Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 103 - 1. juni 2007 Í dag byrjar ódnar­ árstíðin í Karibiska Havinum, og ameri­ kanarar fyrireika seg til fleiri ódnir enn vanligt veðrið Árni Joensen fartekst@mail.dk – Vit vænta, at ódnirnar verða heldur fleiri enn eitt meðalár, sigur veðurgransk­ arin Philip Klotzbach, sum starvast á lærda háskúlanum í Colorado, og sum hevur granskað tær tropisku ódn­ irnar, sum á hvørjum ári herja økið við Karibiska Havið og Meksikanska Flógvan. Hann og aðrir granskarar eru á einum máli um, at fólk í Karibiska Havinum og USA kunnu væntað sær fleiri ódnir í ár enn vanligt. Útrokningar vísa, at roknast kann við ódnarveðri 17 ferð­ ir, og Philip Klotzbach sig­ ur við AP, at tað er 74 pro­ sent sannlíki fyri, at ein ella fleiri ódnir fara at raka amerikonsku strondina. 2005 er ringasta ódnarárið higartil. Tað árið vóru 13 tropiskir stormar og 15 tropiskar ódnir. Ein teirra var ”Katrina”, sum gjørdi stóran skaða fram við ameri­ konsku suðurstrondini. Vænta fleiri ódnir Handilsbygningurin Hjá Fróða til sølu! Talan er um handilsbygning, sum liggur Yviri við Strond 3, 100 Tórshavn. Bygn­ ingurin er í 3 hæddum. Samlaða gólvvíddin er umleið 730 m2. Grundøkið er umleið 550 m2. Tað er betongdekk millum hæddirnar. Bygningurin kann t.d. nýtast til skrivstovuhølir og handil. Bygningurin liggur sera væl fyri og hevur gott útsýni yvir Eystaru Bryggju og Nólsoyarfjørð. Ognin verður seld um hóskandi boð fæst. Ognin kann síggjast eftir avtalu. Meiri fæst at vita um ognina við at fara inn á heimasíðu okkara www.lawfirm.fo Áhugaði kunnu venda sær til Inga Højgaard, advokat, fartelefon 511709 og ih@ lawfirm.fo advokatFelagið við strond 4 Yviri við Strond 4 · tel 311260 · fax 311261 · P.o. box 359 fo-110 tórShavn · faroe iSlandS · lawfirm@lawfirm.fo HEIMASÍÐA: WWW.LAWFIRM.FO tórmóður djurhuuS · jógvan Páll laSSen · Petur even djurhuuS · jógvan e. ellefSen anna dam · ingi højgaard · jóhan j. lamhauge gunn ellefSen · mimi SteintórSdóttir Set ferðslutrygdina í hásæti Dagligi leiðarin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd seinastu 14 árini søkir nýggjar avbjóðingar, og tí leitar ráðið nú eftir nýggjum stjóra at standa á odda fyri arbeiðinum. Umframt av hava leiðaraevni samskiftingarevni og samskipanarevni skal stjórin eisini vera kreativ/ur hava skapanargleði kunna hugfanga/engasjera seg fult fyri arbeiðinum hjá RFF eiga evni til at gera hugskot til veruleika, og ikki minst hava tev fyri eggjandi og upplýsandi marknaðarføring Uppgávurnar hjá stjóranum eru m.a. at vera ígongdsetari at vera verkætlanarleiðari, og leiða fleiri verkætlanir samstundis at savna og uppbyggja fakliga vitan til virkna nýtslu í samfelagnum at samstarva við myndugleikar, stovnar, feløg, fyritøkur og einstaklingar um at virka fyri at betra um ferðslutrygdina at vera til reiðar sum persónur at trína fram at umboða sjónarmið RFF’s Førleikar Tú hevur hóskandi útbúgving, har leiðsla, samskifti og førleiki at brúka framkomnar samskiftis- og kunn- ingarhættir eru nakrir av hornasteinunum Vit vænta, at tú hevur sterkar persónligar eginleikar, so sum arbeiðssemi, dynamikk og skapanarlyndi. Tú kennir føroyska samfelagið væl, og hevur skil fyri hvat ið rørist millum fólk. Tú dugir væl við fólki – høgum sum lágum, ungum sum eldri – og samskiftir skilliga bæði á føroyskum, skandinaviskum og enskum Løn sambært avtalu Umsókn Heldur tú teg vera rætti persónur at røkja starvið, skalt tú senda umsókn við prógvum og viðmælum í seinasta lagi mánadagin 18. juni 2007. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jón Kragesteen á telefon 210204 ella til Høgna í Stórustovu, starvsnevndarformann, á telefon 215510. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknirnar, merktar »Umsókn til stjóra fyri RFF« á brævbjálvanum kunnu sendast til: Advokatvirkið Boks 85 FO-110 Tórshavn ella við telduposti til starvsnevndarformannin his@post.olivant.fo Ráðið fyri Ferðslutrygd varð stovnað í 1976, og endamálið er at virka fyri tryggari ferðslu. Ovasti myndugleiki hjá ráðnum er ráðsfundurin, sum verður hildin á hvørjum ári í apríl mán- aði. Ráðsfundurin velur eina starvsnevnd við 5 fólkum, sum í tøttum samstarvi við stjóran setir út í kortið tey mál og mið, sum arbeiðast skal við. Umframt stjóran er skrivstovufólk og fólk, sum arbeiða við útvald- um uppgávum. Meira kunning er at síggja á www.ferdslutrygd.fo Hava veðurmenninir rætt, kemur hendan myndin fleiri ferðir á amerikonsku sjónvarpsskíggjarnar teir næstu mánaðarnar