mánadagur 4. juni 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 104 - 4. juni 2007
Um vikuskiftið
hevur árligi SPOT-
festivalurin verið
í Århus, føroysku
nøvnini Eivør,
Budam, Boys
In A Band og
Maria Guttesen
hava luttikið, og
skoðsmálini hava
verið heldur ymisk
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í samstarvi millum gaffa.
dk, mymusic.dk og SPOT
verða allar konsertirnar á
S P O T- F e s t i v a l i n u m
ummældar. Meðan Budam
fær
eitt
framúrskarandi
ummæli og fimm av seks
møguligum stjørnum, so
eru ummælini av Eivør og
Boys In A Band minni jalig,
og bæði nøvnini fáa tríggjar
av seks stjørnum. Maria
Guttesen spældi á eini
felagsskonsert, sum somu-
leiðis fekk tríggjar av seks
stjørnum, men Maria varð
ikki nevnd við einum orði.
Øll ummælini liggja á spot-
festival.dk.
At hoyra porno
Budam ella Búi Dam verður
lýstur, sum ein stórur karis-
matiskur sangari úr Føroy-
um, ið tók yvir ein lítlan
pall við manér. Serliga rødd-
in, ið var djúp og forførandi
og hansara evnir at framføra
síni løg, sum lítlar sjónleikir,
verða tikin fram í ummæli-
num. Men eisini frálíki tón-
leikurin, sum bólkurin legg-
ur sum grund undir rødd
hansara, fær jalig orð.
Budam er kendur fyri
sínar sterku tekstir, og hesir
hava eisii talað til Anju
Fjølleslev, ið ummældi kon-
sertina fyri Gaffa. Um lagið
Do That Thing, skrivar hon:
”Introen, flere mellemstykk-
er og outroen bestod af
stærke vejrtrækninger, som
mindede om vindens susen
og havets brusen. Ved nær-
mere nærlytning af teksten
kunne disse vejrtræknings-
effekter dog også tolkes
som noget helt andet. Hvis
jeg nævner en linje i teksten,
som publikum i øvrigt
omtalte bagefter, som om
at de havde ”hørt porno”, er
jeg sikker på, alle forstår,
hvad jeg mener. Budam
sang: ”I’ll paint your body
with my loaded cream
machine”. Dette er ikke det
eneste eksempel under kon-
certen på Budams udford-
rende tekstunivers.”
Ummælarin endar við at
ynskja sær, at Budam skjótt
aftur verður at hoyra í Dan-
mark, tí tað hevur tónleik-
urin uppiborið.
Fólk rýmdi frá Eivør
Á
SPOT-Festivalinum
spældi Eivør saman við
írska bólkinum, ið hon skal
á pall saman við á G!Festi-
valinum, og skulu vit trúgva
ummælaranum
Mikkel
Elbech, kann hetta gerast
ein langdrigin uppliving.
Ummælarin skrivar, at
Eivør kom á pall ein hálvan
tíma seinkað, men hóast
hetta
vóru
áskoðararnir
spentir, og karmarnir tykt-
ust fullkomnir til konsert-
ina.
Men longu eftir byrjanini
við løgunum Human Child
og Do Not Weep, tyntist
álvarsliga út í áskoðarafjøld-
ini, og sum konsertin fráleið
rýmdu sambært ummælara-
num alt fleiri fólk, og hann
sigur, at tað somuleiðis
gjørdist greitt hví. Tí á
SPOT-festivalin, ið leggur
dent á tað nýskapandi og
áhugaverda tykist Eivør
malplasera.
Hann heldur fram: ”Med
tekster, der handler om
træer, snefnug og solskin,
er der dømt floskel-fest til
den store guldmedalje, og
langt det meste af tiden er
koncerten en noget banal
og ordinær affære. Musi-
kalsk set er der ingen ele-
menter, som ikke fås i bedre
udgaver andetsteds.
Niðurstøðan tá konsertin
endar eftir 38 minuttir, er
sambært ummælaranum, at
hesir kendust sum munandi
longri tíð. Tá fleiri av áskoð-
arunum klappa hana útaftur
á pallin, bjargaði eykalagið
Blandað føroysk av
Teldutøk útgáva um fjølmiðlar
Fríggjadagin kom Føroya fyrsta teldutøka útgáva við einum ISBN-tali komin
út. Allar prentaðar útgávur hava vanliga eitt ISBN-tal, sum er ein altjóða
skráseting av øllum útgávum, og hetta er so fyrsta føroyska teldutøku útgaván
við tílíkum skrásetingarnummari. “Fjølmiðlar” eitur útgávan, og hon leggur
upp til at fylgja við í fjølmiðlunum, eins og at kunna seg um pressufrælsi
bæði úti og heima. Tilfarið um fjølmiðlar er fyrst og fremst ætlað at brúka á
miðlabreyt í 10. flokki, men kann eisini brúkast á miðnámi og í elstu
flokkunum í fólkaskúlanum. Tað er Føroya Skúlabókagrunnur, sum gevur út
teldutøku útgávuna.
Fólkatingið meldast
Mikudagin skal formansskapurin í danska fólkatinginum taka
støðu til, um politikararnir framhaldandi skulu sleppa at roykja á
skrivstovum sínum. Starvsfólk á Christianborg krevja, at
politikararnir ikki roykja har, og vísa til nýggju roykilógina.
Men løgfrøðingar hjá fólkatinginum siga, at henda ikki umfatar
einstøku skrivstovurnar. Jørgen Arbo-Bæhr, framsøgumaður í
heilsumálum hjá Enhedslisten, sigur sambært BT, at um
formansskapurin játtar royking á skrivstovunum, so verður
fólkatingið meldað til Arbeiðseftirlitið tann 15. august klokkan
átta, tá lógin kemur í gildi.
Mótin við
føroysk
um
eygum
Føroyski stylisturin
Marianna Mørkøre
hevur saman við
svensku myndakvinnuni
Mariu Arnell, gjørt
mótatilfar til svenska
mótatíðarritið Swarta.
Myndarøðin er av
klæðum frá eitt nú
Wood Wood, Henrik
Vibskov, Minimarket,
C.neeon, Bless og
G&G, og er í stuttum
hvussu hesin føroyski
stylisturin og henda
svenska mynakvinna
síggja mótaheimin í
løtuni, lýst á ein heldur
ósiðbundnan hátt. Allar
myndrnar eru tiknar í
Føroyum.
Swarta er eitt
fotografiskt tíðarrit, og í
fyrstu útgávuni verður
serligur dentur lagdur á
mótafotografi. Tíðarritið
verður selt í útvaldum
støðum í Evropa. Meira
kann lesast um tíðaritið
á HYPERLINK www.
swarta.com swarta.com.
Tilber at síggja
myndirnar á
heimasíðuni hjá teimum
báðum kvinnunum:
HYPERLINK ”http://
www.marmar.nu/
dreamcatcher/” www.
marmar.nu/
dreamcatcher/ Trýst
síðan á Dreamcatcher.
Tú blaðar millum
myndirnar við at trýsta á
lítla pílin undir mydini.
nud
Ummælarin keddi seg á
konsertini við Eivør
mynd: Símun Jóannesarson