fríggjadagur 1. juni 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 103 - 1. juni 2007
lýsingar
E n d u r lý s i n g
eftir pedagogum og
hjálparfólkið til Vípuna
Sjálvsognarstovnurin Vípan søkir eftir 2 peda
gogum 30 tímar og 1 hjálparfólkið 25 tímar, til at
byrja 15. august 2007 ella eftir nærri avtalu.
Vípan er ein barnagarður við børnum frá 37 ár.
Eftir summarfritíðina fer Vípan at taka ímóti
børnum frá 28 ár. Tað er fyrsta árið, Vípan fer at
taka í móti frítíðarskúlabørnum og vøggustovu
børnum.
Arbeiðstíðinar eru skiftandi, frá 7.3017.00.
Vit bjóða eitt áhugavert starv:
• hvar náttúran hevur stóran leiklut í gerandis
degnum og hvar spæl fyllir nógv
• hvar virðing og trivnaður hjá barninum
er í hásætið
• opinleika og ein jaligan hugburð fyri framtíðini
• við broytingum hvar tú hevur tína ávirkan
Vit vænta av tær:
• At tú ert útbúgvin pedagogur/hevur royndir og
fagliga vitan
• At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
• At tú ert opin fyri broytingum
• At tú hevur góð samstarvsevnir yvir fyri
børnum, foreldrum og starvsfelagum
• At tú sært fyrimunir fram um vansar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Eyð Skúvadal, leiðara á tlf 317535/ 287535
Umsókn saman við avrit av prógvum og viðmæl
um, skal vera stovninum í hendi, seinasta lagi
17.06. 2007
Vípan
Vípuvegur 3
100 Tórshavn
Tlf. 317535/ 287535
Lærarastørv
í vestmanna skúla
lýst leys til setanar frá 1. august 2007
søkt verður eftir 5 lærarum, einum í føstum
fulltíðarstarvi, trimum í tíðaravmarkaðum full
tíðarstarvi og einum í tíðaravmarkaðum part
tíðarstarvi , (um 10 – 12 tímar/vikuna)
• fyri eftirløntan lærara, lærarar í farloyvi,
lækkað tímatal, stuðulstímar og avlopstímar
Søkt verður eftir lærarum, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í
dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru
í skúlanum
Harumframt skulu lærararnir hava førleika
at átaka sær eina ella fleiri av hesum
lærugreinum/lærugreinaøkjum:
• undirvísa gentum og dreingjum í ítrótti og
í svimjing, undirvísa á ítróttarbreyt og hava
ítrótt sum linjulærugrein
• undirvísa í týskum og enskum
• undirvísa í náttúru/tøkni, alisfrøði og
evnafrøði
• undirvísa í træ- og jarnsmíð og motorlæru
• undirvísa í handverk og list
• undirvísa í tónleiki
• kunna taka námsfrøðiligar stuðulstímar
• vera flokslærarar
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi
førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkj-
um.
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í
fólkaskúlanum.
Tó kunnu læraralesandi, ið lúka prógv í summar,
eisini søkja størvini.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er Vestmanna skúli. Tey, ið sett
verða, eiga at tola broytingar starvinum við-
víkjandi.
Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sam-
bært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag. Størvini verða sett fyri skúlaárið
2007 - 2008.
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu
vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi
hósdagin 14. juni 2007, kl. 16.00.
Fleiri upplýsingar um størvini fært tú við at ringja
til Vestmanna skúla tlf. 470100, fartlf. 230100, til
varaskúlastjóran fartlf. 230101 ella við at senda
t-post til skúlastjóran olavur.winther@skulin.fo
Vestmanna Skúli
Toftavegur 12 · FO - 350 Vestmanna · Føroyar
Tlf. 470100 · Fax: 470101 · vestmanna@skulin.fo
Vestmanna Skúli hevur komandi skúlaár umleið 210 næmingar
og um 20 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni
www.skulin.fo/ves/. Vestmanna Skúli er kendur fyri at vera næm-
ingavinarligur og grønur skúli. Skúlin arbeiðir í løtuni við hesum
evnum: at menna trivnaðin, byrjanarundirvísingina, samstarvið
við vinnulívið og at geva næmingunum fjølbroyttar avbjóðingar.
T Ó R S H A V N A R K O M M U N A
ÓLAVSØKAN
2007
ÓLAVSØKAN
2007
Øll søla og tiltøk, sum skulu
vera á ólavsøku ella lýsast í
ólavsøkuskránni í ár, skulu
nýta serligt umsóknarblað.
Umsóknarblaðið fæst í
Snarskivuni og á heimasíðu
kommununar.
Freistin at flýggja inn
umsóknarblaðið er sett til
týsdagin 18. juni 2007
kl. 12.00.
Umsóknir, sum koma inn
aftan á 18. juni 2007
kl. 12.00, verða ikki við-
gjørdar.
www.torshavn.fo
Stiftsfulltrúi
Eitt spennandi og avbjóðandi starv sum stiftsfulltrúi
við Stiftsstjórn Føroya er leyst at seta frá 1. august
2007.
Umsøkjarin skal vera løgfrøðingur ella hava aðra
samfelagsvísindaliga ella fyrisitingarfrøðiliga útbúgv
ing við almennum rætti og fyrisitingarrætti.
Í samstarvi við stiftsstjórnina skipar og leiðir stifts
fulltrúin dagliga arbeiðið á stiftsumsitingini og er
skrivari hjá stiftsstjórnini. Hann ráðgevur eisini biskupi
í málum, sum viðvíkja embætisrøkt prestanna, kirkju
ráðsvali, próstadømisráðsvali, bispavali, kirkjubóka
føring, nýtslu av kirkjum v.m.
Fólkakirkjan verður ætlandi yvirtikin á Ólavsøku, og
tann, ið settur verður í starvið, kann tí vænta, at stórar,
nýggjar og spennandi uppgávur eru fyri framman, eitt
nú at vera við í arbeiðinum at tilevna føroyskar lógir
og kunngerðir á kirkjuliga økinum.
Tann, ið verður settur, kemur í stóran mun at mynda
starvið saman við biskupi, men má eisini kunna tola
broytingar í starvsviðurskiftunum. Góður málsligur
førleiki er ein fyrimunur.
Vit ynskja ein starvsfelaga, ið hevur góð samstarvsevni
og hug at samskifta, og sum sær møguleikar heldur
enn forðingar.
Starvið verður sett og lønt eftir sáttmála við avvarðandi
fakfelag.
Umsókn við gjølligum upplýsingum um útbúgving
og yrki higartil skulu saman við próvskjølum sendast
Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postrúm 8,
110 Tórshavn.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Hans Jacob
Joensen, tlf. 31 19 95.
Umsóknarfreistin er úti fríggjadagin 15. juni 2007 kl.
12.000.
Føroya Stiftsstjórn
J. Paturssonargøta 20
Postrúm 8
110 Tórshavn