fríggjadagur 1. juni 2007síða 56
Tekstur á síðuni
Nr. 103 - 1. juni 2007
56
summarkapping
Silju dámar væl at ganga
túrar í fjøllunum
Navn: Silja á Borg Færø
Bústaður: Keypmannahavn
Aldur: 25 ár
Starv: Skrivari hjá Høgni Hoydal á Fólkatingi
Frítíðarítriv: Spæli fótbólt við ÍF Føroyum
Nær fært tú summarfrí í ár?
Síðst í juni mánað
Hvussu fert tú at halda summarfrítíðina?
Eg fari sum altíð til Føroyar. Burtursæð frá at
vera saman við familju og vinfólkum, ætli eg
mær at ganga túrar í fjøllunum, um veðrið er til
tað, og at lesa onkrar bøkur.
Hví hevur tú valt at gera júst hetta?
Tá eg búgvi í Danmark, havi eg bestan hug at
fara til Føroyar at ferðast, tá eg havi
summarfrítíð.
Plagar tú at ferðast uttanlands um summarið?
Um summarið fari eg vanliga bert til Føroyar.
Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið?
Mær dámar væl ta føroysku náttúruna, so eg
royni altíð at ferðast eitt sindur í Føroyum um
summarið, serliga fyri at ganga túrar í fjøllunum.
Ferðast tú hinar árstíðirnar?
Ja, serliga til stórbýir í Europa.
Lýs summarið við fimm orðum?
Sól, grønt, frí, at taka sær av løttum, gleði.
Hvat er títt dreymaferðamál?
Cuba
Silja á Borg Færø
kemur heim til
Føroya í summar.
Henni dámar væl
føroysku náttúruna
og gleðir seg til at
sleppa at ganga
onkran túrin í
fjøllunum
www.husamekling.fo
V a g l i ð • F O - 1 0 0 T ó r s h a v n
T e l 3 1 9 3 2 1 • F a x 3 1 9 3 3 1
Leitar tú eftir húsum
ella vilt tú selja hús tíni,
so er Húsamekling rætta staðið.
Hygg inn á www.husamekling.fo
Vælkomin á Hotel Norð
Stangavegur 15 · 700 Klaksvík · Tel 45 60 68
Stórt úrval av baðirúmsmøblum
Alt innan
VVS