fríggjadagur 1. juni 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 - 1. juni 2007
39
Barnagarðurin Mýrifipan
Leiðari til
Barnagarðin Mýrifipan
Barnagarðurin Mýrifipan søkir eftir leiðara 40
t./v. at byrja 1. august. Okkara dugnaligi leiðari
hevur sagt seg úr starvi vegna víðari útbúgving,
tí sóknast vit eftir einum nýggjum leiðara.
Í barnagarðinum eru 67 børn býtt í 2 stovur og
1 vøggustovu. Harumframt eru 20 børn í úti
barnagarði. Í barnagarðinum er eisini eitt stuðuls
toymi, sum tekur sær av børnum við serligum tørvi.
Á dagstovnaøkinum í Tvøroyrar kommunu eru
broytingar á veg, við tað at ein vil byggja eina
integreraða institutión, har bæði dagrøktin (spæli
stovan) og barnagarðurin eru saman, kortini við
hvør sínum leiðara. Somuleiðis er ætlanin at fáa
avtalustýring í kommununi við barnagarðinum
sum eitt pilotprojekt. Tann, ið verður settur, má tí
vera nýhugsandi og megna at møta fjølbroyttum
avbjóðingum.
Vit bjóða
• Eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi har
náttúran hevur stóran týdning og leiklut í
gerandisdegnum og har spælið fyllir nógv.
• Dugnalig starvsfólk.
• Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði við
nógvum avbjóðingum.
• Møguleika fyri sjálvstøðugari støðutakan
innanfyri avtalaðar karmar.
• Møguleika fyri eftirútbúgving innan leiðslu o.a.
Vit vænta at tú
• Ert útbúvin námsfrøðingur, helst við
leiðsluroyndum.
• Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir.
• Hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni,
ið rúmar bæði vøggustovu, barnagarð og
útibarnagarð.
• Hevur hug og áræði at skapa ein tryggan
og fjølbroyttan gerandisdag í einum avbjóð
andi fakumhvørvi, við virðing og umsorgan
fyri tí einstaka barninum umframt foreldrum
og starvsfelgum.
• Hevur góð evni at umstilla teg í einum
broytiligum umhvørvi.
• Sært møguleikar framum vansar.
• Hevur evni og áræði at ganga nýggjar
leiðir.
• Kanst virka í góðum samstarvi við
starvsfelagar og foreldur.
• Dugir væl at samskifta bæði innan og
uttanveggja.
• Hevur teldukunnleika á brúkarastøði.
Setanaviðurskifti
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og KAF.
Meiri fæst at vita
Um starvið við at venda sær til Susanne Madsen,
leiðara á sosialu deild, á tlf. 371085 kl. 10.00
– 16.00
Umsókn
Saman við viðmælum, royndum og upplýsingum
um útbúgving, skal sendast til:
Tvøroyrar Kommuna, sosiala deild
Tvørávegur 27 · FO 800 Tvøroyri
viðm. »Leiðari til Barnagarðin«
Freistin at søkja er fríggjadagin 15. juni.
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A
Pedagogar og
hjálparfólk
til Fuglafjarðar
Søkt verður eftir pedagogum og hjálparfólkum
til vøggustovuna og barnagarðin hjá Fugla
fjarðar kommunu.
Eitt pedagogstarv á 40 t. viku í barnagarðs
stovu.
Eitt pedagogstarv á 20 t. viku í barnagarðs
stovu.
Eitt tíðaravmarka pedagogstarv 35 t. viku, at
arbeiða við sertørvi í stovnum hjá Fuglafjarðar
kommunu, í tíðarskeiðnum 01.08.2007 til og
við 31.05.2008
Tíðaravmarka størv í vøggustovu.
Eitt hjálparfólka starv á 20 t. viku og eitt á 25
t. viku í tíðarskeiðnum 01.08.2007 til og við
30.06.2008.
Umsøkjararnir verða bidnir um at viðmerkja,
hvørji størv tey søkja.
Dagstovnurin er skipaður í tvey hús, við eini
barnagarðstovu og eini vøggustovu í hvørjum
húsi.
Frá 01.08.2006 er Dagstovnurin ætlaður 76
børnum, við tað at stovnurin er víðkaður við
eini barnagarðsstovu.
Vit sóknast eftir pedagogum og
hjálparfólkum:
• ið kunna arbeiða sjálvstøðugt, og eru førir
fyri at orða seg skrivliga
• hevur fakliga vitan, sum kann nýtast í
dagliga arbeiðinum
• hevur umsorgan fyri børnunum
• er eldhugaður og jaligur
• hevur góð samstarvsevnir
• sær møguleikar fram um mørk
Vit kunnu bjóða tær:
• fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
• eitt starv, har tú kanst brúka tínar dygdir,
hava ávirkan og samstundis menna teg
sjálvan
• samstarv við NSR tænastu, náms og
sálarfrøðilig ráðgeving,
• sosialu deild og stovnar hjá Fuglafjarðar
kommunu
Setanartreytir
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag
og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær
til leiðaran í dagstovninum
Juliannu Næs á tlf 225222.
Umsóknir saman við avritum av prógvum og
viðmælum, skulu verða Býráðskrivstovuni,
Norður í Gerði 10b, 530 Fuglafjørður í hendi í
seinasta lagi 18. juni kl. 10.00
Møguligar setanarsamrøður verða í viku 25.
Kommunan skilir sær rætt til at velja millum
innkomnu umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar
Kommuna
Fólk søkist
Handil og Kaffi á Vaglinum, Tórshavn,
søkir hjálparfólk sum skjótast
Umframt sølu av framleiddum lutum frá ALV
verkstaðnum og frá fólkum runt um landi, selja vit
eisini ymisk sløg av vælbryggjaðum kaffi.
Vit ynskja at
• Tú er skjót/-ur, rólig/-ur og dugir at arbeiða
sjálvstøðugt, samstundis sum tú er fyrikomandi
og hevur sans fyri at samskifta við kundan.
• Tú hevur áhuga og royndir innan handil og
servering og er sinnaður at læra nýtt.
• Tú dugir at tosa danskt og enskt.
• Tú hevur kunnleika til handgjørdar vørur.
Arbeiðsviðurskiftir
Fyribilsstarv frá juni til septembur og arbeiðstíðin
er 25-30 t/v.
Handilin er opin allar dagar í vikuni frá kl.9 til 21.
Sunnudag frá 14 til 21.
Starvið er vælegnað til tín, ið hugsar um eitt
lættari starv.
Starvið verður at byrja skjótast.
Meira fæst at vita við at venda sær til Charlottu á
Váli Olsen, leiðara á tlf. 214899
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta
lagi 7. juni 2007.
Sjálvsognarstovnurin Alv
Boks 301 · 110 Tórshavn
Avloysari til taxabil
Álítandi avloysari søkist til taxabil í ferium
og vikuskiftum, umframt aðrar tíðir, at
byrja skjótast gjørligt.
Bill. mrk. 3105
Skúlin á Fossánesi
Søkt verður eftir stuðulsfólki
• Eitt starv 25 tímar um vikuna, til serligan tørv.
Skúlaárið 2007/2008
Tann ið settur verður skal:
• Undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga
arbeiði skúlans
• Duga at samstarva og vera fyrikomandi
• Vera fús/ur at taka á seg tær uppgávur, ið eru á
skúlanum
• Vera stundislig/ur og nærløgd/lagdur
Fyrimun hava umsøkjarar við royndum í mennandi
stuðulsarbeiði og viðkomandi útbúgvingum.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Pedagogfelagið
Umsóknir:
Umsóknir skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 15. juni 2007
Fleiri upplýsningar um starvið fært tú við at venda
tær til Poul Jacob Zachariassen, skúlaleiðara á tlf.
452120 ella 585894
SKÚLIN Á FOSSÁNESI
730 Norðdepil · tlf. 452120 · fax 452122
T-postur: fos@skulin.fo · www.skulin.fo/fos
Skúlin á Fossánesi hevur komandi skúlaár 41 næmingar, sum
ganga í 1.til 7. flokk. Skúlin er væl útgjørdur við bókum og
amboðum.Sí annars heimasíðuna.
lýsingar