mikudagur 30. mai 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 101 - 30. mai 2007
Faroeship gott úrslit
Íslendski spariknívurin hevur skorið djúpt í rakstrinum hjá
Faroe Ship, ið nú er farin at vinna pening. Samlaða
rakstrarúrslitið hjá samtøkuni fyri farna roknskaparárið eftir
skatt var eitt avlop uppá 27,5 milliónir krónur móti einum halli
uppá 16 milliónir krónur árið fyri. Talan er sostatt um eina
framgongd í úrsliti uppá 44 milliónir krónur.
Hetta er annað roknskaparárið hjá nýggja samtakinum, sum í
dag fevnir um Skipafelagið Føroyar, Eimskipafelag Islands,
samtakið hjá Hera Thomsen og Farmaleiðir. Hetta skrivar
www.business-line.fo
Eftir at hava drukkið
kaffi saman á Hotel
Føroyum í morgun,
tykist sum bæði
Marner Jacobsen frá
AFF og Kent Petersen
frá Finansforbundet
eru sinnaðir at
finna eina loysn á
lønartrætuni
ARBEIÐSSTEÐGUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nú røkist aftur fyri, at sem-
ja fæst á lønartrætuni, sum
hevur ført til, at bankarnir
hava verið læstir seinastu
dagarnar.
Marner Jacobsen, formað-
ur í AFF, og Kent Petersen,
næstformaður og samráð-
ingarleiðari fyri Finansfor-
bundet, hava drukkið kaffi
saman í morgun, og har við-
gjørt støðuna, sum er íkom-
in.
Kent Petersen sigur, at
teir báðir eru samdir um at
hittast aftur til formligar
samráðingar seinni í dag.
- Vit eru samdir um at
hittast aftur seinnapartin
saman við semingsmonnun-
um. Í løtuni bíða vit faktisk
eftir einari telefonuppring-
ing frá teimum, segði Kent
Petersen, tá vit hittu hann
stutt fyri miðdag í dag.
Kent Petersen kom beint
av kaffifundinum við Mar-
ner Jacobsen til kunnandi
fundin, sum Finansforbund-
et skipaði fyri í kjallaranum
í Meinigheitshúsinum. Øll
starvsfólkini í Føroya Ban-
ka og Trygd vóru við á fund-
inum, uttan tey úr Suður-
oynni.
Stuðul útgoldnan
Kunnandi fundurin skuldi
byrjað klokkan 10.30, men
klokkan var nærri 11, tá
Kent kom av kaffifundinum.
Hann skuldi tá kunna starvs-
fólkið um støðuna, og sam-
stundis skuldu tey fáa verk-
fallsstuðulin útgoldnan.
- Stuðulin verður útgoldin
í kekkum, og so mugu vit
bara vóna, at vit finna ein
peningastovn, sum er opin
og kann veksla kekkarnar.
Tað hevði verið nakað nógv
av pengum at havt við í kon-
tantum, helt Kent Petersen
skemtandi fyri.
Seinni í dag, helst um trí-
tíðina, fara tey so øll oman
á Kongabrúnna at standa
uttan fyri Trygd, har sum
vant verður ein pylsa at fáa
hjá bæði starvsfólki og teim-
um, ið koma framvið.
- Men sum sagt verða
samráðingar eftir ætlan tik-
nar uppaftur seinnapartin,
og sum tað skiltist á Kent
Petersen, samráðingarleið-
ara fyri Finansforbundet.
Útlendsk
fakfeløg
stuðla
banka
fólki
NFU – Nordiska
Finansanställdas
Union – gevur
starvsfólkunum
í Føroya Banka
og Trygd sín fulla
stuðul
ARBEIÐSSTEÐGUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Kenneth
Samuelsen,
formaður í Starvsfólka-
felagnum í Føroya Ban-
ka, er vælnøgdur við
tann stuðul, ið onnur
fakfeløg hava víst SFF.
Í dag er eitt tíðindaskriv
komið úr Stokkhólmi,
har Norðurlendska sam-
takið av bankafakfeløg-
um veitir starvsfólkun-
um í Føroya Banka og
Trygd sín fulla stuðul,
og eisini fleiri av før-
oysku
fakfeløgunum
hava víst sín samhuga.
NFU vísir á, at tað
hevur gingið væl í før-
oyska fíggjarheiminum,
og at peningastovnarnir
høvdu meiri enn 500
milliónir í avlopi í fjør.
Átta fakfeløg í Dan-
mark, Finnlandi, Íslandi
Noregi og Svøríki eru
limir í samtakinum, ið
umboðar
160.000
starvsfólk.
Samráðingar
tiknar uppaftur
Pyslur verða aftur at fáa
niðri á Kongabrúnni við
Trygd seinnapartin
Mynd: Jens K. Vang
Nógv fólk var møtt til kunnandi fundin hjá Finansforbundet
fyrrapartin í morgun
Mynd: Leo Poulsen
Ákærur ímóti Janusi Petersen
sleptar
SAK Industries hevur slept øllum ákærum og krøvum ímóti stjóranum í
Føroya Banka, Janusi Petersen, segði Útvarpið í gjár. Føroya Banki
stendur tó við síni mótkrøv og krevur nú SAK Industries eftir
endurgjaldi fyri tort og sviða og fyri sakarmálsútreiðslur. Sakførarin hjá
SAK Industries møtti ikki í rættinum í gjáramorgunin, og stutt fyri
fundin komu skrivlig boð um, at allar ákærur ímóti Janusi Petersen
vórðu sleptar. SAK Industries ger kreativu leikurnar Mexamex, og
stevndi í fjør heyst Janus Petersen fyri ærumeiðing og fyri at hava
ávarað viðskiftafólk bankans ímóti amerikonsku fyritøkuni.