Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-31, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2007síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 102 - 31. mai 2007 tíðindi Hey omma og langomma Vit 25 ynskja tær hjartaliga tillukku við 87 ára degnum 30. mai, við vón um at tú fær ein góðan dag. Tú ert slett ikki so galin. Vit elska teg, og eisini tá tú ikki hoyrir, og hoyraparatið ýlur. Her á myndini, er hon í hált við at fáa stráfórðið til høldar. Bit bíða spent til vit aftur sleppa túr við tær :-) Gud viti hvussu hevði verið statt, um tú og trølla- omman høvdu verið grannar. heilsanir Góða fitta mostir Hjartaliga tillukku við 18 ára føðingar- degnum tann 30. mai. Gleði meg at sleppa biltúr við tær. Ynskir Sóley Góða Gunvá Hjartaliga tillukku við degnum. Alt tað besta. Ynskja mamma og babba Góða frú Davidsen Hjartaliga tillukku við degnum sunnudagin 27. - 57! Myndin tikin 27. jan. 1977. Tað vóru dagar: Romantikkur. Kærastu heilsanir ja, gita nú!! Góði John Hjartaliga tillukku við 2 ára degnum 31. mai. Nú ert tú ein stórur drongur. Vit elska teg. Bestu ynskir frá mammu, babba og Aron Góði fitti Jónas Hjartaliga tillukku við fýra ára degnum í dag, vónandi fært tú ein góðan dag og nógvar pakkar! Ynskja mamma, babba og Anna Lærarastørv í vestmanna skúla lýst leys til setanar frá 1. august 2007 søkt verður eftir 5 lærarum, einum í føstum fulltíðarstarvi, trimum í tíðaravmarkaðum full­ tíðarstarvi og einum í tíðaravmarkaðum part­ tíðarstarvi , (um 10 – 12 tímar/vikuna) • fyri eftirløntan lærara, lærarar í farloyvi, lækkað tímatal, stuðulstímar og avlopstímar Søkt verður eftir lærarum, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum Harumframt skulu lærararnir hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum lærugreinum/lærugreinaøkjum: • undirvísa gentum og dreingjum í ítrótti og í svimjing, undirvísa á ítróttarbreyt og hava ítrótt sum linjulærugrein • undirvísa í týskum og enskum • undirvísa í náttúru/tøkni, alisfrøði og evnafrøði • undirvísa í træ- og jarnsmíð og motorlæru • undirvísa í handverk og list • undirvísa í tónleiki • kunna taka námsfrøðiligar stuðulstímar • vera flokslærarar Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkj- um. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tó kunnu læraralesandi, ið lúka prógv í summar, eisini søkja størvini. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er Vestmanna skúli. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum við- víkjandi. Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sam- bært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini verða sett fyri skúlaárið 2007 - 2008. Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 14. juni 2007, kl. 16.00. Fleiri upplýsingar um størvini fært tú við at ringja til Vestmanna skúla tlf. 470100, fartlf. 230100, til varaskúlastjóran fartlf. 230101 ella við at senda t-post til skúlastjóran olavur.winther@skulin.fo Vestmanna Skúli Toftavegur 12 · FO - 350 Vestmanna · Føroyar Tlf. 470100 · Fax: 470101 · vestmanna@skulin.fo Vestmanna Skúli hevur komandi skúlaár umleið 210 næmingar og um 20 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/ves/. Vestmanna Skúli er kendur fyri at vera næm- ingavinarligur og grønur skúli. Skúlin arb­eiðir í løtuni við hesum evnum: at menna trivnaðin, b­yrj­anarundirvísingina, samstarvið við vinnulívið og at geva næmingunum fj­ølb­royttar avb­j­óðingar.