Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 100 - 29. mai 2007 Lyklaklár fígging og trygging til bilin Ætlar tú at keypa bil, bjóða vit tær fígging og trygging um eina leið. Tú fert beint inn á bilasøluna, har tú fært land- sins bíligastu og skjótastu fígging beinanvegin. Í somu vending avgreiða vit tryggingina. Tú fært lykilin og koyrir avstað. Kongabrúgvin, Postboks 329, FO-110 Tórshavn, Tel 345600, Faks 345601, tf@trygging.fo, www.trygging.fo Eitt verkfall er altíð úrslit av eini fastlæstari støðu millum minst tveir partar á arbeiðs­ marknaðinum. Verandi ósemja á fíggjarmarknaðinum hevur fleiri partar, enn teir vanligu AnAlysA Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Umframt áhugamálini hjá høvuðspørtunum, AFF (Arbeiðsgevarafelagið fyri Fíggjarstovnar í Føroyum) og Finansforbundet, ið umboðar starvsfólkini í Føroya Banka, standa nógv onnur áhugamál upp á spæl í verandi trætu. Hjá YFF (Yrkisfelagið fyri Fíggjarstovnar í Føroy­ um), ið umboðar hini 70 prosentini av starvsfólkun­ um í føroyska fíggjarheim­ inum, er ósemjan sera óheppin. Í staðin fyri at kunna vísa samhuga við starvsfeløgum á kappandi arbeiðsplássum, er felagið í teirri støðu at hava gjørt ein sáttmála, sum tey sjálvandi ikki ynskja verður yvirhál­ aður av starvsfólkunum í Føroya Banka og Trygd. Sum Sosialurin vísti á í síðstu viku, stendur eisini stjórin í Eik, Marner Jacob­ sen, í tí løgnu støðu at leiða samráðingarnar, sum ikki fevna um hansara egnu starvsfólk í Eik, men um starvsfólkini hjá størsta kappinganeytanum, Føroya Banka. Gevur hann seg yvir­ fyri krøvunum hjá Finans­ forbundet, leggur hann trýst á seg sjálvan sum stjóra í Eik, tí so er ógvuliga iva­ samt, um sáttmálin millum AFF og YFF verður stað­ festur á aðalfundinum hjá YFF í heyst. Umframt at skapa órógv millum millum starvsfólkini vil ein møgulig vraking av av hesum sáttmálanum koma at kosta Eik bæði krónur og orku til at fáa ein nýggjan sáttmála í lag. Tað sama er galdandi fyri næst­ formannin í AFF, Gunnar í Liða, sum er stjóri í Trygg­ ingarfelagnum Føroyar. Lítlibeiggin í hesum spæl­ inum er forstjórin í Føroya Banka, Janus Petersen, sum stendur í eini sera óhepnari støðu. So leingi bankin er limur í arbeiðsgevarafelag­ num, er leiðslan noydd at vera solidarisk við sínum størstu kappingarneytum, og brýtur bankin út, er tað eitt tekin um, at leiðslan er til reiðar at geva sínum starvsfólkum ein betri sáttmála, enn hini fáa. Hinvegin, so ber ikki til hjá hvørki leiðslu ella nevnd í Føroya Banka bara at standa og hyggja at, með­ an bankin koyrir við minni enn 20 prosent av orkuni. Óansæð hvussu snúðað og vent verður, so er valla nakar ivi um, at hetta fer at kosta í síðsta enda, nú Før­ oya Banki stendur til at verða seldur innan 1. juli. Ein annan leiklut í stóra matadorspælinum hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag og Vinnuhúsið, sum fyri alt í verðini ikki vilja hava, at ein fakbólkur fær betri sømdir ella meiri í posan enn ein annar starvsfólka­ bólkur. Óttin er, at hetta kemur at breiða seg á arbeiðsmarknaðinum og órógva sáttmálasamráðing­ ar við aðrar fakbólkar. Einki samband er millum partarnar, men sum skilst, so fylgja semingsmenninir, Alfred Petersen og Jógvan Amonsson, væl við, hvat hendir, sjálvt um teir ikki beinleiðis eru í gongd við nakra semingsroynd júst í løtuni. Tí er framvegis orange­ klødd starvsfólk úr Føroya Banka og Trygd at síggja í gøtumyndini í Havn, har tey mótmæla frammanfyri dyrnar hjá bankanum og Trygd. Stongd støða í fíggjarheiminum Framvegis røkist onki fyri nakrari semja millum partarnar í fíggjarheiminum Savnsmynd