Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2001síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Tekstur á síðuni

14 Nr. 58 - 23. mars 2001 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Tað verður kampval á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í kvøld, fríggjakvøldið. Limirnir skulu gera av, um Lisbeth L. Petersen megnar at syfta Ed- mund Joensen, sum hevur verið formaður í tíggju ár, úr formans- sessinum FORMANSVAL John Johannessen Sambandsflokkurin gongur í tveimum fylgjum fyri tíðina. Annað fylgið er tað, ið ynskir Lisbeth L. Petersen til nýggjan formann í flokkinum, meðan hitt fylgið ynskir at varðveita Edmund Joensen í formans- sessinum. Støddin á báðum fylgjunum er á leið tann sama. Tí er tor- ført at meta um, hvør er for- maður Sambandsfloksins eftir formansvalið fríggjakvøldið. Limirnir í fylginum hjá Lis- beth L. Petersen eru úr Unga Sambandinum, sambandsfel- agnum í Suðurstreymoynni og úr Eysturoynni fyri tað mesta. Limirnir í fylginum hjá Ed- mund Joensen eru fyri tað mesta úr Norðoyggjum, Vág- um, Suðuroynni og møguliga eisini Norðurstreymoynni. Formansvalið í Sambands- flokkinum er soleiðis skipað, at tey sjey valfeløgini í ávika- vist Norðoyggjum, Eysturoy, Norðurstreymoy, Suður- streymoy, Vágoy, Sandoy og Suðuroy atkvøða við fimm at- kvøðum í part. Sostatt er at- kvøðutalið frá valfeløgunum tilsamans 35 atkvøður. Síðani hevur Unga Sam- bandið fimm atkvøður, teir seks tinglimirnir hava eina í part, kassameistarin í flokkin- um hevur eina, næsformaður- in hevur eina og at enda hava teir tríggir limirnir í starvs- nevndini hjá Sambandsflokk- inum eina atkvøðu í part. Er flokkurin umboðaður á Fólkatingi, hevur fólkatings- limurin eisini eina atkvøðu, eins og landsstýrismenn hava eina atkvøðu í part, tá flokk- urin er í samgongu. Umboðar ungdómin Orsøkin til, at Lisbeth. L Pet- ersen er valevni til formans- valið í Sambandsflokkinum í kvøld, er ein áheitan frá ung- dómsfelagnum hjá Sambands- flokkinum, Unga Sambandin- um. Unga Sambandið heldur, at Sambandsflokkurin hevur brúk fyri einum nýggjum andliti úteftir, og at Lisbeth L. Petersen er væl egnað, sum hetta andlit. Tí spurdi Unga Sambandið Lisbeth, um hon vildi stilla upp ímóti Edmundi Joensen, og hon játtaði. Sostatt kann sigast, at Lis- beth L. Petersen er valevnið hjá Unga Sambandinum, og tískil kann roknast við, at Ungdómurin fer at suðla henni við sínum fimm atkvøðum til formansvalið. Sambandsfelagið í Suður- streymoynni hevur boðað Lis- beth L. Petersen frá, at tað stuðlar henni við sínum fimm atkvøðum. Tær fimm atkvøð- urnar úr Eysturoynni fara helst eisini til Lisbeth, umframt at hon fær atkvøðuna frá verandi næstformanni og helst eisin onkra aðra atkvøðu úr starvs- nevndini, umframt sína egnu millum tinglimirnar og helst eisini teirri hjá Alfred Olsen. Tískil kann væntast, at Lis- beth L. Petersen kann vera vís í teimum fyrstu 20 atkvøðun- um. Heðin stuðlar Edmundi Kampval er eisini um næstfor- manssessin. Trygvi F. Gutte- sen hevur boðað frá, at hann stillar ikki upp aftur til næst- formansvalið. Men samstund- is hava tinglimirnir Heðin Mortensen og Alfred Olsen boðað frá, at teir stilla upp til formansvalið. Sosialurin veit frá keldum innarliga í Sambandsflokkin- um, at Heðin Mortensen stuðl- ar Edmundi Joensen og stillar upp til næstformansvalið fyri at draga atkvøður til Edmund Joensen til formansvalið. So- statt hongur valið um næstfor- mannin tætt saman við valin- um um formannin, eins og valið um varaforsetan hongur saman við valinum um for- setan í USA. Stillararnir hjá Heðini Mort- ensen eru Andras Miðskarð og Manni W. Høgnesen úr Norð- oya Sambandsfelag, Bárður Nielsen og Holgar Hansen, úr Norðstreymoyar Sambands- felag, Jógvan Jensen og Petur Weihe úr Føroya Væl, Jør- mund Olsen, úr Sandoyar Sambandsfelag og Zacharias Bech og Sofus Strøm úr Suð- uroyar Sambandsfelag. Er tað rætt, at Heðin Mort- ensen stillar upp sum næstfor- manskandidatur hjá Edmundi Joensen, kunnu vit rokna við, at Edmund Joensen fær meg- inpartin av atkvøðunum frá hesum feløgum, umframt sína, teirri hjá Flemming Mikkel- sen, teirri hjá Marjus Dam og teirri hjá Heðini Mortensen millum tinglimirnar. Sostatt kann Edmund Joen- sen vera vísur í góðum 20 at- kvøðum. Líkist ’98 Í 1998 var eisini kampval um formanssessin í Sambands- flokkinum. Tá gjørdi Jóhannes Martin Olsen av at stilla upp ímóti Edmundi Joensen. Valið var ógvuliga javnt, men tað eydnaðist Edmundi at vinna ein tepran sigur við 32 atkvøð- um móti 26. Tað ber ikki til hjá okkum at siga, hvør fer at vinna í kvøld. Men vit kunnu staðfesta, at talan fer at verða um eitt líka spennandi val. Tað eru tilsam- ans 51 atkvøður í Sambands- flokkinum, og Edmund Joen- sen og Lisbeth L. Petersen hava longu tryggjað sær 20 í part. Tískil kemur býtið av teimum 11 atkvøðunum, sum eru eftir, at avgera valið. Sambandsflokkuri n treingir til eitt nýtt andlit úteftir. Tí hevur Lisbeth L. Petersen valt at taka av áheitanini at stilla upp til for- mansvalið FORMANSVAL John Johannessen Sambandsflokkurin er settur í bás, sum ein stirvin og afturhalds- sinnaður flokkur. Hetta heldur Lisbeth L. Petersen, sum hevur tikið av áheitan frá Unga Sambandinum um at stilla upp ímóti Edmundi Joensen til formansvalið í flokkinum. – Eitt nýtt andlit í for- manssessinum kann møguliga betra um um- dømið hjá flokkinum, so vit ikki longur verða sett í bás, sum tey, sum einki vilja, sigur Lisbeth L. Petersen. Nýggja formansval- evnið leggur tó doyðin á, at hon ikki heldur ver- andi formann, Edmund Joensen vera beinleiðis orsøk til vánaliga um- dømið floksins. – Hetta er bara eitt umdømi, vit hava fingið. Og ein loysn at betra um tað er møguliga at fáa nýggjan formann. Hetta kann tykjast órættvíst móti Edmundi Joensen, men soleiðis er politikkur. Hetta er ein hørð verð, staðfestir Lisbeth L. Petersen. Lisbeth L. Petersen torir ikki at siga, um hon fer at vinna valið, men hon ætlar at gera eina roynd. Hon tekur for- mansvalið, sum eina av- bjóðing, og vinnur hon ikki, fer hon ikki í kol- kjallaran. – Eg eri ógvuliga errin av, at tað eru tey ungu, sum hava stillað meg upp. Hetta kenni eg sum eina veruliga álitisváttan, sigur Lisbeth L. Petersen. Hóast hetta er fyrstu ferð, at Lisbeth stillar upp til formansvalið í Sambandsflokkinum, er tað ikki fyrstu ferð, at hon hevur fingið áheit- anina. Hon er fleiri ferðir biðin um at stilla upp, men ikki fyrr enn nú helt hon løtuna vera ta røttu. Lisbeth L. Petersen sigur seg hava lagt stóran dent á at spæl við opnum kortum til formansvalið. Hon kunnaði beinan vegin Edmund Joensen um ætlanina, tá hon hevði gjørt av at stilla upp. Vinnur Lisbeth L. Pet- ersen formansvalið, fer Sambandsflokkurin at vera lættari at tosa við, tá tað snýr seg um broyt- ingar í ríkisrættarligu støðuni. Men Lisbeth ætlar sær ikki eitt vet út um ríkisfelagsskapin. Har er markið, sigur hon. Formansval í Sambandsflokkinum: Hólmgongan verður fríggjakvøldið Lisbeth L. Petersen: Vil vera nýtt andlit Verandi formaður Sambandsfloksins virðir fólkaræðis- ligu avgerðina um at stilla Lisbeth L. Petersen sum mót- valevnið til for- mansvalið FORMANSVAL John Johannessen Tá tú ert á toppinum er bara ein vegur, og hann er niðureftir. Hetta staðfestir Ed- mund Joensen, verandi formaður Sambands- floksins. Edmund Joensen sig- ur seg virða avgerðina hjá Unga Sambandi- num, um at stilla Lis- beth L. Petersen upp til formansvalið, fult út. – Hetta eru nú eina- ferð fólkaræðisligu treytirnar í nýggja bygnaði floksins, sum eg sjálvur havi verið við til at gjørt. Tað kostar at hava ein opn- an flokk, har øll kunnu siga sína meining, stað- festir Edmund Joensen. Edmund Joensen hevur verið formaður Sambandsfloksins í tíggju ár. Og hetta tíð- arskeiðið hevur hann upplivað mangt. Hann var løgmaður í tíðar- skeiðnum frá 1994 til 1998. Løgmansskeiðið byrjaði við svárari bú- skaparligari kreppu, men tá Edmund fór úr løgmanssessinum vóru aftur uppgangstíðir í Føroyum. – Eg eri glaður fyri, at politikkurin hjá okk- um hetta tíðarskeiðið eydnaðist. Serliga eri eg glaður fyri, at vit fingu eina loysn á bankamálinum, at vit fingu sett Framtaks- grunnin á stovn, at vit framdu bygnaðarbroyt- ingar í almennu um- sitingini og at vit løgdu fiskavirkini saman í Fiskavirking, sum í dag er eitt ógvuliga væl koyrandi felag, sigur Edmund Joensen. Verður Edmund Jo- ensen afturvaldur til forman í Sambands- flokkinum, ætlar hann at føra somu hørðu linju móti fullveldis- málinum. – Tað er neyðugt, at Sambandsflokkurin markerar seg hart ímóti fullveldisætlanini. Sambandsflokkurin er einasta alternativið til fullveldisætlanina. Vit vilja gera ítøkiligar broytingar innan fyri ríkið, meðan Javnaðar- flokkurin vinglar mill- um sambandsveingin og fullveldisveingin. Fólk skulu vita, at vit eru einasta alternativ, sigur Edmund Joensen. Kortini ásannar Ed- mund Joensen, at Sam- bandsflokkurin hevði fingið bestu broyting- arnar í ríkisfelagsskap- inum í lag, um hann fór í samgongu við Javn- aðarflokkin. Edmund Joensen tor- ir ikki at gita, um hann vinnur formansvalið í kvøld. Men hann vónar tað besta. – Eg vóni, at eg vinni. Men geri eg tað ikki, so koyrir lívið víðari. Eg ætli mær í øllum førum í veitslu saman við Sambands- flokkinum, um tað so verður til at gravøl ella veitsluøl, sigur lovar Edmund Joensen. Fakta Lisbeth L. Petersen Fødd 28. februar 1939. Foreldur: Rachel og Georg Lindenskov Sam- uelsen, Tórshavn. Maður: Jákup Peter- sen, maskinmeistari, sonur Elsu og Jóannes Petersen, Signabø. Útbúgving: Realprógv Tórshavn 1955. Stud- entsprógv Bagsværd Kostskole og Gymnasi- um 1958. Yrki: Husmóðir. Fyrr- verandi projektskrivari á Føroya Fornminnis- savni. Býráðslimur í Tórs- havn síðan 1984, 1. næstformaður 1984-92, býráðsformaður 1992 - 1996. Starvsstjórnarlimur (Sambandsflokkurin) 1980-90. Floksskrivari 1982-87. Nevndarlimur í “Føroya Væl” - veljarafelag Sambands- floksins - 1989-2000, formaður 1997-99. Næstformaður í KSF - Kvinnufelagssamskipan Føroya 1982-86. Varalimur á fólkatingi á heysti 1988. Løgtingsmaður síðan 1990. 2. næstformaður í 1991 og 3. næstformað- ur í 1992. Heimstaður: Handara- tún 9, 100 Tórshavn. Kelda: www.logting.fo Edmund Joensen: Kalt á toppinum Fakta Edmund Joensen Føddur 19. september 1944 á Oyri. Foreldur: Hansina f. Sam- uelsen úr Haldórsvík og Poul Joensen, Oyri. Kona: Edfríð Joensen, dóttir Jacobu og Hjalmar Johannesen, Norðskála. Fyrrv. størv: Frá 1959 sjómaður og í handilsvinnu, reiðaravirksemi og fram- leiðsluvirksemi hjá O. C. Joensen. Frá 1969 við í ali- virksemi og við til at stovna Fiskaaling í 1970. Nevndar- limur í Fiskaaling í 1973- 94. Fóðurmeistari í Fiskaal- ing 1978. Virkisleiðari á ali- støðini á Oyrabakka frá 1980. Stjóri á P/f O. C. Jo- ensen, Oyri til 1994. Nevndir: Limur í um- boðsnevnd L/F Føroya Fiskasølu 1985-94, limur í starvsnevnd í somu fyritøku 1987-94, nevndarlimur í Menningarráðnum og í Menningarstýrinum. Bygd- aráðslimur í Sunda bygdar- ráði 1970-80, limur í skúla- nevndini og formaður í stýrinum fyri Felagsskúlan á Oyrabakka. Formaður fyri tingbólki Sambandsfloksins 1990-94. Formaður Sambandsfloks- ins síðani 1991. Limur í løgtingsins ídnaðarnevnd, samferðslunevnd og markn- anevnd. Síðani mai 1998 3. næstformaður, formaður í landsstýrismálanevndini og limur í uttanlandsnevndini. Løgmaður sept. 1994 - mai 1998 Fólkatingsmaður 1994 - 1998. (Hevði varamann, meðan hann var løgmaður). Løgtingsmaður síðani nov. 1988- (Hevði vara- mann, meðan hann var løg- maður Heiðurstekin: Riddari av Dannebrog juni 1995. Ridd- ari av Dannebrog 1. grad januar 1997. Heimstaður: 450 Oyrar- bakki. Kelda: www.logting.fo Í kvøld skal stríðið standa, hvør í morgin myndar Sambandsflokkin úteftir. Edmund og Lisbeth hava 20 vissar atkvøður í part. 11 eru eftir at deila. Bæði virða tey fólkaræðisligu avgerðina, um hin vinnur Mynd: Jens Kristian Vang Lisbeth L. Petersen vónar, at tað fer at bera til hjá henni, sum nýggjari mynd úteftir, at betra um umdømi Sambandsfloksins. Flokkurin skal seljast betri Mynd: Jens Kristian Vang Edmund Joensen heldur Sambandsflokkin vera einasta alternativið til fullveldisætlan- ina. Hetta má veljarin vita, og tí ætlar hann at halda fram við stívrendu linjuna Mynd: Jens Kristian Vang Nr. 58 - 23. mars 2001 15