mánadagur 4. juni 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 4. juni 2007
11
tíðindi
Skilji ikki, at
eg orkaði
Mamy Rasmussen var 29 ára gomul, tá hon byrjaði
sum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 1955. Hon hevði tá
arbeitt sum roknskaparfólk á Landsjúkrahúsinum í
eini tvey ár, og áðrenn tað hevði hon arbeitt hjá
sýslumanninum í Klaksvík í sjey og eitt hálvt ár.
Mamy greiðir frá, at hon nokk varð vald til starvið í
Klaksvík, tí at tað hevði gingið so væl at fáa skil á
roknskapin á Landsjúkrahúsinum. Henni dámdi tøl og
ræddist ikki konfrontatiónir.
- Eg minnist til dømis eina ósemju, sum vit á
Landssjúkrahúsinum høvdu við gjaldstovuna um toll á
hygieinubindum. Teir vildu hava tey tollað sum
toyvøru, men tað fann eg meg ikki í. Og eg vann tað
sakina.
Stutt áðrenn Mamy kom til Klaksvíkar, var hon send
norð við Reyða Krossi við einum neyðagregati.
Læknastríðið var upp á tað harðasta, og fult av fólki
var á keiini, tá báturin legði at.
- Tey vildu ikki hava kassan í land. Tey ákærdu meg
fyri at vilja smugla lækna norð. Onkur rópti, at hol var
í kassanum, so læknin kundi anda. Tað endaði við, at
eg sjálv slapp í land, tí eg var klaksvíkingur. Men
hvørki kassin ella danska sjúkrasystirin, sum var við,
sloppu í land.
Mamy Rasmussen tosar um tey fyrstu árini á
sjúkrahúsinum sum ta góðu tíðina. Tá læknastríðið var
av, valdaði friður og tøgn. Mamy sigur, at henda tíðin
var merkt av trivnaði og góðum samstarvi. Seinni kom
tað veruliga stríðið, og sum Mamy minnist aftur á tey
seinnu árini, skilur hon ikki, at hon orkaði.
- Tey síðstu árini vóru ræðulig. Tá eg misti mannin í
1982, høvdu læknar og politikarar langt síðani lagt
meg á ís. Tá orkaði eg ikki meira, men álíkavæl ynskti
eg ikki at fara frá. Í dag dugi eg tó væl at síggja, at
avgerðin at seta Hera Ellingsgaard var tann rætta. Og
hann hevur eisini roynst sjúkrahúsinum sera góður,
sigur 80 ára gamla Mamy Rasmussen at enda.
havt stuðlað mær, tá eg var
harðast kroyst.
Nýggja sjúkrahúsálitið er
eitt úrslit av samstarvi mill-
um lokalu leiðslurnar, og
Heri Ellingsgaard heldur, at
í dag ber betri til at snakka
um tingini.
- Tað má bera til at føra
landspolitik og fáa neyðugu
broytingarnar gjøgnumførd-
ar, uttan at øll skulu fara
upp at rópa, sigur hann.
Klaksvíkar Sjúkrahús er í
serligari støðu, men eg
haldi vit kunnu tryggja okk-
ara støðu við dialogi og
samstarvi.
- Nýggja sjúkrahúsáliti er
eitt dømi um hetta. Vit vera
í framtíðini bæði nærsjúkra-
hús fyri Norðoyggjar og
stóran part av Eysturoynni.
Og so skulu vit eisini standa
fyri allari dagkirurgi.
Frá valdsmiklum
læknum til vitandi
sjúklingar
Nógv er broytt hesi síðstu
hálvtrýss árini, ikki minst í
hugburðinum hjá fólki.
- Læknarnir høvdu nógv
meir vald fyrr, sigur Mamy
Rasmussen. - Vanliga starvs-
fólki hevði ikki annað at
gera enn at makka rætt. Og
fólk høvdu stóra virðing
fyri læknanum, hann var
næstan gud.
- Í dag er nógv øðrvísi.
Men eg haldi tað hevur
týdning at halda fast við, at
bæði starvsfólk og sjúkling-
ar mugu verða vird, sigur
fyrrverandi umsjónarkvinn-
an á Klaksvíkar Sjúkra-
húsi.
Heri Ellingsgaard sigur,
at nýggju tíðirnar stilla
onnur krøv til heilsuverki.
Fólk eru ikki so autoritets-
trúgv longur, og tey finna
seg ikki í øllum.
- Størsta avbjóðingin í
dag er vitandi sjúklingurin.
Fólk eru lærd og duga sjálv
at seta seg inn í tingini. Tá
ein sjúklingur fær eina diag-
nosu, fer hann heim og leit-
ar á internetinum. Hann
finnur mail klubbar og onn-
ur, sum feila tað sama sum
hann. Tá hann so ein mánað
seinni kemur aftur til við-
gerð, veit hann meira um
sína egnu støðu enn bestu
serlæknar.
- Økta vitanin gevur sjúk-
linginum størri vald. Hetta
má heilsuverki innrætta seg
eftir og vera meir málrættað
og betri samansjóðað, sigur
Heri Ellingsgaard at enda.
kroyst
Heri Ellingsgaard, sum hevur
verið umsjónarmaður á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi síðani 1984, sigur at
heilsuverkið má innrætta seg til
nýggjar tíðir við vitandi sjúklingum og
mobilum starvsfólkum
Myndir: Høgni Thomsen
MjúS heldur steðg í ár
Festivalurin á Sandi, MjúS, verður ikki hildin í ár.
Fyrireikararnir siga soleiðis: - Tað týdningarmesta fyri
okkum, sum hava skipað fyri MjúS, er, at gestir okkara fáa
eina góða uppliving. Vit vilja, at tónleikur, hugni og náttúra
ganga upp í eina hægri eind. Hetta er eydnast tvær ferðir.
Men, av tí at vit undir fyrireikingunum til hetta summarið
ikki kenna okkum sannførd um, at vit fáa givið MjúS-
gestum eina eins góða uppliving sum undanfarnu árini,
hava vit valt at steðga á í eitt ár, og síðani byggja upp til at
koma sterkt aftur komandi ár.
Bunkring av sóttrein-
saðum vatni í Ánunum
Klaksvíkar Kommuna kann nú bjóða 450.000 litrar av
sóttreinsaðum vatni við Góðshavnina í Ánunum..
Sóttreinsaða vatnið kemur úr goymslubrunnum við
Ánagjógv. Vatnleiðingin oman til góðshavnina er íbundin
verandi høvuðusvatnveiting, ið veitir drekkivatn til
eystara armin í Klaksvík. Tænastan fer uttan iva at koma
eitt nú sildaskipum, ferðamannaskipum og størri trolarum
til góðar