mikudagur 30. mai 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 30. mai 2007
11
Serstakar ljósreglur
Í undirvísingini er júst hetta við
ljóskelduni og ávirkan hennara eitt
týdningarmikið evni. Í roynd og
veru er hetta ein logisk niðurstøða.
Men tá Birger kom til Føroya
mátti hann av sonnum gera upp
við hesa støðuna: Hetta var kortini
ikki so einfalt og líkatil!
– Eg gjørdist ikki sørt skelkaður,
tá eg kom út í føroysku náttúruna,
sigur hesin royndi undirvísarin og
listamálarin.
Um ein í fyrsta lagi hevði ta
høgu og sterku ljóskelduna, síðani
hana í miðjuni og at enda ta
myrku, so hendi tað javnan at
skýggj komu ímillum og fangaðu
ljósið.
– Har ein vanliga hevði ta logisku
raðfylgjuna í ljósinum við 1, 2 og
síðani 3, hevði ein her raðfylgjuna
1, 3 og síðani hana í miðjuni.
– Hetta kom púra óvart á meg,
sum jú eri akademiskt útlærdur
málari. Her var eg á einum staði,
har ein líkasum ikki fylgdi ljósregl
unum, sigur Birger.
Eitt skýggj broytir alt
Fyri tann føroyska og ikki minst
útlendska listamálaran er hetta
við litskiftinum nakað, teir hava
allar møguleikar at uppliva her á
oyggjum okkara.
At eitt listafólk kann seta seg
niður, hvar tað skal vera og – er
ein heppin – kann staðfesta, at
ikki eitt skýggj er á luftini.
– Kemur so brádliga eitt skýggj
á luftina, so fangar hetta skýggið
ljósstrálurnar frá sólini. Hetta
ljósið kemur tí ikki niður á jørð
ina, og tað er júst hetta sum ger
ljósspælið so spennandi.
– Á henda hátt fær ein jú býtt
eitt sindur um uppá sínar ljóskeld
ur, sigur Birger.
Stutt og long fjarstøða
Eitt annað serstakt fyribrygdi í
føroysku náttúruni er tann stóri
spenningurin í sjálvum landslag
num. Hetta er eisini eitt av evnu
num, sum hann brúkar í undir
vísing sínari.
– Tit hava tvey yderpunkt – ann
aðhvørt hava tit eina stutta fjar
støðu, har ein kann hyggja bein
leiðis inn í eitt fjall, ella talan er
um stóra fjarstøðu, har ein sær
líka so langt sum eyga røkkur.
– Hetta virkar ógvuliga sterkt
uppá okkum, at ein soleiðis kann
verða settur mitt ímillum tvær
slíkar síður, sigur hann.
Hesar umstøður og kor sær
Birger týðiliga aftur í teimum før
oysku listamálarunum, har teir á
ein serstakan hátt megna at fáa
ein mynd at vera tveydimen
sjonella.
– Hetta er nakað sum ein bein
leiðis fær fyri einki frá náttúrunnar
hond!
Tit hava tvey yderpunkt -
annaðhvørt hava tit eina stutta
fjarstøðu, har ein kann hyggja
beinleiðis inn í eitt fjall, ella talan er
um stóra fjarstøðu, har ein sær líka
so langt sum eyga røkkur
- Her hjá tykkum
verða ljósreglurnar frá
akademi’inum ikki fylgdar,
sigur Birger, sum her er
avmyndaður í Árnafirði
Mynd: Høgni Thomsen
– Í Føroyum ber til at býta
um ljóskeldurnar, sigur Birger
Møller
Mynd: Høgni Thomsen