hósdagur 31. mai 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 102 - 31. mai 2007
Ársúrslitið hálverað
Aðalfundur hevur verið í partafelagnum Føroya Tele,
har ársroknskapurin fyri 2006 varð lagdur fram og
góðkendur. Ársúrslitið varð 27,2 milliónir krónur
eftir at 6 milliónir krónur eru settar av til skatt. Hetta
er væl lægri enn í 2005, tá ið úrslitið varð 50,1 milli
ónir krónur. Ein av høvuðsorsøkunum til, at úrslitið
er lægri, eru ikki afturvendandi kostnaðir áljóðandi
19,4 milliónir krónur. Talan er um niðurskriving av
íløgum umframt 100 ára dagurin hjá Føroya Tele.
Úrslitið verður mett at vera nøktandi, men felagið
roknar við einum betri úrslitið í ár enn í 2006.
Helvtin svarað nøgd-
semiskanning
Í gjár fingu 500 fólk, ið enn ikki hava svarað spurnablaðnum í sjúkling
anøgdsemiskanningin hjá Almanna og heilsumálaráðnum, sendandi
eina áheitan um at svara skjótast gjørligt. 1000 fólk hava fingið send
andi spurnablað, har tey eru spurd um, hvussu tey høvdu upplivað tær
veitingar og tænastur, tey fingu sum sjúklingar á føroysku sjúkra
húsunum. Kanningin er gjørd av óheftum donskum kanningarstovni,
og skal vera grundarlag fyri at bøta um dygdina á tænastum, ið sjúkra
húsini veita sjúklingum. Tað er Sjúklingaráðið sum hevur heitt á lands
stýrismaðurin um at taka stig til, at kanningar sum hesar verða gjørdar.
Fyrrapartin í dag
var móttøka í nýggju
kunningarstovuni
í Nólsoy, sum skal
gerast miðdepililn
fyri ferðavinnu
virkseminum í oynni
FERÐAVINNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Bæði býráðið og ferðavinnan
var væl umboðað, tá móttøka
var í nýggju kunningar
stovuni í Nólsoy fyrrapartin.
Kunningarstovan húsast í
einum gomlum pakkhúsum
frá 1887, sum upprunaliga
varð bygt sum fiskahús, men
seinni er nýtt til handil, ið var
fyrsti av sínum slag í
Nólsoy.
Roynt hevur verið at varð
veita upprunaliga tilfarið, har
tað hevur verið møguligt.
Eitt nú er diskurin gjørdur av
klædningaviði, sum fram
vegis var nýtiligur, eftir at
klædningurin var skiftur út.
Arbeitt hevur verið í eina
tíð við ætlanunum um at
skapa grundarlag fyri eini
munandi ferðavinnu í Nóls
oy, og ein arbeiðsbólkur varð
skipaður í fjør við hesum
endamáli. Í vetur keypti Eirik
Hansen, sum er limur í
arbeiðsbólkinum Pakkhúsið
hjá Petersen, sum tað vanliga
verður rópt, og síðani hevur
verið fingist við at umvæla
tað og gera tað um til eina
kunningarstovu.
Striltið hevur gingist við at
fáa fatur á tilfarinum, og nú
tíðin nærkaðist hevur verið
arbeitt í »døgndrift« fyri at
fáa hølini klár til móttøkuna í
morgun. Og tað eydnaðist.
Vegna plásstrot mugu vit
avmarka okkum, men meiri
verður at frætta um ætlanir
nar um Nólsoy sum ferða
vinnumál í blaðnum í morg
in.
Kunningarstova
latin upp
í Nólsoy
Nýggja kunningarstovan í Nólsoy heldur til í gamla Pakkhúsainum hjá Petersen. Pakkhúsið
liggur sera væl fyri, tí hetta er tað fyrsta ið sæst, tá trinið verður á land av Rituni.
Mynd: Leo Poulsen
Donsku popprokkar
arnir Johnny Deluxe,
sum í fjør bjargaðu
Summarfestivalinum
við eini framúrskar
andi náttarfram
førslu, fara aftur í
ár vitja í Føroyum.
Hesaferð er tað í
Havn, á árligu Ólav
søkukonsertini, ið
telur eitt annað út
lendskt navn og fimm
føroysk
TóNlEIkuR
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Fyrireikararnir av Ólavsøku
konsertini fara í ár at halda
seg tætt at konseptinum, sum
hevur
sermert
landsins
størsta rokk og poppkonsert í
yvir 20 ár, nevniliga tónleika
bólkar, sum venda sær til
ungdómar millum 15 og 25
ár.
Konsertin er sum vant 27.
juli, og í ár er hetta fríggja
kvøld.
Umframt
Johnny
Deluxe er konsertin pinn
pakka við bestu Føroysku
nøvnunum: Eyðun og Terji,
Páll Finnur Páll, Sic, Boys
In A Band og Side Effect.
Harumframt
kemur
eitt
útlendskt
navn
afturat.
Endaligu
samráðingarnar
eru í gongd júst nú, og tað er
næstan komið undir land
við tí. Hvat hetta navnið er,
verður kunngjørt 1. juli um
avtalan kemur upp á pláss.
Bjargaði
Summarfestivalinum
Johnny Deluxe spældi tvær
ferð í Føroyum í fjør, fyrsta
framførslan var unplugged á
Planet Awards, og var so
mikið væl móttikin, at bólk
urin var boðin á Summarfesti
valin. Hetta var ein av bólku
num, ið var nógv seinkaður
av mjørka í Vágum, ið tían
verri var við til at forstýra
Summarfestivalin í fjør, men
flest øll tyktuskt á einum
máli um, at tá bólkurin
endiliga kom á pallin klokkan
2.30 um náttina, var talan um
bestu
framførslu
á
festivalinum,
og
bæði
Sosialurin og Dimmalætting
søgdu, at hendan framførsla
bjargaði festivalinum. Johnny
Deluxe hevur skrivað eina
ørgrynnu av megahittum.
Fyrireikarnir siga, at tað hev
ur verið eitt stríð at fingið
teir hendavegin, tí teir hava
úr at gera, men at enda
eydnaðist tað hóast alt.
Stílurin Jonny Deluxe spælur,
má sigast at vera reindyrkaður
popptónleikur við løttum og
vælskiljandi tekstum. Hetta
ger, at tað er lætt at syngja
við , og flest øll fara ivaleyst
at syngja við, tá ið Jonny
Deluxe fer at spæla tey
mongu hittini á Ólavsøku
konsertini.
Gott føroyskt
Men millum føroysku nøvn
ini eru eisini fleiri landaplág
ur, neyvan man nakar hava
skrivað fleiri hitt enn duoin
Eyðun og Terji, men ein
annar bólkur, ið eisini hevur
stórar syngi við kvalitetir
eru Páll Finnur Páll, ið
nærum hava tikið leiklutin
sum teir nýggju Frændir, har
allir áskoðararnir syngja við
frá byrjan til enda. So eru
hini trý føroysku nøvnini
ikki líka syngið við vinarlig,
men tey hava aðrar góðskur.
Sic Boys In A Band og Side
Effect hava tað til felags, at
teirra tónleikur dugur at fáa
mannfjøldir at flippa út, og
tað hevur uttan iva eisini
tað, sum hendir á Ólavsøku
konsertini.
Atgongumerkini
bíligari
Atgongumerkini eru at fáa
til keyps í forsølu í øllum
Kallhandlum, sum fara at
selja tey fyrstu 500 atgongu
merkini til Kallkundar fyri
einans 150 krónur og øll
kunnu gerast kallkundar At
gongumerkini fáast eisini
til keyps í forsølu í Kunning
arstovuni í Havn á 250 krón
ur og 300 krónur við dyrnar
Í fjør Johnny Deluxe spældu eina framúrskarandi konsert á
Vágsbøi
Mynd: Bárður Lydersen
Johnny Deluxe á Ólavsøkukonsert