Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 47

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 29. mai 2007 summarkapping 47 Navn: Mikael Blak Bústaður: Norðasta Horn Aldur: 28 Starv: Tónleikari Frítíðarítriv: Fótbóltur og Kortspæl Nær fært tú summarfrí í ár? Eg arbeiði mest um summarið Hvussu fert tú at halda summarfrítíðina? Eg fari at spæla tónleik og royna at fáa tíð at hugna mær við familjuni. Hví hevur tú valt at gera júst hetta? Tí eg kann, og eg elski at spæla tónleik. Plagar tú at ferðast uttanlands um summarið? Ja, eg plagi serliga at ferðast í Vestur-Europa og USA, men onkuntíð fari eg til okkurt meir eksotiskt stað, so sum Argentina ella Japan. Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið? Ikki so nógv í Føroyum, men eg plagi at vera á festivalunum. Lýs summarið við fimm orðum? Festivalar, Fótbóltur (tó bert annað hvørt ár, tá HM ella EM er á skránni), Ljós, Ball og Summargleði Hvat er títt dreymaferðamál? Eg vildi gjarna sloppið til HM í Brasilia í 2014, men annars hevði HM í Suður Afrika í 2010 heldur ikki verið av vegnum. Mikael ætlar sær til HM í fótbólti Mikael Blak hevur ferðast nógv kring heimin, men eitt av hansara størstu ynskjum er at sleppa til HM í fótbólti Telefon 47 81 70 NilaN: Ventila­tións­ verk við innbygda­ri hita­pumpu Tryggjar goTT iNNiklima Við aT: • Tryggja støðuga útskifting av luftini • Hita frísku luftina, sum verður blást inn • Avfukta og endurvinnur hitan í inniluftini • Avmarka ovurviðkvæmið Verður uppsett a­v góðkendum montøri 31 7 9 13 Dr. Jakobsensg. 12 FO-100 Tórshavn njac@kallnet.fo Vit taka okkum m.a. av • passmyndum • digitalum myndum • allari myndaviðgerð • sølu av digitalum myndatólum • sølu av DVD video upptøkutólum Aberdeen er við sínum góðu handilsmøguleikum og bíligu prísum altið eina vitjan verdur. Býurin hevur nógvar matstovur, náttklubbar og pubbir. Íroknað prísin er: • Flogferð Vágar – Aberdeen og aftur við øllum avgjøldum • 3 nætur á Brentwood Hotel í dupultkamari við morgunmati • Eyka fyri einakamar kr. 270,- P/F Flogfelag Føroya • Hoydalsvegur 17 • 100 Tórshavn • Tel. 34 00 00 • Fax 34 00 11 • booking@ff.fo EyKA túrur til Aberdeen Fríggjadagin 19. juli til sunnudagin 22. www.ff.fo kr. 3.195,- fyri hvønn Sertilboð www.husamekling.fo V a g l i ð • F O - 1 0 0 T ó r s h a v n T e l 3 1 9 3 2 1 • F a x 3 1 9 3 3 1 Leitar tú eftir húsum ella vilt tú selja hús tíni, so er Húsamekling rætta staðið. Hygg inn á www.husamekling.fo