Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 45

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 29. mai 2007 summarkapping 46 Navn: Lív Mikkelsen Bústaður: Oyrasundskollegie Aldur: 23 Starv: Lesi sosialvísindi á RUC Frítíðarítriv: kórsangur, fótbóltur og annað Nær fært tú summarfrí í ár? Vit skulu verja verkætlan tann 28. juni, og aftaná tað havi eg summarfrí Hvussu fert tú at halda summarfrítíðina? Eg fari fyrst á Roskilde Festival, og so fari eg heim til Føroyar at vitja familjuna, njóta føroyska summarið, tí frísku luftina og kanska at hoyggja. Hví hevur tú valt at gera júst hetta? Eg fari á Roskilde Festival, tí at eg gleði meg til at hugna mær saman við nøkrum vinkonum. Tað er langt síðani vit hava “hildið feriu” saman, og so verður tað deiligt at taka okkum av løttum í tí vónandi góða veðrinum. Harafturat skal eg sjálvandi lurta eftir nógvum góðum tónleiki. Eg gleði meg eisini nógv at sleppa heim til Føroyar at síggja foreldrini og familjuna. Plagar tú at ferðast uttanlands um summarið? Ja, eg havi verið og ferðast okkurt summar. Fyri trimum árum síðani var eg m.a. á Interrail í Evropa. Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið? Familjan hjá mær býr ymsa staðni í Føroyum. Hetta er deiligt, tí so kemur man eitt sindur runt í landinum. Ferðast tú hinar árstíðirnar? Ikki so nógv, men á páskum var eg ein lítlan túr í Stockholm. Lýs summarið við fimm orðum? Hiti, gleði, ljós, lukturin av nýsliðnum grasi, áartutl Hvat er títt dreymaferðamál? Ringur spurningur, tí eg kundi hugsa mær at fari nógva staðni. Bæði har tað er stórsligin náttúra, men eisini støð við øðrvísi hugsunarhátti og samfelagsbygnaði enn vit hava í Føroyum og Danmark. Lív fer á Roskilde Festival Lív Mikkelsen lesur sosialvísindi á RUC. Í summar ætlar hon á Roskilde Festival, áðrenn hon kemur heim til Føroya Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo Njót nattúruna við klettum, holum og fuglalívinum við Vestmannabjørgini. Vit sigla inn í djúpar holur og millum lodrøtt fuglabjørg og tætt millum bogar og sker. Um tú vilt uppliva nakað serstakt - royn so ein túr við einum av okkara bátum. Trygdin er í hásetri og manningin hevur góðar royndir og nógv ár á baki. Sightseeing túrar eystur undir land ...og kring allar Føroyar PALLI LAMHAUGE Tel. 424155 - fax 424383 sight@sightseeing.fo www.sightseeing.fo Ferðaskrivstovan vinnulívið setur sítt álit á Sp/f Alpha Travel · Eystara Bryggja · 100 Tórshavn Tel 35 29 00 alpha@alphatravel.fo Útferð við døgurða w w w . l a k e s i d e . f o · t e l 3 3 3 1 2 3