fríggjadagur 1. juni 2007síða 54
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 - 1. juni 2007
54
summarkapping
Indianarar
í heila viku
Tað er ikki hissini, sum børnini í skt. Josefs barnagarð í Havn hava hugnað
sær hesa vikuna. Síðani mánadagin og til í dag hava tey verið sannir
indianarar. Tey hava matgjørt uttandura, har bollar, pylsur og annað er bæði
bakað og grillað. Tey hava lært at spæla upp á fínu indianaratrummurnar,
eins og tey hava lært nøkur av teimum kynstrum, sum indianarnir máttu duga
so meistarliga væl, tá teir skuldu lívbjargað sær í ríku men oftani harðbalnu
náttúruni í uppruna-Amerika.
Tá hetta blaðið er á gøtuni, hava indianarnir fingið vikuskiftisfrí, og
ivaleyst eru fleiri av foreldrunum tá til ein hugnaligan kaffimun í
barnagarðinum, har tey kunnu síggja og hoyra um, hvussu tað er at vera
sannur indianari. Og foreldrini hava so eisini lært nakað. Nevnliga at
indianarar aloftast høvdu nøvn við beinleiðis tilknýti til náttúruna. Nøvn sum
eisini námsfrøðingarnir í barnagarðinum hava verið noyddar at læra seg hesa
seinastu vikuna.
Hósdadgin var myndamaður okkara, Jens Kristian Vang, tó á vitjan, og
partur av úrslitinum frá frá vitjanini síggja vit her.
-mørk
Ferðaskrivstovan
vinnulívið setur sítt álit á
Sp/f Alpha Travel · Eystara Bryggja · 100 Tórshavn
Tel 35 29 00 alpha@alphatravel.fo
Halt frí tá tú hevur frí
Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo