hósdagur 31. mai 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2007
VARPIÐ
Kanal5 • Fríggjdagin kl. 20.00
James Bond: Dr. No
Sean Connery og Ursula Andrewss gjørdust bæði
heimskend í fyrsta filminum um gentleman-agentin
hjá Ian Flemming. Í fyrstu royndini framman fyri
almenninginum verður Bond sendir til Jamaica, har
hann skal kann morðini á ein bretskan agent og
skrivara hansara.
Canal+Film1 • Sunnudagin kl. 19.00
Bad News Bears
Morris Buttermaker er ein
alkoholiseraður, fyrrverandi yrkisspælari
innan baseball. Nú fær hann møguleikan
at venja eitt dreingjalið. Eitt lið, sum er
sett saman av nøkrum púra ymiskum
12-ára gomlum dreingjum, sum bert
hava eitt í felag. Teir nytta púrasta einki
í baseball.
3+ • Mikudagin kl. 21.45
The Riverman
Ein hópdrápsmaður ger um seg í Seattle,
og Dr. Robert Keppel verður tilkallaður,
so hann kann gera eina profil av
drápsmanninum. Keppel hevur ikki verið í
yrkinum eina tíð, og tí noyðist hann aftur
at læra at hugsa sum ein drápsmaður.
Til tess fer hann undir eina røð av
samrøðum við fyrrverandi fígginda sín,
Ted Bundy, sum nú situr handan rimar.