mikudagur 30. mai 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 101 - 30. mai 2007
John Johhannessen
ræðist fiskivinnu
politikkin hjá
samgonguni, sum
hann sjálvur er
partur av. Tá ið
vit hugsa um, hvat
Javnaðarflokkurin
hevur lovað, stúri eg
fyri, at veljarin fer
at revsa okkum hart
á næsta vali, heldur
hann
Vinnuligur
fiskiskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg má siga, at tað er kom
ið ótrúliga lítið burturúr.
John Johannessen, løg
tingsmaður fyri Javnaðar
flokkin í samgonguni, er alt
annað enn nøgdur við fiski
vinnupolitikkin hjá sam
gonguni.
Og tað ætlar hann at gera
vart við í Løgtinginum í
dag, tá ið uppskotið um at
broyta lógina um vinnuligan
fiskiskap, kemur til við
gerðar.
Hann er so misnøgdur
við ætlanina hjá samgong
uni, at hann væntar ikki, at
hann
yvirhøvur
fer
at
atkvøða fyri, hóast hann er
ein partur í samgonguni.
Sostatt er lagt upp til ein
festligan dag í Løgtinginum,
har vit fáa sjón fyri søgn
fyri, at samgongan er ikki
samd um tann politikkin,
sum skal førast á einum so
týðandi øki, sum í fiski
vinnuni.
John Johannessen vísur
á, at nú hevur landsstýris
maðurin í fiskivinnumálum
arbeitt í trý ár við eini ætlan
um at broyta lógina um
vinnuligan fiskiskap.
– Men eg má siga, at
úrslitið er ómetaliga soltið,
tí broytingarnar eru lítlar og
ongar.
Og hann ger eisini greitt,
at hann er als ikki til reiðar
at leypa á leistum fyri sam
gonguna og at atkvøða fyri
uppskotinum.
Hann sigur, at sum málið
liggur nú, er tað eitt stórt
ivamál, um hann er til reiðar
at leggja navn til tað, sum
samgongan ætlar at seta í
verk.
Tað, sum hann serliga
stúrir fyri er ein áseting í
grein sjey, sum staðfestir, at
lýkur reiðarin framvegis
treytirnar, verða fiskiloyvini
endurnýggjað.
– Í mínum hugaheimi
merkir tað, at reiðarin fær
at kalla ognarrætt til fiski
loyvi, tí so leingi hann lýkur
treytirnar, skal loyvið endur
nýggjast.
– Sostatt er ætlanin at
geva privatfólki ognarrættin
til fiskitilfeingið hjá okkum
øllum, tí í mínum hugaheimi
verða fiskiloyvini endur
nýggjað automatiskt. Og
tað er ein spurningur um
hetta ikki kann tulkast sum
um at vit geva einstaklingum
ognarrættin til fiskitilfeing
ið.
Beint ímóti
vallyftunum
Løgtingsmaðurin sigur, at
hetta er ikki tað, sum Javn
aðarflokkurin lovaðu upp
undir seinasta løgtingsval.
– Tá lovaðu vit at føra ein
fiskivinnupolitikk, har vit
skulu seta ein fiskidaga
banka á stovn, har tað
almenna skal selja fiskiloyvi
til hægstbjóðandi og har tað
verður staðfest, at fiskiríki
dømið
er
ogn
Føroya
Fólks.
Hetta skuldi eisini gerast
fyri at steðga spekulatiónini
í føroyskari fiskivinnu, har
loyvið, sum eru fingin fyri
einki, verða seld og vinning
urin stungin í lumman hjá
einstaklingum ístaðin fyri
at hann fer í landskassan
um.
John Johannessen sigur,
at fer flokkurin nú at føra
ein politikk, sum hevur tað
beint øvugta endamálið,
stúrir hann fyri, at veljarans
dómur yvir flokkin verður
harður á næsta løgtingsvali.
– Her snýr tað seg um
sjálvt náttúrutilfeingið hjá
okkum øllum, so her mugu
vit undir ongum umstøðum
svíkja, leggur hann afturat.
– Vit mugu undir øllum
umstøðum tryggja okkum,
at tað, vit samtykkja verður
púra greitt, so at fiskiríki
dømið framvegis verður
ogn Føroya Fólks.
Hann
viðurkennir,
at
fiskidagabankin verður ikki
settur á stovn í hesi sam
gonguni
– Men Javnaðarflokkurin
má eisini tryggja sær, at
hann ikki leypir frá sínum
vallyftum og tí kunnu vit
ikki flyta okkum beint tann
øvugta vegin av tí, vit hava
lovað og fara enn longur
burturfrá fiskidagabanka
num og felags ognarrætti
num, leggur hann afturat.
Stúrir fyri harðari revsing
John Johannessen ætlar ikki at leypa á leistum aftaná restina á
samgonguni