mánadagur 4. juni 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 4. juni 2007
17
tíðindi
vrik í Århus
Hóast almenni
miðlapartnarin
hjá G!Festivalinum
skrivar, at The
Prodigy spælir á
G!Festivalinum, er
avtalan við enska
bólkin ikki komin
endaliga upp á pláss.
Umboðsstovan hjá
bólkinum váttar
fyri Sosialinum, at
samráðingar eru
í gongd, men ikki
lidnar enn. Heldur
ikki G!Festivalurin
hevur váttað tíðindini
fyri Dimmalætting,
sigur Jón Tyril
0Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hósdagin váttaði umboðs
stovan hjá The Prodigy fyri
Sosialinum, at bólkurin, ið
má metast sum heimsins
størsta ídnaðartekno navn,
væntandi verður at hoyra á
Gøtusandi. Boðini vóru,
“Vit eru enn í samráðingum
við G!Festivalin, og alt er
ikki 100% váttað enn.” Tað
skiltist tá á G!Festivalinum,
at ætlanin ikki var at avdúka
høvuðsnavnið fyrr enn um
nakrar vikur. Vit spurdu Jón
Tyril fyriskipara av G!festi
valinum hóskvøldið, um
The Prodigy spæla á festi
valinum í Gøtu í summar.
Tað havi eg onga við
merking til, einki navn verð
ur váttað av festivalinum
fyrr enn tað stendur á heima
síðuni hjá okkum, segði Jón
og vildi als ikki práta meira
um høvusnavnið. Tó kundu
vit
fríggjadagin
lesa
í
Dimmalætting, at The Prodi
gy verður at hoyra á G!.
Dimmalætting er almenni
miðlapartnaranum
hjá
G!Festivalinum. Jón Tyril
vísur tó aftur, at festivalurin
hevur váttað fyri Dimma
lætting, at The Prodigy
spælir á G!. Í fjør bar
Dimmalætting
tíðindini
um, at svenska songkvinnan
Carola
skuldi
spæla
á
G!Festivalinum, men mátti
tveir dagar seinni taka tíð
indini aftur. Vónandi verður
støðan ein onnur í ár.
Var apan ein
ábending?
G!Festivalurin hevur sið
venju fyri at leggja ábend
ingar í sínar lýsingar. Í
nýggjastu lýsingini er ein
apa. Tí hava nógv gitt um,
at bólkar, sum t.d. Gorillaz,
Arctic Monkeys ella Racing
Ape, verða á festivalinum.
Men vit vita av royndum, at
G!Festivalurin seinastu tíð
ina hevur verið eitt sindur
snildari enn so við sínum
ábendingum. Soleiðis er
eftir øllum at døma eisini
hesaferð. Tað tók eitt sindur
av njósnan og leitan at finna
sambandið millum apuna
og The Prodigy, og vit eru
heldur ikki heilt vís í, at
hetta er rætta loysnin. Men
nýggjasta stakfløgan hjá
The Prodigy av teirra savns
fløgu, ið kom út í fyrraárið,
er eitt endurbland av hitti
num frá 1994, Voodoo
People. Í hesum lagnum
samplar The Prodigy eitt
gittarriff úr sanginum Very
Ape hjá Nirvana. Her var
apan. Langt úti? Ja, kanska.
Men við tíðini eru vit vorð
in somikið dugnalig at
loysa gáturnar, at tær mugu
gerast torførari. Um altso
apan er ein gáta.
Størsta navn
innan greinina
Í
The
Prodigy
hevur
G!Festivalurin tryggjað sær
eitt heimsnavn, sum síðan
fyrst í nítiárunum hevur ver
ið í toppinum á tónleika
heiminum. Bólkurin hevur
hesi árini havt 9 stakfløgur
í topp 10 í Bretlandi og 15 í
topp 20. Størstu hittini eru
uttan iva Breathe, ið seldi
700.000 eintøk og Fire
starter, ið seldi ikki færri
enn eina millión eintøk,
báðar hesar stakfløgur vóru
á ovastu rók á bretska sølu
listanum, og seldu somu
leiðis væl á risamarknað
inum í USA. Eingin bólkur
hevur, sum The Prodigy ver
ið við til at gera harða ídn
aðarkenda tekno tónleikin
til gerandiskost. Hetta hev
ur verið til íblástur fyri hóp
in av bólkum kring allan
heim, og føroyskir bólkar
sum Side Effect og All That
Rain hava fingið íblástur
frá bretska risanavninum.
Gøtusandur
fer upp frá
The Prodigy hevur seinastu
tíðina arbeitt við eini nýggj
ari útgávu, ið eftir ætlan
skuldi koma út í summar,
men sum er seinkað nakað,
tað skuldi tó merkt, at nýggj
ur tónleikur frá teimum
verður á skránni á Gøtu
sandi. Stílurin er broyttur
nakað hesi árini, og hevur
millum annað ferðast innan
greinar sum punk, alterna
tivan rokk, rave og hard
core tekno, men reyði tráur
in hevur alla tíðina verið
ein ómetalig orka. Tí er
eingin ivi um, at Gøtusandur
fer upp frá, tá ógvisliga
ljóði av The Prodigy brakar
út yvir sandin.
The Prodigy kunnu gerast ein festlig uppliving á
G!Festivalinum
mynd: Polfoto
The Prodigy spælir kanska á G!
tó nakað av konsertupp
livingini.: ”Endelig kommer
der et nummer, der både er
hævet lidt i tempo i forhold
til resten, og som også lader
Eivør bruge sin stemme til
andet end kedelig skønsang.
Hun vrænger og skriger og
improviserer, og det løfter
koncerten op på det niveau,
hvor den hele tiden burde
have ligget. En rigtig god
bonus, der gør, at man går
væsentligt gladere fra salen,
end de, der forduftede alle
rede efter halvandet num
mer.”
Peppaðir kovboyarar
Mest hypaði bólkur á før
oyska tónleikapallinum í
løtuni er Boys In A Band.
Bólkurin fór á pall sum
fyrsti bólkur leygardagin
stutt eftir miðdag. Teir fóru
á pall í Officersteltilnum
framman fyri eini áskoðara
fjøld, ið ikki var heilt vakn
að enn, sigur ummælarin
Anja Fjølleslev. Boys In A
Band fáa rós fyri at vera
somikið
væl
upplagdir:
“Energien fra hele bandet
var intens, og deres koncert
bar ikke præg af, at klokken
var to om eftermiddagen.
De performede alt, hvad de
kunne fra start til slut.
Desværre var det svært at
få meget ud af teksterne,
fordi vokalen druknede i
larm, og forsøg på at trænge
igennem synes umulig, og
som en bevidst del af
udtrykket. Så på sin vis
gjorde det knap så meget
med teksterne, for melodi
erne og indpakningen gav
publikum et godt indblik i
et talentfuldt band godt på
vej.”
Sum heild er ummælið
jaligt, hóast trummuspælið
verður mett at vera eitt sind
ur ov monotont, og mest
snúgva seg um ein larmandi
High Hat. Lagið Before
The Flow verður tikið fram
sum tað besta og mest fjøl
broytta hjá bólkinum.
Í stóran mun snýr um
mælið seg um, at bólkurin
sigur seg spæla kovboyrokk,
og um hann veruliga ger
tað, og hvørji kovboyele
mentini í tónleikinum eru.
Einki um Mariu
Innan fyri karmarnar á
Spot
festivalinum
var
skipað fyri verkætlanini
Nordic
Cowriters,
her
hittust 12 tónlistafólk og
skrivaðu í pørum sangir
saman
hesa
vikuna
á
Englesholm Højskole, har
tey ikki vórðu órógvaði av
umheiminum. Úrslitið av
hesum
samstørvum
var
framført á Nordic Cowriter
konsertini. Í ummælinum
av endakonsertini verður
Maria ikki nevnd við einum
orði.
Ummælarin tyktist ikki
tikin á bóli av upplivingini:
“Måske balladerne ligger
lige for, når musikalske
talenter
der
aldrig
er
mødtes, mødes ... og kun
har fire dage sammen. Det
kan også være en fælles
forståelse af den nordiske
Jantelov: lad være med at
skrive det simple fede hit,
det kunne jo være at du
blev kendt.”
Ummælarin endar við at
koma við einum ráði: “...
opfordringen må være at
tematisere
næste
års
Cowritersession til noget i
retning af ”Don’t take it
that seriuosly”.”
Boys In A Band vóru sera
væl upplagdir
mynd: Niels Uni Dam
50 norskir pensiónistar vitja
Í komandi viku vitjar ein bólkur av norskum pensiónistum í Føroyum.
Tey eru 50 í tali, og skulu tey ferðast kring oyggjarnar í bussi, sum tey
sjálvi hava við sær. Týsdagin vitja tey millum annað Tøting í Gøtu,
Fríðrikskirkjuna og Leguhúsið í Nesvík. Annars skulu vitja í Gásadali,
kirkjuni í Sandavági, Vestmannabjørgini og í Sandoynni. Við í
ferðalagnum er dansknorski trúboðarin, Klaus Muff, og skal hann tala á
einum møti, sum verður í Argja kirkju týskvøldið í næstu viku. Tað er
John S. Myllhamar í Sandavági, ið hevur lagt teimum túrin til rættis.
Kvinnur standa og pissa
Pmate er ein fyritøka, sum framleiðir at slag av traktum, sum
ger, at konufólk kunnu standa og pissa eins og rættir menn. P
mate gjørdist kent millum festivalvitjandi í Føroyum í fjør, og í
ár skulu 26 fólk frá fyritøkuni luttøkuni luttaka á Roskilde
Festivalinum. Stórar fyrireikingar hava verið til hettar tiltakið og
nógv orka liggur aftanfyri hettar arbeiði, har endamálið er at fáa
konufólk at pissa standandi. Tað eru føroyingarnir Silvia
Dalsgaard, Jóna Kristin Thomsen og Linda Mortansdóttir sum
samskipa arbeiði. Incra Sp/F v/Regin W. Dalsgaard er felagið
aftanfyri verkætlanina.