mikudagur 30. mai 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 101 - 30. mai 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Hósdagin 23. mars doyði Rasmus
Effersøe á bróstsjúkrahúsinum í
Hoydølum. Hann hevði fyrr søkt
heilsubót á bróstsjúkrahúsi bæði
her og niðri í Danmørk, og var tá
so dánt komin aftur fyri seg; hjálp
til fulnar eydnaðist honum tó aldr
in at fáa móti tí terandi sjúku, ið ár
undan ári spakuliga seig lívsmerg
in úr honum. Tá Rasmus stutt
aftaná nýar aftur fór niðan á bróst
sjúkrahúsið, ússaligur sum ong
antíð áður, var tað eyðvitað fyri
tey, ið kendu hann, at hesa ferð
kom hann ikki oman aftur á lívi.
Rasmusar navn hevur verið
víða gitið. Føroyar hava, tó at tær
eru smáar og liggja langt av leið
frá teim stóru og mentaðu londun
um, stund um stund fostrað reyst
menni og merkismenn, hvørs
nøvn hava verið kend og vird víða
hvar. Rasmus var ein av Føroya
merkismonnum. Orð yrkjarans:
»Skaldagudur legði grið sín mær
í brósti« hava neyvan hóskað
betur til nakran Føroying enn
Rasmus Effersøe. Hann átti sum
fáur dýrgripin: skaldagávuna, og
hansara
skaldaharpa
ljómaði
fagurt yvir heila Føroyaland.
Nakað av tú besta í føroyskum
skaldskapi er úr hansara hondum,
og óivað vilja góðir føroyingar í
komandi tíðum veita minni hans
ta æru at samla og geva út tað,
hann gav okkum. Um okkara
føgru oyar, um tað fagra og ljósa í
náttúruni, um góðar gamlar siðir,
ljóðaði Rasmusar kvæði. Um ein
brennandi kærleika til fostur
landið og móðurmálið bóru tey
vitni. Um hann hevði viljað, kundi
hann óivað eisini við skaldinum
kvøði: »yvir sakn tey størstu«;
men tær sáru og eymu kenslurnar
goymdi hann djúpt í sínum egna
brósti.
Umframt sítt skaldskaparliga
yrki var Rasmus á ymsan hátt ein
merkismaður og undangongu
maður. Í mong ár strevaðist hann
fyri at gera korini fyri føroyskum
vinnulívi, serliga landbúnaðar
viðurskiftum viðvíkjandi, tolu
ligari, og hann royndi, tað hann
var mentur, har at vísa á og bróta
nýggjar ræsur.
Rasmus Effersøe varð limur av
Havnar Avhaldsfelag 1. august
1886, og hann hevur síðan tann
dag, og til hann andaðist á bróst
sjúkrahúsinum, verið avhalds
maður. Hetta er eitt tíðarskeið av
o.u. 30 ár, at Rasmusar ríku evnir
hava verið avhaldssakini til gagns
og frama; tí Rasmus var ikki av
teimum monnum, ið vilja halda
seg undan og fjala seg, tá stríð er
fyri hond; han óttaðist ikki fyri at
standa sum skotbjálvi, sjálvt um
álopini vóru nóg so hørð og
høggini nóg dygg. Rasmus var í
øll hesi árini ein av okkara reyst
astu oddamonnum, og tað arbeiði,
hann her hevur avrikað, er so stórt
og týdningarmikið, at eg hugsi,
tað man fara at vera trupult hjá
nøkrum at gera honum tað eftir.
Tvey ár aftaná, at Rasmus var
komin uppí avhaldsfelagið, varð
hann kosin til blaðstýrara av
»Dimmalætting«, ið undir hans
ara stýri flutti fram mangar for
vitnisligar og væl skrivaðar grein
ar um avhaldsmálið. Rúsdrekka
hevði tá almikið valdi millum
manna, tað var styðjað av monn
um, sum høvdu nógv at siga í
landinum; men Rasmus ræddist
ikki; hann steig treystliga fram og
talaði at tí spillandi ósiði, sum rús
drekkanjótanin var og enn er tann
dag í dag. At menn, ið standa á
odda í slíkum stríði, sjáldan fáa ta
tøkk, teir eiga, men tíðum verða
háaðir og illa viðfarnir av teirra
mótstøðumonnum, er tíverri nak
að, ið vitjar aftur í einumhvørjum
landi og hjá einumhvørjum fólki.
Tá Djóni í Geil, ið eisini liggur
undir moldum, í 1899 segði seg
frá sum blaðstýrari av »Dúgvuni«,
sum hann hevði stovnað og
skrivað, síðani hon byrjaði at
flúgva út um Føroyaland, tók
Rasmus við sum blaðstýrari, men
hann hevði longu tá mist heils
una, mátti burtur at søkja sær
heilsubót, og fyri at »Dúgvan«
ikki skuldi doyggja, tók Djóni
hana aftur upp á seg frá 1. januar
1901.
Í 1906 var edrúeligheilslógin til
viðgerðar í danska ríkisdegnum.
Avhaldsfólkið kom tá ásamt um
at senda ein mann niður til
Keypmannahavnar fyri at tosa við
teir, ið høvdu við sakina at gera.
Djóni varð kosin, men vegna
heilsubrek mátti hann halda seg
undan. Rasmus, ið tá livdi toluliga,
fór so avstað og gjørdi, hvat hann
kundi fyri at fremja sakina.
Tá samskipanin fyri føroysk
avhaldsfekøg í 1910 tók uppá
seg at geva »Dúgvuna« út, var
Rasmus sjálvskrivaður blaðstýr
ari. Hann var tá illa viðfarin av tí
terandi sjúku, ið legði hann í
grøvina, og var tað tí av einum
góðum vilja, at hann gev seg til
hetta arbeiði, og tað so mikið
meira, sum hann greiddi blaðið
úr hondum fyri einki.
Rasmus var av siðuligastu og
fólkaligastu monnum. Tó honum
varð givið so nógv framum teir
flestu, virdi og metaði hann hvønn
mann sum javnlíka. Ongantíð
vildi hann troðka seg sjálvan fram
ella leggja meinbogar í vegin fyri,
at aðrir kundu fáa tann sess, ið
teir av røttum áttu. Ongantíð reyp
aði hann sær av sínum kunnleika
ella viti. Men hann var sera skemt
ingarsamur maður, og harmleysan
stuttleika kundi hann sum fáir fáa
í lag. Har Rasmus ferðaðist ella
vitjaði inn, var aloftast stuttleikur
og gaman. Hesa gávuna bera yms
ir av hansara sjónleikum týðiligt
vitnisprógv um.
Stór mannamúgva fylgdi mána
dagin, ið var, Rasmusi til hansara
síðsta hvíldarstað her á foldum.
Á odda var borið merki Havnar
Avhaldsfelags, og teir eldstu
avhaldsmenn bóru teirra gamla
felaga út á kirkjugarðar.
Minnið um Rasmus Effersøe
eigur at vera og verður óivað
goymt av komandi ættarliðum,
so leingi sum Føroyar standa.
Neyvan verða mangir menn born
ir í heim her á landi sum skaldið
og menniskja Rasmus Effersøe.
Poul Niclasen
Rasmus Christoffer Effersøe
f. 30. mai 1857 - d. 23. mars 1916
Í samband við, at tað í dag,
tann 30 mai, eru liðin 150
ár, síðan Rasmus Effersøe
varð føddur, var ein minnis
løta við standmyndina av
Effersøe á Tinghúsvøllinum
í Havn. Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu, og Edmund Joen
sen, løgtingsformaður at
hilda røðu og løgdu blómur
við minnisvarðan.
Rasmus Effersøe varð
føddur í Trongisvági tann
30. mai 1857 og doyði í
Tórshavn tann 23. mars
1916. Hann er kendur fyri
sínar yrkingar, sum vóru
bæði sálmar og sangir. Ser
liga eru fosturlandssangir
nir kendir. Eisini skrivaði
hann fleiri sjónleikir.
Rasmus
Effersøe
var
framburðsmaður og var við
í nógvum átøkum og við til
at stovna ymisk feløg, sum
í síni samtíð vórðu ætlað at
bøta um samfelagsviður
skiftini. Nevnast kunnu eitt
nú Sjúkrakassin og Havnar
Avhaldsfelag.
Eisini á ítróttarøkinum
hevur hann sett síni spor.
Hann var millum annað mill
um fyrireikararnar av fyrsta
kappróðrinum, sum hildin
varð ólavsøkudag 1887.
Rasmus
Effersøe
var
útbúgvin
landbúnaðarráð
gevi, men tókst umframt
eisini
við
blaðskriving.
Hann var millum annað blað
stjóri á Dimmalætting, og tá
fráhaldsrørlsan, har hann
var virkin, í 1910 gav út
blaðið “Dúgvan”, var hann
sjálvsagdur blaðstjóri.
Hann fekk búnaðarprógv
í 1879 og var landbúnaðar
ráðgevi frá 1889 til 1916 og
løgtingsmaður fyri Suður
streymoyar
valdømi
frá
1897 til 1901.
Í minningarorðum um
Rasmus Effersøe í Dúgvuni
í mars 1916, sigur Poul
Niclasen millum annað, at:
“Rasmus var av siðuligastu
og fólkaligastu monnum”.
Endað verður soleiðis:
“Minnið um Rasmus Eff
ersøe eigur at verða og
verður óivað goymt av kom
andi ættarliðum, so leingi
sum
Føroyar
standa.
Neyvan verða mangir menn
bornir í heim her á landi
sum skaldið og menniskjað
Rasmus Effersøe.”
Rasmus Effersøe 150 ár:
Minnisløta á
Tinghúsvøllinum
Heðin Mortensen, borgar
stjóri í Tórshavnar komm
unu, og Edmund Joensen,
løgtingsformaður, løgdu
blómur við minnisvarðan
Mynd: Álvur Haraldsen