Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-31, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2007síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 - 31. mai 2007 summarkapping 53 Navn: Kári Sigvardsen Bústaður: Ongland/Føroyar Aldur: 27 Starv: KT Frítíðarítriv: Fótbóltur og squash Nær fært tú summarfrí í ár? Mitt í juli Hvussu fert tú at halda summarfrítíðina? Eg fari av landinum í tríggjar vikur saman við Rannvá og verforeldrunum. Vit fara við Norrønu til Skotlands, koyra suður ígjøgnum Ongland, steðga so eina viku í summarhúsi í Fraklandi og fáa so eisini nakrar dagar í Danmark ávegis aftur til Føroya. Hví hevur tú valt at gera júst hetta? Rannvá, gentan hjá mær, fær lestrarprógv í Onglandi í juli, og vit gera okkum dælt av hesum við at tvinna okkara frítíðarætlanir inn í hetta. Í Fraklandi gleða vit okkum til gott veður og góða matin. Plagar tú at ferðast uttanlands um summarið? Havi búð í Onglandi seinastu árini og ferðin hevur tí altíð gingið til Føroyar hvørt summar. Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið? Ikki so nógv, sum eg kundi hugsa mær. Men eg royni at fáa onkran dag norði við Gjógv í hoyggingini og okkurt vikuskifti í summarhúsi onkustaðni aðrar tíðir á árinum. Ferðast tú hinar árstíðirnar? Ja, mær dámar væl at fara stuttar ferðir til ymiskar stórbýir í Europu. Seinast vóru vit í Budapest. Lýs summarið við fimm orðum? Ljósar nætur, blankir firðir, pollamjørkin, ferðing og gott veðurmót. Hvat er títt dreymaferðarmál? Tað kundi líka væl verið ein træsmátta í Finmørkini og ein strásmátta á eini fjarskotnari Kyrrahavsoyggj – bara eg var langt burtur frá gerandisrokinum og í friði saman við góðum fólki og mati. Í summarhús í Fraklandi 11. november fer heimskendi bólkurin Take That á pall í Forum í Keypmannahavn. Vit hava fingið fatur á nøkrum atgongumerkjum til konsertina, so tað er um at skunda sær... P/F Flogfelag Føroya • Hoydalsvegur 17 • 100 Tórshavn • Tel. 34 00 60 • Fax 34 00 11 • airport@ff.fo ”Take That” konsert í Keypmannahavn www.ff.fo Íroknað prísin er: • Flogferð Vágar – Keypmannahavn og aftur við øllum avgjøldum • Atgongumerki til konsertina hjá Take That í Forum kr. 2.995,- fyri hvønn úr Vágum 9. og heim aftur 12. november www.husamekling.fo V a g l i ð • F O - 1 0 0 T ó r s h a v n T e l 3 1 9 3 2 1 • F a x 3 1 9 3 3 1 Leitar tú eftir húsum ella vilt tú selja hús tíni, so er Húsamekling rætta staðið. Hygg inn á www.husamekling.fo