttør.
Hann arbeiðir sum trúboðari
hjá donsku Heimamissiónini,
og hevur millum annað sum sítt
arbeiði at virka millum føroyingar.
Eitt av tiltøkunum hava verið
hesi ársdagarnir, sum hava verið
hildnir bæði í Randers og í Århus.
Hesaferð verður eitt møtitiltak
hildið í missiónshúsinum í
Hirtshals.
Á hesi stevnuni verða føroyskir
talarar og føroyskar sangkreftir.
Møtini byrjaði í kvøld og halda
fram til hvítusunnudag.
Tvey fyri eitt
Tað eru kortini ikki bert møti
á skránni hetta vikuskiftið í
Hirtshals, har høvuðsevnið er
“Andans gerningur”.
Møtini byrja í kvøld kl. 19:30
við eini konsert, har Magni
Christiansen og fleiri fara at
luttaka.
Leygarmorgunin kl. 10 verður
byrjað við kaffi og rundstykkjum
og síðani verður ein bíbliutími við
Vagn Foldbo, ið er aðalskrivari í
føroysku Heimamissiónini.
Seinnapartin kl. 15 fer Torleif
Johannesen at tosa um evnið
“Eg, leiddur av Andanum? Her
verður eisini ein kaffimunnur at
fáa.
Um kvøldið verður aftur møti
við Vagn Foldbo. Við hetta
tiltakið, ið byrjar kl. 19:30 fer
Magni Christiansen aftur at
syngja. Síðani verður eftirmøti.
Møtini í Hirtshals enda
hvítusunnudag kl. 18, har
Vagn Foldbo talar og Magni
Christiansen syngur.
Heri Elttør sigur, at í Norður
jyllandi eru góðir møguleikar
at leiga summarhús ella
campingvogn.
Á henda hátt kann ein fáa
tvey fyri eitt – at njóta hesar
frídagarnar, samstundis sum
møguleiki er at hoyra Guds orð,
gjøgnum talu og sang, sigur hann.
Møtini verða hildin í
missiónshúsinum í Hirtshals, sum
liggur í Vestergade 13.
Møti og frítíð í einum
Stevna fyri alla familjuna
Seinastu trý árini hevur verið
skipað fyri sonevndum »Føroyskum
Ársdegi«. Í ár verður eitt líknandi
tiltak hildið í Hirtshals
Hirtshals verður karmur um føroysk møtir á hvítusunnu