fríggjadagur 1. juni 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 • 1. - 3. juni 2007
Vikuskifti
4
Súsanna er úr Havn. Hon byrjaði
sum ung at spæla fótbólt, men
hon breyt beinið sum 11 ára
gomul. Tá fór hon at svimja, og
hon gjørdist bitin av tí.
Súsanna hevur síðani eisini
roynt seg í duathlon, triathlon,
rógving og nýliga eisini mountain
biking.
Júst nú er hon venjari hjá
Ørnini úr Sandavági, og hon rør
eisini við, tá ið tað liggur fyri.
– Ætlanin er at fara meira yvir
til triathlon í framtíðini, sigur
Súsanna, sum skal luttaka í
triathlon á Oyggjaleikunum.
Royndur rógvari
Súsanna er royndur rógvari. Hon
hevur róð við Jarnbardi í nógv ár.
Hon hevur eisini klárað seg sera
væl í innirógving.
Framyvir fer at satsa meira
uppá triathlon. Í triathlon skulu
íðkararnir svimja, renna og
súkkla.
– Eg havi svomið nógv sum
yngri, og tað kemur mær til
góðar. Tí venji eg mest renning og
súkkling. Mær nýtist ikki at gera
líka nógv við svimjingina, sigur
Súsanna.
Langur dagur
– Eg venji 12 ferðir um vikuna.
Tvær ferðir um vikuna er
tað rógving og annars er tað
triathlon, sigur Súsanna.
Ein vanligur dagur hjá henni
sær soleiðis út:
– Eg venji triathlon klokkan
06.30 til 08.30. Síðani fari eg
til arbeiðis, og eftir arbeiðstíð
klokkan 18.30 venji eg aftur. Eg
fari vanliga í song millum 22.30
og 23.30. Mm kvøldið royni eg
at gera reint í húsinum, sigur
Súsanna, sum ikki hevur nógva
avlopstíð.
Súsanna venur nógvar ymiskar
ítróttargreinar, og tað ger, at hon
verður ikki troytt av at venja.
– Triathlon er svimjing, renning
og súkkling. Um eg ein dagin ikki
tími at svimja, so kann eg bara
renna og súkkla, sigur Súsanna.
Súsanna hevur ikki nógvar
tímar heima, men sjeikurin rør
eisini, so hann skilir hana.
– Sjeikurin rør, so hann skilir
mína støðu. Eg plagi ofta at
laga mínar venjingartíðir eftir
hansara, so at vit hava frí í senn,
sigur Súsanna, sum lærir til
hárfríðkannarkvinnu hjá Salong
Royal í Havn.
Maskulin og femenin
Súsanna hevur lært í trý ár, og
henni dámar sera væl. Tað tók tó
eina rúma tíð, áðrenn hon var klár
til at fáa sær útbúgving.
– Eftir fólkaskúlan fór eg niður
á eftirskúla. Síðani havi eg arbeitt
í Íslandi og Týsklandi. Eg havi
eisini verið til skilæru í Eysturríki,
á guideskúla og fjakka í ymiskum
londum. Eg havi tó róð á hvørjum
summarið, sigur Súsanna
Hon tók make-up skeið í Íslandi
og fekk áhuga fyri móta, og tá
ið hon fekk bjóðað lærupláss í
Salong Royal, tók hon av.
– Mær dámar væl móta,
farvuspæl og tílíkt. Tí haldi eg, at
eg eri endað á rættari hill. Summi
undrast á, at eg eri frisør, tá ið
eg brúki nógvar tímar uppá ítrótt
og serliga ítróttargreinar, sum
verða mettar at vera rættiliga
maskulinar. Men tað haldi eg als
ikki er løgið, sigur hon.
Framtíðin
Súsanna hevur klárað seg sera
væl í innandura kappróðri í vetur.
Ítróttarprofilurin
Heini S.
Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Súsanna Skylv Sørensen:
Súsanna Skylv Sørensen er ein av
fremstu innirógvarum í Føroyum. Hon er
venjari hjá Ørnini og íðkar eisini
Triathlon. Til dagliga er hon í læru sum
hárfríðkanarkvinna. Hon arbeiðir millum
40 til 50 tímar um vikuna og venur 15 til
24 tímar um vikuna
»Action-kvinnan« Súsanna
Skylv Sørensen hevur eisini
eyga fyri tí skapandi. Hon
lærir til frisør hjá Salong
Royal, og hon málar eisini í
frítíðini. Mynd: Jens Kr. Vang
Súsanna um
kvinnur í politikki
- Eg havi ikki tann heilt stóra áhugan fyri
politikki, men tað burdu verið fleiri kvinnur
á Løgtingið. Tað er torført at koma fram sum
kvinna. Kvinnur hava heldur ikki lætt við at fáa
stjórastørv
Súsanna um
føroyskan mat
- Tað dámar mær væl. Mær dámar best grind
og spik. Blóðpylsu, turrur fiskur og skerpikjøt
er heldur ikki at forsmáa. Eg geri sjálv mat
hjá okkum. Vit kundu eti meira føroyskt