mikudagur 30. mai 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Nr. 101 - 30. mai 2007
n
oyar sýslu. Bátar komu ymsa
staðni frá til at bjarga, bæði úr
Havn og úr Nólsoy og
aðrastaðni. Tað endaði við tí, at
óveður kom, og skipið
skrædnaði. Tað skuldi vera
øgiligt at síggja norð gjøgnum
fjørðin. Tað nógva vóru stokkar,
grovir stokkar, og hveiti. Eg havi
ikki hoyrt tey nevnt nakað annað,
men auktión bleiv, og
skúvoyingar, teir blivu tiknir
undir eið, at teir ikki skuldu
leggja undir seg sjálvar, at teir
ikki skuldu taka nakað, men teir
bjargaðu nógv í land, og nólsoy
ingarnir og avbygdarmenninir
aðrastaðni frá, teir fóru sín veg
við tí, teir bjargaðu. Tað segðist,
at teir sum fingu mest burtur úr
av skúvoyingum, fingu 24 dálar í
part, men einki sum helst, sum eg
veit, er at finna í Skúvoy av
skipinum, ikki nakar lutur, men
eg havi hoyrt frá einum bíleggar
ovni, tað er Maria Eide, sum
hevur hann, og hon sigur, at
hann er av tí skipinum. Onkur av
hennara skuldi hava bjargað
honum. Og skipið var ógvuliga
stórt, og eg havi hoyrt frá
monnum, sum eru deyðir fyri
nøkrum heilt fáum árum síðan,
at teir mintust, at akkeri lá uppi í
urðini, sjálvur havi eg ongantíð
verið har og hugsað um at leitað
eftir tí, men hevur tað ligið har,
so liggur tað har enn, tí urðin er
so mikið grov og klettur útyvir.
Men eg haldi, tað er løgið, at teir
einki skrivligt skulu finna um
skipið, al den tíð, at auktión bleiv
aftan á bjargingina, og eg havi
tosað við Páll Nolsøe, bað hann
leita fram til ta tíðina, hvat hann
kundi finna, nei, hann kundi
einki finna, so eg veit heldur ikki
navnið á tí.”
Skúvingar høvdu bjargað nógv
um tá illveðrið kom. Og har var
nógvur bátur komin at hjálpa til.
Bert úr Havn vóru 15 bátar
komnir. Í fráboðan til amtið sigur
Rasmus Müller, sýslumaður í
Havn, at hesir bátar hava luttikið
í bjargingini: 1. Soldater med
Jakten, 2. Jomfru Weihes Baad
med Mandskab, 3. Hr.
Landfoged Hammershaimbs
Baad med Mandskab, 4. Hr.
Revisor Nolsøes
Baadsmandskab, 5. Hr. Bødcker
Kilneses Baadsmandskab, 6. Hr.
Debeses Baadsmandskab, 7.
Madam Egholms Baads
mandskab, 8. Bonden Johannes
Djurhuuses Baadsmandskab, 9.
Bonden Jacob Christiansens
Baadsmandskab, 10. Hr.
Amtmand Løbners Baadfolk, 11.
Hr. Landfoged Majers
Baadsmandskab, 12. Bonden
Jacob Christiansens firemands
farer, 13. Jomfru Weihes fire
mandsfarer Baad, 14. Hans
Joensen, Torshavn fire
mandsfarer, 15. Joen Olesen
ibiden anmældt at have oplagt i
Nolsøe en Fyrreplanke.
Hesir 15 bátar úr Havn eru
nevndir og eisini hvat ið teir hava
bjargað.
Uppboðssølan
Rekagóðs av skipinum verður
bjargað kring allar Føroyar og
verður savnað á 3 plássum, í
Skúgvi, í Kirkjubø og í Havn,
har uppboðssølur verða hildnar.
Byrjað verður í Skúgvi hin 3.
juli og hildið verður fram í
Kirkjubø hin 10. og í Havn hin
11 juli. Fólk er samankomið úr
øllum Føroyum at keypa. Timbur
var sum vanligt trotavøra í landi
num, so her var høvi at fáa sær
tilfar til bæði eitt og annað. Til
bát og búgv. Útvið hundrað
keyparar vóru í Skúgvi, so saman
við hjálparfólki hava henda dag
verið fleiri hundrað fólk savnað í
bygdini. Selt varð samanlagt fyri
stívar trítúsund ríkisdálar, mest í
Skúgvi, stívar 1300 rd., og minst
í Havn, fyri stívar 800 rd.
Millum keyparnar er Poul
Joensen, Nolsøe, sum keypir
“noget af Kabyssen” fyri 6
ríkisdálar. Nevndi Poul Joensen
er Pól í Búð, Nólsoy. Hesin Pól í
Búð var abbi Mariu Eidi. Maria
sigur at “bíleggaraovnurin” var í
hennara barndómsheimi,
Verkstaðnum í Nólsoy, sum abbi
hennara Pól í Búð bygdi. Pól
hevði lært til snikkara í
Danmark. Tá ið Verkstaðið varð
niðurtikið, tók hon bíleggaraovn
in inn til Havnar og hevur hann
liggjandi í húsum sínum, tí hon
vildi ikki at hann skuldi
forsónast. Sostatt endaði
kabússan í kjallaranum í
húsunum í Jóannesar
Paturssonargøtu, har Maria Eide
búði. Maria Eide er nú farin, men
kabússan liggur har enn, um ikki
onkur hevur tikið sær av henni,
ella koyrt hana burtur.
Hvat ið varð av manningini
hevur mær ikki enn eydnast at
fáa uppspurgt, men vónandi er
hon komin frá hendingini í øllum
góðum.
Keldur:
Landskjalasavnið, div. Skjøl
Petur Andreassen, Skúvoyar søga 2,
Forlagið Snati, 1988
Kvørnin, nr. 3, 2000
Munnlig kelda: Martin Tórgarð, eldri
Tøkk til Annu Sofíu í Vági fyri hjálp
at lesa
nckbarkeit« á land í Skúgvi
Suðurendin av Skúvoynni við Skipurð til høgru
Myndaeigarar: Føroya Fornminnissavn
Myndamaður: Steen Nordenskjold
Kort av Skúvoy við Skipurð