fríggjadagur 1. juni 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 103 • 1. - 3. juni 2007
Kendu seg væl í Danmark
Hjartadeildin á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn verður
vanliga roknað sum ein tann besta av sínum slagi. Og Andrew
og Margareth kendu seg eisini væl á deildini.
- Starvsfólkini vóru menniskjalig og fyrikomandi. Læknin gav
sær stundir til at tosa við Andrew eftir skurðviðgerðina. Hann
royndi at greiða frá og svara øllum spurningum, og bara at sita
og tosa við læknan, sum hevði gjørt skurðviðgerðina var sera
tryggjandi fyri okkum. Vit kendu á okkum, at vit eisini fingu
sálarliga hjálp frá teimum, siga Andrew og Margareth
hann helt um teir, og hann gav
eisini ordrar um at senda sms til
nakrar persónligar vinir og fólk í
familjuni. Hann segði mær, hvat
eg skuldi skriva til hvønn, og
so sendi eg sms-boð fyri hann.
Tað var vigtigt fyri Andrew, at
tey ymsu fólkini fingu júst tað
rætta at vita frá honum, greiðir
Margareth frá.
- Eg fekk eftir einari lílta løtu
sagt nøkur ting við fólk, sum eg
langt síðani skuldi havt sagt við
tey. Eg veit eisini, at fólk fóru at
biðja fyri mær, og sms-boð og
teldupostar vórðu brúktir fyri at
fáa boðini runt, sigur Andrew.
Stóð um lív
Flogfarið hjá Atlantsflogi lætti
sær úr Vágum og setti kós ímóti
Keypmannhavn, men ivamálið var
allatíðina, um Andrew fór at klára
ferðina.
- Eg visti, hvat kundi henda,
men eg var ikki bangin. Eg
upplivdi ein øgiligan frið, og eg
var mest keddur um, at tað vóru
so nógvir leysir endar heima
á kontórinum hjá mær, greiðir
Andrew frá.
- Andrew fekk okkurt doyvandi
umborð á flogfarinum fyri at
halda kroppin í frið, so at æðrin
ikki brast. Vit vóru so koyrd
ba-bu ígjøgnum morguntrafikkin
í Keypmannhavn á Ríkissjúkra-
húsið, sigur Margareth.
Á Ríkissjúkrahúsinum var enn
einaferð staðfest, at støðan hjá
Andrew var álvarsom. Pulsæðrin
til hjartað skal vanliga hava ein
diametur á 3 sentimetrar, og
fólk, sum hava ein hjartafeil,
verða vanliga løgd undir skurð,
um æðrin víðkast upp upp um 5
sentimetrar. Æðrin hjá Andrew
var 7 sentimetrar í diametur, tá ið
hann fór úr Føroyum, og niðri lá
hon millum 8 og 10 sentimetrar.
- Eg var koyrdur í fullari ferð á
operatiónsstovuna. Tey lótu meg
úr klæðunum, meðan eg var á
veg til operatiónina. Eg føldi meg
tryggan, eg var í Guds hond, og
eg hevði eisini álit á læknum og
sjúkraystrum.
- Tað síðsta, eg minnist
áðrenn operatiónina, var, at
narkosulæknin var ein stórur
eystureuropeari. Tey søgdu við
hann, at hann skuldi bíða við at
doyva meg, til tey høvdu fingið
mína blóðtypu. Men hann svaraði
bara, at tað høvdu tey ikki tíð til
at bíða eftir, og so legði hann
meg at sova, greiðir Andrew frá.
Vaknaði skjótt aftur
Margareth var hjá Andrew inni á
stovuni, tá ið tey gjørdu klárt at
leggja Andrew undir skurð.
- Eg helt meg standa í vegin,
men sjúkrasystrarnar togaðu
meg bara nærri til Andrew, so at
eg kundi verða hjá honum. Tá ið
hann so sovnaði, so varð eg koyrd
út. Sjúkrasystrarnar vóru bæði
menniskjaligar og professionellar.
- Eg hevði einki sovið um
náttina, so eg fór á Hotel
Tórshavn fyri at fáa svøvn.
Operatiónin skuldi varða einar
9 tímar. Eg kláraði ikki at sova,
so eg fór aftur á sjúkrahúsið,
og hvørjaferð læknarnir komu
framvið, spurdi eg, hvussu tað
gekk. Teir lótu væl at, og eg kendi
meg tryggari við støðuna.
- Familja og vinir vóru komin á
Ríkissjúkrahúsi, og eg fekk eisini
eina rúgvu av sms-boðum alla-
tíðina. Tað var vónleyst hjá mær
at svara øllum boðunum, men
tað var gott at merkja áhugan frá
fólki.
Mánakvøldið um seks tíðina var
skurðviðgerðin liðug, og Andrew
varð lagdur í respirator á eini
intensivari stovu.
- Eg slapp inn til Andrew, og eg
var positivt yvirraskað av, hvussu
hann sá út. Eg hevði roknað við,
at tað fór at síggja ógvusligt út
eftir operatiónina, men tað gjørdi
tað ikki. Eg fekk at vita, at hann
fór at liggja soleiðis í tveir dagar,
áðrenn hann vaknaði aftur.
- Eg fór aftur á hotellið, tí eg
var púra útlúgvað. Nú sovnaði eg
og svav væl alla náttina. Eg kendi
frið mær á mær og var sannførd
um, at hann fór at klára tað. Tá
eg fór upp týsmorgunin, gav eg
mær góða tíð undir brúsuni.
- Tá eg geri meg kláran at fara
á sjúkrahúsi, ringir telefonin
á kamarinum. Tað var Símun,
ein vinmaður hjá Andrew í
Keypmannahavn. Hann segði við
meg, at Andrew hevði ringt til
hansara. Andrew hevði roynt at
ringja til mín, men fekk ikki fatur
á mær, og tí hevði hann biðið
Símun fáa fatur á mær.
Andrew var vaknaður nógv
fyrri, enn tey høvdu roknað við.
- Eg minnist, at eg vaknaði
knappliga, og eg visti beinan-
vegin, hvar eg var, og hví eg
var har. Tvær sjúkrasystrar
komu beinanvegin til mín, og
eg hevði eina undarliga kenslu,
tí eg andaði ikki sjálvur og fekk
einki gjørt. Eg sovnaði aftur, og
tá ið eg vaknaði aftur, fóru tey
beinanvegin undir at rigga meg
av, so at eg kundi anda sjálvur og
kundi tosa, greiðir Andrew frá.
Glaður um at
busta tenn
Andrew kom skjótt fyri seg aftur
eftir skurðviðgerðina í hjartanum.
Pulsæðrin til hjartað var skrædn-
að, og eitt petti av henni varð
skift. Orsøkin var helst, at
Andrew hevði ein viðføddan
hjartafeil, sum eingin visti um, og
hjartaklappurin var eisini skiftur í
somu skurðviðgerð.
Eftir 10 dagar á Ríkissjúkra-
húsinum var Andrew sendur
heim og lá á Landsjúkrahúsinum
í eina tíð. Hann noyddist aftur
til Danmarkar, tí alt gekk ikki
eftir vild, men einki álvarsamt
var á vási. Nú er Andrew farin
aftur til arbeiðis hjá Atlantsflogi,
har hann er flogmekanikari,
men hann orkar langt frá so
væl, sum hann gjørdi áðrenn
skurðviðgerðina.
- Fyrstu tíðina eftir operatiónina
var tað næstan sum at byrja
umaftur, og eg var glaður, bara
eg kláraði tey grundleggjandi
tingini sum at busta tenn og
lata meg í klæðir. Nú eri komin
betur fyri meg, men eg orki ikki
so væl, sum eg gjørdi, og tað er
sera umráðandi fyri meg, at eg
sovi nóg mikið um náttina, sigur
Andrew.
- Hetta er ikki sum influensa,
og nú eri eg frískur. Eg havi fingið
ein mekaniskan hjartaklapp, og
hann skal eg læra meg at liva við.
Eg verði ongantíð heilt tann sami
aftur, men um tað gongur væl, so
kann eg verða heilt fullførur aftur.
Eg skal sjálvandi ansa eftir onkur
og kanska liva meira soleiðis,
sum vit øll áttu at liva.
- Útgangspunktið hjá mær er, at
eg kundi tað sama verið deyður.
Eg havi nógv at takka fyri, og tí
síggi eg ongar stórar trupulleikar
í, at eg skal liva við hesum
restina av lívinum. Kanska komi
eg ongantíð aftur at orka so væl,
sum eg gjørdi, møguliga skal eg
taka medisin restina av lívinum,
men eg eri bara fegin um, at eg
eri á lívi, og eg skal nokk klára
tað.
- Onnur fólk eru deyð av tí,
sum mær feilti, og tað kann
verða ringt at skilja, hví eg skuldi
yvirliva og onnur doyggja. Eg eri
eingin betur persónur enn nakar
annar, men eg fekk ein kjans
afturat, sigur Andrew.
Margareth sigur seg verða sera
takksama fyri alla ta hjálp, tey
hava fingið hesa truplu tíðina.
- Vit hava møtt hjálpsemi
allastaðni, og vit komu ígjøgnum
hetta millum annað tí, at vit fingu
so nógva hjálp frá familju, vinum,
starvsfeløgum og heilsuverkinum,
sigur hon.
Margareth heldur eisini,
at maðurin er broyttur eftir
lívshóttandi hjartatilburðin og
skurðviðgerðina.
- Andrew er meira málrættaður,
enn hann var. Um okkurt skal
gerast, so ger hann tað, og
hann hugsar meira um at njóta
dagligdagin.
- Útgangspunktið hjá mær er, at eg kundi tað sama verið deyður. Kanska komi eg ongantíð aftur at orka so væl, sum
eg gjørdi, møguliga skal eg taka medisin restina av lívinum, men eg eri bara fegin um, at eg eri á lívi, og eg skal nokk
klára tað, sigur Andrew Djurhuus. Mynd: Høgni Thomsen