Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 1. juni 2007 13 viðmerkingar Tveir meir og minni virkn­ ir persónar í politikki hava í hesum døgum skift flokk. Báðir eita Heðin. Heðin Mortensen varð av sambandsfólki í Havn valdur inn í býráðið, men valkvøldið breyt hann avtaluna við floksfelagar sínar í býráðnum um kom­ andi samgongu, tí hann hevði fingið ”tilboð” frá Javnaðar­ og Tjóðveldis­ flokkinum um at gerast bý­ ráðsformaður í høvuðs­ taðnum. Tað hevði ikki ver­ ið møguligt í avtaluni við Fólkaflokkin. Og hvør hevði ikki slept hugsjónini fyri eitt so gott tilboð við tilsvarandi prestigu? Við at fylgja við í pol­ itiska arbeiðnum, so kann neyvan vera talan um, at Heðin er ”headhunt­aður” fyri síni politisku evni, men heldur eitt taktiskt spæl hjá Javnaðar­ og Tjóð­ veldisflokkinum fyri at skipa stjórn í býráðnum. Hetta er ikki ókent í poli­ tikki. Heðin D. Poulsen hevur verið limur í Fólkaflokki­ num, men hevur nú meldað seg úr felagi floksins í suð­ urstreym. Hann hevur upplýst sam­ bært Dimmalætting, at stevnuskrá floksins er besta skráin, men av teim­ um valdu verður hon ikki fylgd sambært hansara hugsan. Nágreiniliga er ikki upplýst neyvt um ein­ støku málini, men sagt hev­ ur verið, at serlig ynski broytingar í jarðarlógini ikki eru í uppskotium frá landsstýrinum. Fyri mær er óvist, um hetta snýr seg um betri umstøður hjá jarð­ arbrúkinum, ella tað snýr seg um egináhugamál. Eg kenni ikki mannin í politiska arbeiðinum, men Dimmalætting upplýsir, at Heðin hevur verið uppstill­ aður til val, men hevur fing­ ið alt ov fáar atkvøður fyri at verða valdur. Ivaleyst hevur Heðin evni til at greiða frá polit­ isku ætlanini sambært góðu stevnuskrá Fólka­ floksins, men hví fekk hann so ikki størri undir­ tøku? Mín niðurstøða er tí, at feilurin, at Heðin ikki varð valdur, liggur ikki hjá Fólk­ aflokkinum, men feilurin er hjá veljarunum! So nú kann Heðin siga við veljararnar, sum mað­ urin segði á sinni: Ró nú Snopprikkur! Sambært Dimmalætting ætlar Heðin ikki at gevast í politiskum arbeiði, men nevnt var ikki hvar. Blaðið nevndi um møguleikan fyri Sjálvstýrisflokkinum. Mong misnøgd fólk eru farin úr øðrum flokkum og í Sjálvstýrisflokkin, men uttan at nakað er spurt burt­ urúr. Mær kemur henda flokk vera eins og ein kom­ postkassi. Lívrunnið tilfar verður koyrt í hann, men tað so tekur langa tíð, áðr­ enn hetta aftur kann verða til nyttu, at tíðin longu er farin frá hesum føðsluevn­ um! Annars er at siga, at tann sum vil fram í politikki, má hava sjónligar ambiti­ ónir, men eitt mark átti at verið fyri, hvussu illa ein vil meinsla sítt eginvirði! Mangan kann tað undra hvussu máttleyst vit bera okkum at, tá støða skal takast til teir týdningar­ miklastu spurningarnar í tilverunu. Hugsi um ta viðgerð yvirtøkan av fólkakirkj­ uni hevur fingið og fær. Í løtuni tykist mest sann­ líkt at fólksins kirkja bara skal avreiðast til hægstbjóðandi. Í Føroyum er fólka­ kirkjan og hennara læra høvuðsgrundarlagið und­ ir siðalags­ og mentanar­ tilvitanini hjá einum stór­ um meirluta av fólki­ num, enntá so nógvum, at vit kanska hava kvali­ fic­eran meiriluta, tá til stykkis kemur Hóast hetta sýnist sum innan løgting og millum onnur, ið taka avgerðir, eru holdningarnir sera jánkasligir, fyri ikki at siga líkasælir. Eitt skirvni, ið einki hevur við tolsemi at gera, og at halda at tolsemi loysir spurningin, so øll verða nøgd, kann tykist avbera fávitskut. Hví ikki ásanna at evstu áhugamálini hjá fólkakirkjuni og fríkirkj­ unum eru beinleiðis øvugt av hvørjum øðr­ um. Mær tykir nærum, at okkara politikkarar, sita á oyrunum, tá harðmælt­ ir fríkirkjumenn royna at sannføra um sínar bíb­ ilsku kunngerðir og reli­ giøsa orðabrask. Fólkakirkjan hevur havt brúk fyri hvørjum einstøkum okkara uttan treytir, og hevur tikið ímóti okkum í tí støðu, vit nú einaferð eru stødd í, uttan mun til hvat umheimurin annars skuldi ditta sær at hildið um okkara religiøsa habitus og etiska forfall. Verða hesi viðurskifti broytt í yvirtiknu kirkj­ uni, er helst betur at taka hana av beinanvegin, nýta peningin til okkurt annað skilabetri og lata fríkirkjurnar orðna rest­ ina. Tala hagtølini rætt so eru 4 av hvørjum 5 før­ oyingum limir í fólka­ kirkjuni, og tað eiga poli­ tikkarar at hava fyrilit fyri, tá teir taka avgerð­ irnar. Á ongan hátt eigur at verða samanborið við fríkirkjurnar, tær tæna heilt einfalt ikki sama endamáli sum fólkakirkj­ an, og tí mugu tey, sum varða av henni, skilja og samtykkja innihaldið í hugtakinum “fólka­ kirkja”, so einfalt, men at vísa seg sera trupult at seta í verk. “Blokkstuðulin fær alsamt minni týdning í Føroyska búskapinum”, stendur í eini blaðlýsing, sum Mið­ flokkurin hevði í Sosiali­ num tann 11. mai. Undir yvirskriftini “Tøl ið tala”, verður víst á, at blokkstuð­ ulin var 27% av samlaðu inntøkum landskassans í 2001, 16% í 2005 og 14% á fíggjarlógini fyri 2007. Tað sum Miðflokkurin við hesum roynir at siga, er at blokkstuðulin og ríkisfel­ agsskapurin hava ongan nevniverdan týdning long­ ur. Hetta skal so brúkast sum undanførsla fyri, at flokkurin hevur lagt seg ytst út á loysingarveingin. Men her er vert at hava í huga, at um vit taka blokk­ stuðulin burtur av inntøku­ síðuni hjá landskassanum hetta nevnda tíðarskeiðið, so sær úrslitið hjá lands­ kassanum soleiðis út: Tilsaman hevur undir­ skotið hesi árini verið 4.043 mió. krónur, um vit ikki telja blokkstuðulin við. Um vit skuldu fíggjað alt hetta undirskotið við økt­ um skatti, so skuldi hvør einasti føroyingur goldið 11.946 krónur meira í skatti um árið (tá eru bæði børn og pensjónistar írokn­ að). Siga vit at 5 fólk eru í einum meðal føroyskum húski, so skuldi hvørt húski goldið umleið 60.000 krónur meira í skatti um árið. (5.000 krón­ ur um mánaðin). Ein annar møguleiki hevði verið, at skatturin ikki hækkaði so nógv, men at almenna tænastustøðið eisini lækkaði. Til dømis kundi skattarokningin hækkað við helvtini av 60.000 krónum, og so kundi ein verri tænasta klár­ að restina. Í øllum førum hevði talan verið um okk­ urt slag av “øvugtum fam­ iljupolitikki”. So avtakið tit bara blokk­ stuðulin. Úrslitið verður ein nógv hægri skattur og ein munandi verri almenn tænasta. Tað stendur rimm­ ar fast. 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 -298 mió. -438 mió. -610 mió. -785 mió. -836 mió. -493 mió. -583 mió. Øvugtur familjupolitikkur Helgi AbrAHAmsen Politiskir flytifuglar eyðun moHr Viderø Fólksins kirkja súsAnnA dAm Fyrrapartin mót­ mæltu musikklær­ ararnir uttan fyri Løgtingshúsið fyri at vísa sína misnøgd við umstøðurnar hjá lær­ arum, ið undirvísa á bygd MÓTMÆLISGONGA Rólant Waag Dam roland@sosialurin.fo Landsins musikklærarar eru sera misnøgdir við við­ ferðina, teir lærarar, ið ferðast millum fleiri skúl­ ar, hava fingið. Í meir enn 10 ár hava musikklærarar, ið undirvísa á fleiri skúl­ um, fingið tímapening fyri tíðina, teir eru burtur í arbeiðsørindum. Hetta er ikki ein heilt týdningarleys upphædd fyri einstaka lær­ aran. Í meðal einar 8000 skattafríar krónur um árið. Samlaða játtanin til hetta endamál er á leið 200.000 krónur um árið, men hendan játtan er ikki til longur. Musikklærarafelag Før­ oya hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at um munandi bati ikki verður gjørdur hesum viðvíkjandi, verður gongdin tann, at musikk­ lærarar flyta alt sítt yrki til Havnar, tá ið høvið býðst. Hetta hevur verið týðiliga gongdin seinastu fimm árini, vísir felagið á. ­ Við hesum eru landsins myndugleikar við til at máa støðið undan høvuðs­ tankanum við Musikkskúl­ alógini. Nevniliga, at allir føroyingar skulu fáa møgu­ leika til tónleikafrálæru á høgum støði, sigur Musikk­ lærarafelagið. Musikklærarar mótmæla vánalig viðurskifti Ljóðførini vóru tikin fram í morgun, tá limir í Musikklærarafelagnum mótmæltu versnandi viðurskiftunum hjá musikklærarum á bygd Mynd: Jens Kristian Vang