Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 102 - 31. mai 2007 Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum - AFF - og Finansforbundet undirskrivaðu kl. 6 í morgun ein nýggjan 4-ára sáttmála. Í hesum tíðarskeiði fáa limirnir eina lønarhækking uppá 11,94 prosent – møguliga meiri! semja Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fyrra semingsroyndin end­ aði við verkfalli, men tá kallað varð inn aðru ferð, bar betur til. Semingsmenninir Alfred Petersen og Jógvan Amons­ son kallaðu í gjár AFF og Finansforbundet til eina nýggja semingsroynd. Og í lýsingini í morgun komu partarnir ásamt um eina loysn, har útreiðslukarmurin er uppá 11,94 prosent yvir eitt fýra ára tíðarskeið. Samstundis eru ávísar dagføringar gjørdar í sátt­ málanum, eins og harmoni­ seringar eru framdar í mun til hinar sáttmálarnar hjá AFF. Ein týðandi broyting er eisini, at fingin er ein avmarkað trygd fyri lønar­ virðinum í fjórða sáttmála­ árinum. Møguleiki er her at gera ávísar reguleringar, alt eftir menningini í búskapinum í samfelagnum. Arbeiðssteðgurin í Før­ oya Banka og Trygd og skerda virksemið hjá Trygg­ ingarfelagnum Føroyar, Før­ oya Lívstrygging, Eik Banka, Norðoya Sparikassa, Suðuroyar Sparikassa og Kaupthing Bank er av við hesi semjuni. Deildirnar hjá Føroya Banka og Trygd lótu upp aftur fyri vanligari av­ greiðslu klokkan 13, meðan hinar fyritøkurnar lótu upp til vanliga tíð í morgun. tíðindi SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 4 3 0 H v a l v í k · t e l 4 2 2 3 9 4 Fríggjadagin og Leygardagin 1 og 2 juni heldur O.K.Heilsøla & Maskinur 16 ára føðingardag Í hesum sambandi er handilin opin frá kl 8.00 til19.00 fríggjadagin og frá 9.00 til 17.00 leygardagin. Latið verður 20-30-40 % í avstáttur av ávísum vørum. Leygardagin verður Kaffi v.m. Okkurt verður til børnini eisini. 1991 2007 Fýra ára sáttmáli til bankafólk – Vit kundu sjálv- andi ynskt okkum ein betri sáttmála. Men tá ein skal finna fram til eina semju, má ein býta okkurt í seg, sigur Kenneth Samuelsen, formaður í starvs- fólkafelagnum hjá Føroya Banka semja Snorri Brend Fyrrapartin vórðu starvs­ fólkini kallað inn til kunn­ andi fund í Meinigheits­ húsinum, har greitt varð frá nýggju semjuni. Her var fullsett av fólki, og sum skilst ein positivur andi, nú tey sleppa aftur til arbeiðis fyri eina betri løn. ­ Eg haldi, at fólk vóru væl nøgd við semjuna, serliga tí at vit fingu eina reallønartrygging uppá 0,75 prosent tað seinasta árið. ­ Hóast vit ikki kenna framtíðina, so er ikki ósannlíkt at hetta verður úrslitið, sigur Kenneth við Sosialin. Lønin er sjálvandi tann stóri spurningurin í einum og hvørjum sáttmála, men í hesum sáttmálanum eru eisini onnur viðurskifti staðfest og fingin upp á pláss, millum annað tað, ið snýr seg um flex­tíð­ ina. Eitt annað mál, sum somuleiðis er loyst, er spurningurin um samsýning fyri luttøku á fundum. Nú er greitt orð­ að, hvat ein kann í hesum føri. ­ Hetta var eisini nakað sum fólki fegnaðist um, sigur hann. Forstjórin í Føroya Banka, Janus Petersen er somuleiðis fegin um semjuna við starvsfólkini. - Tað var gott at semjan kom í lag, soleiðis at bankin kann koyra víðari, sigur hann semja Snorri Brend Við semjuni fáa starvsfólkini í hansara banka eina lønar­ hækking uppá 11,94 pro­ sent, sum er á nøkulunda sama støði sum onnur fak­ feløg, millum annað Starvs­ mannafelagið hava fingið í sínum sáttmálum. – Hetta er avgjørt ein sátt­ máli, sum vit kundu taka undir við. Eg haldi tað vera serliga positivt, at hann er galdandi í fýra ár, sigur Janus Petersen við Sosial­ in. Hann var við á fundinum í Meinigheitshúsinum í morgun, og hittu vit ein væl­ nøgdan forstjóra beint eftir fundin Nú verður arbeiðsfriður í so máta, men hetta fer kort­ ini ikki at føra við sær, at forstjórin og starvsfólkini annars fara at sita hendur í favn: Rættiliga stórar avbjóðingar liggja fyri framman. Í fyrsta lagi skal arbeiðið at einskilja bankan halda fram, og í øðrum lagi verður arbeitt við at fáa bankan skrásettan á virðisbræva­ marknaðinum. Hetta seinasta skal eftir ætlan fara fram í komandi mánaði. ­ Vit mugu nú til verka aftur, fyri at menna bankan til avbjóðingarnar í framtíð­ ini, sigur forstjórin. – Nú mugu vit víðari – Fólk eru nøgd Bæði forstjórin í Føroya Banka, Janus Petersen, og starvsfólkini tykjast nøgd við nýggja 4-ára sáttmálan Mynd: Jens Kr. Vang Bankafólk í Føroya Banka nýtast ikki longur at standa í bíðirøð í Eik Mynd: Jens Kristian Vang Sum heild eru fólk vøl nøgd við semjuna Mynd: Jens Kristian Vang