mikudagur 30. mai 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 101 - 30. mai 2007
lýsingar
Lærarastørv í
Sankta Frans skúla
Lýst leys til setanar frá 1. august 2007
Søkt verður eftir 8 lærarum
• trimum lærarum í fast starv, sum eru
fulltíðarstørv
• trimum lærarum í tíðaravmarkað starv ská.
2007/08. Størvini eru fulltíðarstørv
• einum lærara í parttíðarstarv, sum er
tíðaravmarkað ská. 2007/08 og
• einum lærara fyri lærara, ið hevur
barnsburðarfarloyvi.
Tíðaravmarkaðu størvini og parttíðarstarvið eru
fyri lærarar, ið hava farloyvi, lækkað tímatal, tímar
vegna serligan tørv og at lesa avlopstímar.
Søkt verður eftir lærarum, sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í
dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í
skúlanum
• eru við til áhaldandi at menna skúlan
Harafturat skulu lærararnir hava førleika at
átaka sær eina ella fleiri av hesum uppgávum:
• flokslæraraarbeiði
• undirvísa í gentuítrótti/svimjing
• undirvísa í føroyskum, enskum, donskum
og rokning
• undirvísa í tónleiki
• undirvísa í handaligu lærugreinunum
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi
førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í
fólkaskúlanum, men læraralesandi, ið lúka prógv í
summar, kunnu eisini søkja størvini.
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 27.4
sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag og verða sett sum sáttmálasett størv.
Tó kunnu tey, ið verða sett í fast starv, verða sett
sum tænastumenn, um tey frammanundan eru í
tænastumannastarvi.
Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum
viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í
seinasta lagi leygardagin 9. juni 2007 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um størvini hjá Selmar Jacob
sen, skúlastjóra, á telefon 302532/220716 ella
hjá Jákup Lindberg, varaskúlastjóra, á tlf.
302533/513074.
Í Sankta Frans skúla eru 330 næmingar í forskúla til
7. flokk. Í skúlanum starvast 30 lærarar. Skúlin hevur
ein lærarahóp, ið fakliga røkkur víða og arbeitt verður
alsamt við at menna skúlan
Teknikkari
Søkt verður eftir teknikara at byrja
skjótast gjørligt.
Førleikakrøv:
Fyrimunur er um umsøkjarin er útbúgvin
radiomekanikari, radioteknikkari ella hevur
líknandi royndir.
Hevur kunnleika til teldur og net.
Kann arbeiða sjálvstøðugt.
Koyrikort er ein treyt.
Arbeiði umfatar:
Uppsetan og tænastuveitan av:
Navigatións-, fiskileiti- og samskiftisútgerð
og fylgisveinatænastur til skip.
Vestara Bryggja · Postsmoga 3033
110 Tórshavn · Tel. 352182 · info@vikmar.fo
www.vikmar.fo
K u n n g e r ð
um hægstu dagpeningaupphædd
Við heimild í § 9, stk. 2 í »Løgtingslóg
nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna
sjúku v.m.« (dagpeningalógin),
ger Almannastovan kunnugt:
§ 1.
Hægsta dagpeningaupphædd er ásett til kr.
3.746,00 um vikuna íroknað frítíðarløn.
§ 2.
Henda kunngerð fær gildi frá 1. mai 2007.
ALMANNASTOVAN
hin 29. mai 2009
Petra J. Joensen (sign.)
Almannastjóri
Listafelag Føroya hevur aðalfund leygardagin
23. juni 2007 kl. 17 í Listasavninum. Skrá
sambært viðtøkunum. Høvi verður at síggja
myndir, sum felagið hevur keypt tey seinastu
árini.
Nevndin