Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 • 1. - 3. juni 2007 Vikuskifti 19 Tú kanst ganga ella tú kanst koyra, men tú ert altíð nær náttúruni og hevur útsýnið yvir hana heilt inn í stovuna. Samstundis býrt tú í einum hugnaligum býlingi í Hoyvík. Fyrsta fatanin - stílur og snið Fyrsta fatanin, tá ið tú kemur til bústaðin, er, at talan er um eini heilt vanlig sethús, men fert tú oman um ella inn í húsini, fært tú eina heilt aðra fatan. Húsini eru nýggj, sera snotilig og bygd eftir nýggjasta sniði og hátti. Tey eru sniðgivin til at liva í, og eru eisini sera livilig. Alt er ljóst og vakurt. Ljós og luft Niðaneftir eru ikki nógv vindeygu, so tú verður ikki órógvaður, men kemur tú heilt inn og fer oman í køkin og hugnaligu og fjálgu útsýnisstovuna til stóru vindeyguni og vakra útsýnið fært tú eina fatan av, at tú hevur vøkru náttúruna inni í stovuni. Tó ert tú væl og virðiliga inni hjá tær sjálvum og ikki til framvísing. Inni og úti Frá køkinum fert tú beint út á vøkru terassuna uttanfyri. Har kanst tú njóta útsýnið og seta teg at njóta lívið og vakra nærumhvørvið. Har er ein tjørn við alskyns lívi, og tú hoyrir fuglarnar láta. Kjallarin Í niðastu hædd er inngongd, hall og kamar, men annars hevur tú møguleika fyri at innrætta meira, so ymisku aldursbólkarnir í húsinum órógva hvønn annan sum minst. Har er gjørt klárt at gera eitt eyka baðirúm, og annars gagnnýta góðu møguleikarnar, ið plássið loyvir. Í býarumhvørvi – úti í haganum Fakta Húsini, sum standa í Jóansgøta 11, Hoyvík eru í 2 hæddum – hvør á 118 fermetrar – í alt 236 fermetrar. Tey eru bygd í ár 2000 og grundøkið er 504 fermetrar. Í erva er inngongd, durur, hall, hjúnarrúm, baðirúm, kamar, matarkøkur við útgongd til terassu / altan, kovi, borðsstova / stova, hugna- og útsýnisstova. Í neðra er trappugongd / hall, inngongd, kamar, klædnarúm, vaskirúm og stórt kjallararúm, har møguleiki er fyri at gera íbúð og klárt er at gera baðirúm. Húsini standa í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg og hava sera gott útsýni. Har er spælipláss við fótbóltsvølli og stutt er til skúla, barnagarð og busssamband. Prísuppskot: kr 2.600.000,00. Meira fæst at vita hjá P/F Inni á tel. 354200.