Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 103 • 1. - 3. juni 2007 : Rástyrki handan saksin Hon og Katrin Olsen hava verið tær bestu. – Summi halda, at eg skal fara niður at at rógva við skollara. Tað er ein møguleiki, men so skal eg uppgeva nógv. Mær dámar sera væl tað, sum eg geri, og eg havi hug at halda fram. – Men triathlon ætli eg mær heilt vist at halda fram við, og tað vil eg kombinera við fjallasúkling og duathlon. Nú fari eg til Oyggjaleikirnar í ár og síggi, hvørjum støði eg eri á í mun til hinar. Um tað er møguligt, ætli eg mær gullið um tvey ár, sigur Súsanna. Hon hevur fingið stuðul frá Eik Banka, og pengarnar ætlar hon at brúka til ein venjara. – Ein venjari hevði kundi funnið mær góðar altjóða kappingar, sum eg kundi luttikið í. Tað hevði eisini verið eyka motiverandi fyri meg. Tað er tó ikki alt fingið í rættlag enn, men eg ætli mær at seta meg í samband við Nordic Sport Center og spyrja, um teir kunnu hjálpa mær at finna venjara, sigur Súsanna. Ætlar sær børn Súsanna hevur ongar ætlanir um at steðga við ítróttinum. Hon vil tó fegin hava børn einaferð. – Eg kenni meg sera væl fyri, og eg ætli mær at halda fram. Mær dámar eisini ótrúliga væl at vera venjari hjá Ørnini, og tað kann henda, at eg fari at gera meira við tað í framtíðini. – Eg hugsi meira um, nær eg skal fáa børn, og so er spurningurin, á hvussu høgum støði eg síðani kann íðka. Málar í frítíðini »Action-kvinnan« Súsanna Skylv Sørensen hevur eisini eyga fyri tí skapandi. Umframt at vera frisør, sum er eitt sera kreativt fak, so málar hon, tá ið hon fær tíð. – Mær dámar væl at mála. Málningarnir eru ofta móta- merktir, og eg fái íblástur frá mótabløðum. Onkuntíð máli eg abstrakt og av og á ikki, sigur Súsanna. Summarið í ár verður spennandi hjá Súsonnu. Hon er venjari hjá Ørnini og skal til Oyggjaleikir í triathlon. Frisørdaman hevur í øllum førum ongar ætlanir um at slakka av í nærmastu framtíð. Súsanna Skylv Sørensen Fødd 7. januar 1979 Íðkar triathlon, duatlon, fjallasúkling og rógving Lærir til frisør Fakta Súsanna um trúgv - Eg eri kirkjufólk, og eg royni at vera í kirkju av og á. Eg tosi ikki so nógv um tað. Átrúnaðurin kemur ikki í fremstu røð hjá mær Súsanna um fótbólts­ landsliðið hjá monnum - Tað stinkar! Teir kundu verið betri, um teir høvdu viljað tað. Teir kundu vant meira og effektivari. Teir skuldu sett sær sum mál at hækkað støðið fyri hvørt ár. Fólk í Føroyum elska fótbólt, og tað er altíð at vera so. Hinar ítróttargreinarnar nýtast tó ikki at forsømast fyri tað