fríggjadagur 25. mai 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Hvítusunnu
veking kring
allan heimin
Kristindómur: Í minsta lagi 25
% av heimsins 2 mia kristnu er
limir annaðhvørt í eini hvítu
sunnu ella karismatiskari
samkomu.
Vøksturin í hvítusunnurørsluni
í Europa stendur kortini í stað,
men í Asia, Afrika og Latín
Amerika veksur hon nógv.
Í fleiri av londunum er henda
rørslan tann størsta, og bara í
Guatemala eru 60 % av øllum
kristnum karismatikkarar ella
hvítusunnulimir.
Ein virðiligur
samspælari
Blái Krossur: Seinnapartin í dag
verður móttøka í hølunum hjá
Bláa Krossi, nú Hjalmar Hansen
tekur við sum aðalskrivari.
Nýggi aðalskrivarin kennir væl
til arbeiðið hjá felagsskapinum,
og hann hevur gjørt sær sína
hugsan um leiklutin hjá Bláa
Krossi, og ikki minst um tað at
hjálpa teimum, ið hava trupul
leikar av rúsdrekka og rúsevnum.
– Tað er sakin, ið má profiler
ast, ikki bara felagsskapurin. Eg
vóni, at vit í Bláa Krossi kunnu
vera ein virðiligur samspælari á
sosiala økinum.
Eg vóni eisini, at vit saman
við øðrum kunnu hjálpa teimum,
sum eru komin í trupulleikar,
og forða fyri at onnur koma í
trupulleikar, sigur Hjalmar.
Sáttmáli um urgu
til nýggju kirkjuna
Hoyvík: Tórshavnar eystara
kirkjuráð skrivaði herfyri undir
sáttmála við A.E. Lang´s eftf.
í Greve í Danmark, um eina
umbygda og brúkta urgu til ta
nýggju Hoyvíkar kirkju. Eftir
ætlan verður kirkjan vígd 4.
november í ár.
Ein nýggj stór urga er sera
kostnaðarmikil, og kirkjuráðið
metti ikki, at ráð vóru til eina
nýggja og stóra urgu í fyrstu
syftu, og so varð hendan loysnin
vald. Tað var Oddvør Johansen,
urguleikari í Havnar kirkju,
sum kom við uppskotinum frá
urgubyggjarunum.
Meginparturin í urguni verður
nýtt, meðan pípurnar eru frá
øðrum brúktum urgum.
Urgan sum fæst fyri ein sámi
ligan pening hevur 8 stemmur,
og er hon tískil væl brúkilig til
vanligar gudstænastur og aðrar
kirkjuligar tænastur.
Nevnast kann, at áðurnevnda
Oddvør Johansen er sett sum
urguleikari við nýggju kirkjuna.
Hin fyrsta
hvítusunnan
Ápostlasøgan kap 2, 1-15
(týðing Victor Danielsens)
1 Táið nú hvítusunnudagur
kom, vóru tey øll komin saman
á einum staði.
2 Tá kom knappliga ljóð av
himli, sum táið óførur stormur
brestur á; tað fylti alt húsið,
sum tey sótu í.
3 Tungur, eins og av eldi, vístu
seg fyri teimum, og tær skiltu
seg sundur og settust á hvørt
eitt teirra.
4 Og tey vórðu øll fylt av
Heilaga Andanum og fóru at
tala onnur tungumál, alt eftir
sum Andin gav teimum at siga.
5 Nú búðu í Jerúsalem Jødar,
menn, sum óttaðust Gud, av
øllum fólkasløgum undir himli.
6 Táið hetta ljóð kom,
streymaði hópurin saman, og
tey vitstu ikki, hvat tey skuldu
hugsa; tí tey hoyrdu hvør sítt
egna mál talað av teimum.
7 Tey vórðu øll ovfarin og
undraðust og søgdu: "Hyggið,
eru ikki allir hesir, ið tala,
Galilearar?
8 Hvussu ber tað tá til, at vit
hoyra teir tala, hvør okkara
egna mál, sum vit eru fødd í?
9 Vit, Partar, Medar og
Elamitar, vit, sum búgva
í Mesopotamia, Judea,
Kappadokia, Pontus og Asia,
10 í Frýgia, Pamfýlia, Egypta
landi og landspørtum Libya við
Kýrene, og vit úr Róm, sum her
búgva,
11 bæði Jødar og trúskiftingar,
Kretar og Arabarar vit hoyra
teir tala um stóru verk Guds á
tungumálum okkara!"
12 Tey vórðu øll ovfarin og
vitstu ikki, hvat tey skuldu
hugsa. Og tey søgdu hvørt við
annað: "Hvat kann hetta vera?"
13 Onnur søgdu spottandi:
"Teir eru fullir av søtum víni!"
14 Tá steig Pætur fram
saman við hinum ellivu, tók
til orða og talaði til teirra: "Tit
jødisku menn og øll tit, sum í
Jerúsalem búgva! Hetta veri
tykkum kunnigt lurtið eftir
orðum mínum!
15 Hesir eru ikki druknir, sum
tit halda tað er jú triði tímin á
deginum
orðið
25 ár eftir at arbeiðið
í »Malta« byrjaði, er
stundin komin at
byggja hetta sam
komuhúsið út
Hirtshals: Longu í 2003 skiltist,
at umstøðurnar at hava møtir og
onnur kristilig tiltøk á Malta vóru
ov trongar.
Eftir eitt av mongu møtunum
greiddi stigtakarin til arbeiðið,
Levi Joensen frá, at hetta sunnu
kvøldið vóru um 100 fólk á møti.
Tá so nógv fólk eru til staðar,
er heldur trongligt í fundar
hølinum, segði hann.
Líkt er til, at tey í samkomuni
nú ynskja at betra um umstøð
urnar. Og í næstum verður farið
undir hesa útbyggingina.
Bæði tekningar og byggiloyvi
eru fingin til vega.
Signing
Malta er ein sjálveigandi
stovnur, sum fór at virka í 1984.
Endamálið er at fremja eitt kristi
ligt arbeiði millum føroyingar í
Hirtshals.
Samkoman er knýtt at Brøðra
samkomunum í Føroyum, og
hevur nógv ymiskt virksemi á
skránni hvønn mánað.
Tíðin hevur kortini víst seg,
at hølini vóru vorðin ov lítil,
millum annað var tørvur á
einum størri møtisali og hølum
til sunnudagsskúlan, ungdóms
arbeiðið og frítíðarítrivið.
Vit mugu bara takka Harranum
fyri, at Hann hevur vælsignað
hetta verkið so ríkiliga. Mong eru
komin til trúgv og vorðin partur av
samkomuni øll hesi árini, verður
sagt úr Malta.
Júst, hvat henda víðkanin fer at
kosta, verður ikki sagt nakað um.
Men tey vóna, at mong fara at
stuðla hesum arbeiðinum.
Byggja út í Malta
Danmark: Eitt metstórt tal av
prestum eru tey seinastu árini
farnir í annað starv, sigur danska
Prestafelagið.
Bara hetta seinasta árið eru
30 starvsfelagar sagt seg úr
starvi uttan eftirløn. Hetta er
kanska ikki eitt so stórt tal í mun
til hinar 2000, men slíkt hava
vit aldrin upplivað áður, sigur
Sabine BechHansen, forkvinna í
Prestafelagnum.
Hon er sera ónøgd við, at
einki er gjørt við tilmælini í
eini frágreiðing frá 2002 um
arbeiðsumhvørvið í Fólkakirkjuni.
Í frágreiðingini varð sagt, at fimti
hvør prestur hevði stress.
Fleiri av limunum í felagnum
eru illir og ørkymlaðir á ein annan
hátt enn áður. Fyri at siga tað
bart út: Fólkakirkjan er ikki eitt
arbeiðspláss, sum hevur tað gott,
sigur hon.
Eftir hennara meting verður tað
trupult hjá Fólkakirkjuni at halda
fast við prestarnar í framtíðini
verður ikki arbeiðsumhvørvið
broytt til tað betra.
Og tað verður tí eisini truplari
at fáa ungfólk at lesa til prest,
sigur Sabine við Kristeligt
Dagblad.
Ov nógv stress í Fólkakirkjuni
Samkomuhúsið Malta er vorðið ov lítið. Nú er neyðugt við eini munandi útbygging