fríggjadagur 1. juni 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 103 - 1. juni 2007 ]
verður á miðvøllinum, og tí
verður Atli Danielsen, sum
ofta tey seinastu árini, á
bakkinum í høgru.
Marni Djurhuus hevur
seinastu
ferðirnar
verið
royndur á vinstra bakki,
sum tað hevur verið ivamál
um, síðani avloysarin hjá
Øssuri Hansen, Súni Olsen,
varð fluttur fram á miðvøll
in. Landsliðsvenjarin hevur
onkra ferðina meiri enn
spælt við møguleikan at fly
ta Christian Høgna Jacobsen
aftur á bakkin. Hetta hevur
hann ikki roynt seinastu
ferðirnar, og tað er neyvan
heppið at fara undir nýggja
roynd, tá ið Italia er mót
støðuliðið.
Miðvøllur og álop
50 dystar maðurin Jákup á
Borg er sjálvskrivaður á
miðvallarplássi í høgru.
Símun Samuelsen hevur
fleiri ferðir fingið møguleik
an í vinstru. Ímóti Ukraina
á heimavølli í mars varð
hann skiftur út við Christian
Lamhauge Holst miðskeiðis
í 2. hálvleiki, og á útivølli í
Georgia varð hann bara á
vøllinum í yvirtíðini. Símun
hevur staðið seg væl í fyrstu
umførunum
í
íslendsku
kappingini.
Hóast
hann
higartil í landskappingini
ikki hevur verið so sannfør
andi í HB, sum hann var tað
í NSÍ í fjør, so liggur tað til,
at Christian Høgni Jacobsen
hesa ferð verður ytstur í
vinstru.
Fróði Benjaminsen er
leikbannaður.
Mikkjal
Thomassen tykist upplagdur
til annað sentrala miðvallar
plássið. Súni Olsen er ikki í
optimalari
dystarvenjing,
men hann verður torførur at
sleppa uttanum. Ein møgu
leiki er, at Atli Danielsen
kann verða sentralur mið
vallari, og at Súni Olsen –
orsaka av ikki optimalari
dystarvenjing – verður bak
kur í høgru. Tað plássið hev
ur Súni ofta røkt í AaB.
Rógvi Jacobsen eigur
heilt víst pláss millum teir
fyrstu ellivu. Ivaleyst verður
tað sum næstfremsti maður.
Andrew av Fløtum er møgu
leiki í fremstu ódnini. Men
meiri sannlíkt er tað, at
Christian Lamhauge Holst,
ið er liðformaður og lykla
spælari í Lyngby, sum er á
veg upp í superliguna, verð
ur fremstur. Christian hevur
verið serliga væl upplagdur
í vár, meðán Andrew ikki
hevur átt fast pláss á liðnum
hjá Fremad Amager.
Teir tríggir, sum í kvøld
fara at fáa boð frá venjara
num um, at tað ikki er pláss
fyri teimum, verða eftir hes
um at døma Mortan úr
Hørg, Símun Samuelsen og
Andrew av Fløtum.
Teir ellivu, sum ivaleyst
fara at ganga inn á vøllin
saman við italsku heims
meistarunum í annaðkvøld,
verða Jákup Mikkelsen –
Atli Danielsen, Jón Rói
Jacobsen, Óli Johannesen,
Marni Djurhuus – Jákup á
Borg, Mikkjal Thomassen,
Súni Olsen, Christian Høg
ni Jacobsen – Rógvi Jacob
sen Christian Lamhauge
Holst.
Á beinkinum saman við
teimum trimum omanfyri
nevndu og klárir at taka av
møguleikanum, um hann
fer at vísa seg, fara at sita
Meinhard Joensen, Rasmus
Nolsøe, Kári Nielsen, Pauli
G. Hansen, Hjalgrím Elttør
og Bergur Midjord. Tveir
av hesum skulu tó sáldast
frá, áðrenn dómaraseðilin
verður skrivaður.
ð er valið ikki so torført
Saviola gevst í Barcelona
Javier Saviola heldur ikki fram í spanska stórfelagnum
eftir hetta kappingarárið, sum endar um góðar tríggjar
vikur. Kviki argentiski áleyparin hevur ikki fingið nógva
leiktíð í FC Barcelona í ár, og hann verður nú biðin um at
finna sær nýtt felag til komandi kappingarár. Hann hevur
tvey tey undanfarnu kappingarárini verið útleigaður til
Monaco og síðan Sevilla, men tað tykist greitt, at talan
hesaferð verður um eina sølu. Real Madrid og Manchester
City sigast bæði hava áhuga í 25 ára gamla áleyparanum.
U-21 liðið á vøllin
Føroyska U21landsliðið skal fyri fyrstu ferð í altjóða dyst,
tá teir í morgin skulu spæla móti Kroatia. Fyrrakvøldið
kom føroyska ferðalagið til Zagreb, og síðani hava
spælararnir fyrireikað seg til stóru avbjóðingina. Venjarar
hjá liðnum eru Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham,
og teir siga, at veðrið ikki er heilt so heitt, sum vandi var
fyri. Hesar báðar seinastu dagarnar hava hitastigini verið
eini 1520 í tali. Fyrr í vikuni hava tey annars verið 35.
Men lætt verður tað tó ikki móti Kroatia, sum verður mett
at hava eitt av sterkastu U21landsliðunum í Europa.
Nógv bendir á, at Christian Lamhauge Holst hesa ferð fær møguleikan frá fyrsta bríksli. Nakað sum hann ikki hevur roynt í landsliðshøpi áður. Fróði Benjaminsen er leikbannaður
Mynd: Álvur Haraldsen