mánadagur 4. juni 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 104 - 4. juni 2007
- Tað er ógvuliga
keðiligt og óhøgligt
hjá okkum eldru
og gomlu, at eingin
bussur koyrur út á
Nes og av Nesi um
dagarnar. Hevur tú
ørindi hjá læknanum
í Runavík – ella tú
skalt til Havnar at
vitja familju, noyðist
tú hvørja ferð at biðja
vinir ella kenningar
um “fart” heim á
Toftagjógv og útaftur
á Nes. Tað sigur 84 ára
gamli Hans Jakku á
Gadd, sum harmast
um, at bussurin hjá
Bygdaleiðum ikki
longur koyrur hesa
rutu
SamferðSla
Orð & Myndir:
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er týsdagur, og tað er
fyrrapartur. Nógv rokan er
á blaðredaktiónini í Miðla
húsinum. Telefonin hjá mær
ringir. Ein eldri maður er í
hinum endanum. Tað er 84
ára gamli nesmaðurin, Hans
Jakku á Gadd. Hann og kon
an Anna, sum er 79 ár, hava
verið í Havn í nakrar dagar
og hildið hvítusunnu hjá
dóttrini. Tey hava eisini vitj
að systir Hans Jakka, Lenu,
sum býr um somu leiðir í
høvuðsstaðnum.
Nú ætla tey sær heimaftur
á Nes.
Ert tú í Havn og fert tú
heimeftir í dag? Vit kundu
hugsað okkum at koyrt við
tær, um tú hevur bil og ikki
hevur aðrar planir.
Vit avtala, at ferðin úr
Havn byrjar klokkan 16, tá
arbeiðsdagurin er liðugur.
Einki busssamband
Hans Jakku og Anna eru
væl fyri. Hon hevur skift
mjødn, og hann hevur skift
knø. Kortini eru tey røsk á
fótum eftir aldrinum. Ein
skurðviðgerð, sum Anna
fekk tíðliga í februar, tók
nakað av kreftunum í eina
tíð, men nú er hon aftur
byrg og eftir umstøðunum
væl fyri.
Tað er so keðiligt og
óhøgligt, at einki busssam
band er út á Nes. Bussurin
koyrir ikki longur enn út á
Toftagjógv, og haðani noyð
ist tú at syrgja fyri fartinum
sjálvur. Men tað er eingin
fartur, hvørki almennur ella
privatur. Mær vitandi er
eingin hýruvognur í komm
ununi longur.
Hans Jakku situr og hugs
ar eina løtu, og so tekur
hann til:
Nes er hin gloymda
bygdin, har hvørki slepst til
ella frá við almennum flutn
ingi. Tað tekur onga tíð at
koyra út á Nes, og bussurin
bíðar á Toftagjógv kortini.
Túrarnir eru burtur
Hann sigur, at í tveimum
teimum seinastu ferðætlanu
num hjá Bygdaleiðum hev
ur eingin túrur verið út á
Nes, ei heldur av Nesi.
Eg ringdi til Havnar, tá
tey vóru í holt við at gera
seinastu ferðaætlanina, men
har segði ein maður, at veg
urin omanfyri hjá okkum er
so smalur. Eg segði, at veg
urin niðanfyri er breiður, og
at tað hevði verið óført, um
bussurin koyrdi úteftir nið
ara veg, tí hagar oman – og
niðan aftur – orka vit at
ganga.
Men, leggur hann aftrat,
at tá nýggja ferðaætlanin
kom, var eingin túrur heldur
hesaferð út á Nes, ei heldur
av Nesi og heim á Tofta
gjógv.
Hetta man vera annað
árið, síðan Bygdaleiðir góv
ust at koyra. Tá koyrdi ein
minni bussur heilt eystur í
Líð, vendi har úti og koyrdi
síðan heimeftir aftur. Her
var einki steðgipláss nakra
staðni, ei heldur busskýli,
men tá kundi tú ganga
oman á vegin og sleppa upp
í bussin.
Hans Jakku sigur, at í síni
tíð koyrdi bussurin einar
tríggjar ferðir fyrrapart og í
minsta lagi einaferð seinna
partin.
Vit eru avskorin
Sum nú er, er hetta ógvu
liga keðiligt og óhøgligt hjá
okkum eldru og gomlu, og
vit kenna okkum avskorin
Nesbygd – hin gloym
- Ein av rutunum hjá Bygdaleiðum um morgunin passaði væl til læknan, sum hevur viðtalu hvønn morgun og til laboratoriið í Runavík, sum
er opið fyrrapart týsdag. Nú hevur hesin møguleiki verið burtur í tveimum teimum seinastu ferðaætlanunum hjá Bygdaleiðum. Tað kemur dátt
við hjá okkum eldri og gomlu í bygdini, sigur Hans Jakku á Gadd, sum her stendur undir liðini á konuni, Onnu
Færri ungar kvinnur enn menn
13% færri kvinnur eru enn menn í aldrinum 20 til 24 ár, og 11% færri kvinnur í
aldursbólkinum 2039 ár. Annars eru færri kvinnur enn menn í øllum
aldursbólkum, til vit koma upp um 70 ár. Tá vendir myndin, og kvinnurnar
gerast fleiri í tali. Tað skrivar Kveik, sum hevur roknað upp á nýggjastu
fólkahagtølini. Um tað “normala” er, at eins nógvar kvinnur og menn búgva í
einum landi, so mangla fleiri enn 900 kvinnur í aldrinum 20 til 34 ár og nærum
2000 kvinnur í aldrinum 20 til 64 ár. Og hóast kvinnurnar liva væl longri enn
menninir, er eitt samlað undirskot av kvinnum upp á 4%, tá allir aldursbólkar
verða taldir saman, sigur Kveik á heimasíðu sínari.
Vaktarskifti á Eik Markets
Sverri Justinussen, cand.polit., er nýggjur leiðari á Eik Markets,
eftir at Finn Danberg er vorðin undirstjóri og hevur fingið
ábyrgdina av IR, fíggjarstýring og roknskaparviðurskiftum fyri
Eiksamtakið. Eik skrivar á heimasíðu sínari, at hetta vaktarskiftið
er partur av teirri dagføring, sum tey hava gjørt í bygnaði sínum.
Dagføringin merkir, at Fíggjardeildin, sum higartil hevur staðið
fyri útvegan av gjaldføri, íløgu, pensjóns og tryggingarvirksemi,
virðisbrævarøkt og Investment Banking, verður frameftir skild
sundur í tríggjar deildir.