hósdagur 31. mai 2007síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað ber ikki til at tosa um
Billund uttan at nevna
fyritøkuna LEGO, sum
hevur gjørt tann jútska
býin heimskendan
Billund
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Tá timburmeistarin Ole Kirk
Christensen í 1932 fór undir at
gera leikur út træi, kundi hann av
góðum grundum ikki vita, hvat
hetta stig fór at hava við sær. Men
nú 75 ár seinni kunnu vit so stað
festa, at í dag eru leikurnar úr
Billund millum tær best umtóktu
um allan heimin.
Ole Kirk Christensen visti sjálv
andi heldur ikki, at navnið LEGO
skuldi fara inn í næstan hvørt
heim, og tað eru helst eisini tey
fáu, sum vita, hvaðani navnið stav
ar. Sjálvt orðið LEGO setti hann
saman burtur úr donsku orðunum
”leg godt”. Sjálvur visti hann
ikki, at á latíni merkir orðið lego
millum annað at seta saman, so
hann kundi valla verið meiri hepp
in við sínum navnavali.
Tær LEGOleikurnar, sum vit
kenna í dag, hava sín uppruna fyri
næstan 50 árum síðani, og tað eru
tær óteljandi avbjóðiongarnar,
sum hava gjørt hesa leikuna til
nakað heilt serligt.
Í 1950árunum var leiðsluskifti
í LEGOfyritøkuni, tá Godtfred
Kirk Christensen, sonur stovnar
ans, tók við. Nøkur ár seinni bleiv
framleiðslan løgd undir felags
heitið ”Spæl og lær”, og við tí
fylgdi tann hugsan, at tað ber til
at læra við at spæla. Í 1958 kom
so tann væl kendi samansetingar
hátturin, sum eyðkennir LEGO
leikurnar, og sum legði grundarlag
undir heimsins best kenda leika.
Stór menning
Tíðirnar broytast og ikki minst á
leikuøkinum. Fyrst í sekstiárunum
eydnaðist tað LEGO at gera hjól,
sum kundu brúkast saman við
leikunum, og í 1966 koyrdi tað
fyrsta LEGOtokið við einum lítl
um motori.
Um sama mundið bleiv fram
leiðslan eisini broytt, soleiðis at
LEGO fór undir at gera leikur í
tveimum støddum ásannandi, at
tey yngstu hava lættari at spæla
við teimum størru leikunum.
Í 1974 komu teir fyrstu LEGO
figurarnir á marknaðin. Longu
frá byrjanini varð avgjørt, at figur
arnir skuldu ikki hava navn, so
børnini kundu fáa fríar teymar til
at nevna síni leiku.
Í 1979 var aftur leiðsluskifti í
LEGOfyritøkuni, tá triðja ættar
liðið, Kjeld Kirk Christensen, tók
við sum aðalstjóri. Hann helt fram
við at menna framleiðsluna, og
eitt úrslit av tí var, at LEGO fór
undir at gera leikur, sum høvdu
tilknýti til rúmdina og rúmdar
ferðir.
Í 1984 tók LEGO upp samstarv
við ein amerikanskan tøknistovn,
og úrslitið av hesum samstarvi
varð, at LEGO fór undir at brúka
teldustýrdar leikur, og seinni
komu teir væl kendu LEGO
robottarnir á marknaðin.
Síðani aldarskiftið hevur LEGO
eisini fingið fótin fastan í films
heiminum og hevur í tí sambandi
samstarvað við so kend filmsfólk
sum Steven Spielberg og so kend
filmsfeløg Warner Bros.
Billund = LEGO
Puntur nummar 17 av 23
LEGO fyri øll
LEGO hevur í sínari framleiðslu lagt
dent á at gera leikur, sum allir
aldursbólkar kunnu brúka, og sum fólk
á øllum menningarstigum kunnu brúka.
Framleiðslan spennir frá teimum stóru
leikunum til tey smæstu børnini til
nútímans teldustýrdar leikur til børn og
ung í dag. Tískil er LEGO fyri øll, sum
fyritøkan sjálv sigur.