Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 103 - 1. juni 2007 Tríggjar ymiskar advokatskrivstovur hava nú ummælt nógv umrøddu broytingina í lógini um vinnuligan fiskiskap og siga, at teksturin, sum hann nú er orðaður í broytingar­ uppskotinum, er í lagi og kemur ikki at merkja, at endurgjald kann reisast móti landsstýrinum Lógarbroyting Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bjørn Kalsø sigur, at allur ivi um uppskotið um broyt­ ingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum kemur til triðju viðgerð á tingi í dag, nú er ruddaður av vegnum. – Broytingin byrgir upp­ fyri, at endurgjaldskrøv kunnu reisast móti lands­ kassanum fyri broytt ella skerd veiðirættindi í fram­ tíðini. Hann sigur, at broytingin nú hevur verið til ummælis hjá trimum ymiskum advokatskrivstovum, og hesar eru samdar um, at lógin og viðmerkingarnar eru í lagi og tæna tí enda­ málið, sum løgtingið vil við broytingini. – Vit hava fingið vissu fyri, at landskassin við hesi lógini og viðmerkingunum ikki fer at fáa nøkur endur­ gjaldskrøv, sum annars hev­ ur verið ført fram seinastu dagarnar. Ivin burtur Landsstýrismaðurin leggur dent á, at endamálið við hesi broyting hevur verið at staðfesta, at tilfeingið í havinum er ogn Føroya fólks. – Eg haldi, at upprunaliga uppskot landsstýrisins var í lagi, men seinni bleiv ivi kortini sáddur um orðingar í uppskotinum, sum løg­ frøðingar, ið úttalaðu seg, ikki vóru samdir um. Tá hesin ivi tók seg upp, hildu vit tað ikki vera rætt at koyra uppskotið í gjøgnum í táverandi líki. Bjørn sigur, at hann síðan hevur verið í holt við vinnu­ nevndina, soleiðis at allur ivi um veiðirættindini og tilfeingið sum ogn Føroya fólks skuldi fáast av vegnum, og tá ið málið var til aðru viðgerð á tingi í gjár, varð uppskotið samtykt við at kalla fullum meiri­ luta. – Nú hava so eisini hesar tríggjar advokatskrivstovur­ nar – óheftar av hvørji aðrari ­ veitt vissu fyri, at fyriliggjandi uppskot er í lagi. Stórur sjónleikur Landsstýrismaðurin heldur, at alt hetta tosið um, at landsstýrið ætlaði sær at avreiða veiðirættindi – og ogn Føroya fólks ­ fyri miljardir, er ein stórur sjón­ leikur. Hann sigur, at uppskotið, sum nú kemur til triðju við­ gerð á tingi í dag, merkir, at løgtingið seinni kann gera tær broytingar í lógini, sum løgtingið ynskir – og uttan at skula stúra fyri møgu­ ligum endurgjaldskrøvum fyri skerd ella mist veiði­ rættindi. – Hetta hava vit nú fingið løgfrøðisliga vissu fyri, sigur hann. Landsstýrismaðurin sigur, at sjálvur lógartekst­ urin í nýggju orðingini fyri so vítt lítið og einki er broyttur, men viðmerking­ arnar eru nú gjørdar krystal klárar, sum hann tekur til. – Eg vænti, at málið um broytingarnar verður sam­ tykt í dag, um einki óvanligt hendir, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiski­ vinnumálum. Ymiskir á máli Ein av teimum, sum í vikuni úttalaði seg bragdliga um ætlaðu broytingarnar, var Bjørn á Heygum, advo­ katur. Hann segði, at um upp­ skot hevði verið samtykt í táverandi líki, hevði landið givið fiskirættindini ókeyp­ is burtur, mong ár út í fram­ tíðina. – Landsstýrismaðurin ætl­ aði at staðfesta, at fiskurin er ogn føroya fólks, men við uppskotinum ger hann beint øvut, segði advokat­ urin. Tað var serliga greinin í lógini um, at veiðiloyvið verður endurnýggjað í 2018, um loyvishavari fram­ haldandi lýkur treytirnar, ið eru settar í veiðiloyvi og fiskiloyvi. Í staðin fyri, at “loyvið verður endurnýggjað”, er broytingin í uppskotinum, at “loyvi kann verða endur­ nýggjað..”. Eingin vandi fyri endurgjaldi Skrímsl á Barnabóka­ savninum Í samband við mentanarnáttina í Havn í morgin, verður tiltak á Barnabókasavninum. Birita Mohr lesur virðisløntu bøkurnar um stóra skrímsl og lítla skrímsl, og tey sum koma at lurta fáa møguleika at vinna eina skrímslabók. Tiltakið byrjar kl. 16.00 og er ókeypis. Stuðul til Barnabata tikin aftur Løgmansskrivstovan hevur steðgað stuðulsavtaluni við Barnabata og hevur biðið felagsskapin rinda landsstýrinum restupphæddina aftur, sum er 1,5 milliónir krónur. Eftir Tsunami­flóðalduna játtaði Løgmansskrivstovan Barnabata 1,7 milliónir krónur í studningi til verkætlan á Sri Lanka. Trupulleikar av ymsum slag gjørdu, at arbeiðið varð tarnað. Á heysti 2006 orðaði Barnabati eina nýggja verkætlan, um samstarv við Save the Children. Hetta gekk heldur ikki sum ætlað, og enn hevur Barnabati einki greitt svar fingið frá felagsskapinum. 15. mai í 2007 broyttist nevndin í Barnabata aftur á aðalfundi, og tá lyklapersónar, ið hava verið við í Sri Lanka verkætlanini, hava tikið seg úr, gjørdi Løgmansskrivstovan av at enda avtaluna. - Eg vænti, at málið um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap verður samtykt við triðju viðgerð í dag, um einki óvanligt hendir, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum - Vit hava nú fingið vissu fyri, at landskassin við broytingini og krystal kláru viðmerkingunum ikki fer at fáa nøkur endurgjaldskrøv, sum annars hevur verið ført fram seinastu dagarnar