Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 101 - 30. mai 2007 Fyri viku síðani legði aðalskrivarin hjá Amnesty Internat­ io­nal, Irene Khan, árligu frágreiðingina hjá felagsskapinum á tíðindafundi í Lo­ndo­n. Frágreiðing­ in lýsir mannarættin­ dastøðuna í 153 lo­nd­ um í 2006. Høvuðsboðskapurin hjá Irene Khan var, at førdi poli­ tikkurin í 2006 í stóran mun var bygdur á ótta. Bæði sterkar stjórnir og vápnaðir bólkar nýttu ótta sum grund­ arlag fyri teirra politikki og á henda hátt fostraðu eitt umhvørvi merkt av ótollyn­ di og spjaðing og hervið løgdu lunnar undir fleiri kreppur og mannarættinda­ brot. Árið var, eins og undan­ farin ár, merkt av trygdaræt­ lanum, sum í mongum før­ um bygdu á ótta. Óttin fyri yvirgangi, sum legði lunnar undir »stríðið móti yvirgan­ gi« og óttin fyri hópoyðing­ arvápnum, sum førdi til inn­ rásina í Irak, skapti djúpar gjáir, ið kastaðu skugga yvir altjóða samstarvið. Het­ ta hevði við sær, at altjóða samfelagið ikki nýtti nóg nógva orku at viðgera og fyribyrgja stóru mannarætt­ indakreppurnar í millum annað Darfur, Ísrael og her­ settu økjunum, Libanon og Sri Lanka. Londini í Evropa eru ein­ ki undantak, og her er tað serliga »stríðið móti yvir­ gangi«, rasisma, mismunur og strangi innflytarapoli­ tikkurin, sum hevur vakt ans hjá Amnesty. Nærum øll ES londini, harímillum Danmark, eru nevnd í árs­ frágreiðingini hjá Amnesty fyri 2006. Frágreiðingin varpar ljós á, hvussu politikarar hava gjørt dælt av óttanum fyri ótálmaðum streymum av flóttafólki og innflytarum og hava nýtt hendan ótta sum grundarlag fyri strang­ ari útlendingapolitikki, með­ an gestaarbeiðarar kring heimin framhaldandi eru verjuleysir, hóast teir stórli­ ga verða misnýttir. Irene Khan tók eisini fram sigrar og vísti á betrað­ ar broytingar í 2006. Hon vísti til dømis á avgerðina hjá Evroparáðnum um at heita á øll limalondini um at kanna loyniligan fanga­ flutning í Evropa og á avgerðina hjá ST um at fara undir at menna ein altjóða løgfrøðiliga bindandi sátt­ mála, sum skal fáa tamar­ hald á stóru vápnaútbreiðs­ luni kring heimin. Útflýgg­ janin av fyrrverandi forseta­ num í Liberia, Charles Tay­ lor, til »Special Court for Sierra Leone«, har hann verður ákærdur fyri krígs­ brotsverk og brotsverk móti mannaættini eru tekin um betringar, tá tað snýr seg um at tryggja altjóða rættví­ si. Kravið um rættvísi sigr­ aði somuleiðis, tá Thomas Lubanga, sum hin fyrsti, varð handtikin og útflýgg­ jaður til Altjóða Brotsman­ nadómstólin, har hann verð­ ur ákærdur fyri at hava útvegað og nýtt barnaher­ menn í stríðnum í Kongu. Frágreiðingin vísur somu­ leiðis, at rákið er við at ven­ da, tá tað snýr seg um deyða­ revsing, og at alt fleiri lond avtaka deyðarevs­ ing. Filipsoyggjarnar gjørd­ ust sostatt land nummar 99, sum avtók deyðarevsing fyri vanlig brotsverk í 2006. Aðalskrivarin endaði við at vísa á framtíðarmøguleik­ arnar hjá nývaldum leiðar­ um at skapa betraðar broyt­ ingar og mælti til, at nýggja kongressin í USA gekk á odda og vísti veg, tá tað snýr seg um at endurvinna virðingina fyri mannarætt­ indum í egnum landi og uttanlands. Kelda: www.amnesty.fo Altjóða felagsskapurin, Amnesty International, hevur fleiri ferðir átalað fangaleguna á Guantanamo á Kuba, har hundraðtals fangar í áravís hava bíðað eftir rættargongd. Fangarnir vórðu tiknir eftir innrásina í Afganistan í kjalavørrinum av 11. september álopinum á World Trade Center í New York og Pentagon í Washington í 2001 Mannarættindi: Amnesty kannað 153 lond Bilar í morgin Vegna plásstrot verða bilasíðurnar í blaðnum í morgin hósdagin 31. mai. red. Trongligt á Oyggjarvegnum Frá klokkan 16 í dag er Kaldbaksvegurin er opin aftur, og tað eru tað uttan iva mong, sum fegnast um. Týsmorgunin klokkan níggju stongdi Landsverk vegin fyri allari ferðslu. Hetta vegna arbeiði hjá Fjarhitafelagnum á strekkinum millum Sund og íbindingina í Kaldbaksbotn. Í 31 tímarnar var ferðslan leidd eftir Oyggjarvegnum, og har gjørdist til tíðir rættiliga trongligt. Eitt nú í morgun, tá henda myndin var tikin og røðin av bilum stóð frá íbindingina millum Oyggjarvegin og Ringvegin og langt niðan um Hotel Føroyar. Dimma steðgar dulnevn- dum lesarabrøvum Tá Árni Gregersen tók við sum blaðstjóri á Dimmalætting varð beinanvegin gitt, at nú var liðugt við dulnevndum lesarabrøvum. Í Dimmu í gjár varð endaliga staðfest, at so er. – Opinleiki og vitan um hvønn tað er, ein kjakast við, er bert eitt rímiligt krav í dag, og er við til at hækka støðið í kjakinum. Dimmalætting vil vera við til at hækka støðið á henda hátt. Navn undir øll lesarabrøv, stendur millum í oddagreinini í týsdags Dimmu. Tað er í ár tíggju ár síðani, at Sosialurin strikaði dulnevndu lesarabrøvunum.