mánadagur 4. juni 2007síða 52
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 4. juni 2007
summarkapping
52
Navn: Árni Jóhan Petersen
Bústaður: Kambsdalur
Aldur: 25 ár
Starv: Sølumaður hjá proviantdeildini hjá Haraldsen
Frítíðarítriv: Ítrottur, serliga flogbóltur og fótbóltur
Nær fært tú summarfrí í ár?
Eg fái summarfrí síðst í juni
Hvussu fert tú at halda summarfrítíðina?
Summarfrítíðin hjá mær í ár verður eitt sindur
annarleiðis enn fyrr, tí eg skal við
flogbóltslandsliðinum til Rhodos. So ein partur av
frítíðini verður nýttur til tað endamálið, meðan restin
fer til festivalar o.l.
Hví hevur tú valt at gera júst hetta
Eg haldi tað vera spennandi at sleppa við til
Oyggjaleikirnar og ein æra at umboða Føroyar á
henda hátt. Ítróttur fyllir ein stóran part av mínum
lívi, og júst hetta vil eg fegin brúka mína frítíð uppá,
um so skal verða!
Plagar tú at ferðast uttanlands um summarið? Ja, eg
plagi at gera ein túr av og á til Miðalhavið, tí har kann
man fáa nakrar sólstrálur. Eisini er gott at sleppa
burtur frá gerandisdegnum eina løtu.
Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið? Nei, eg
ferðist ikki so nógv í Føroyum. Tað er í samband við
onkran dyst, serliga í Suðuroy, eg havi ferðast. So
plagi eg eisini at ferðast runt til festivalar og stevnur
kring landið.
Ferðast tú hinar árstíðirnar?
Eg ferðist nokk bert um summari, men møguliga fari
eg at halda jól og nýttár aðrastaðni langt burtur í ár.
Hvat er títt dreymaferðamál?
Fiji ella Cuba
Árni til Rhodos við flogbóltslandsliðnum
Kambsdalsbúgvin, Árni Petersen, fer ein túr
til Rhodos í summar at umboða føroyska
flogbóltslandsliðið
7 9 6 H ú s a r
Te l 2 2 2 0 6 0
w w w. v i l j i n . c o m
V i t s i g l a ú r h e s u m s t ø ð u m
KlaKsvíK | leirvíK | eiði | GjóGv
• Bátur til 12 fólk
• Skipaðir túrar
• Leigutúrar
• Fiskitúrar
Viljin Tours
Reykjavík ½ marathon
18. august 2007
úr Vágum 17. august og heim aftur 21. august
Íroknað prísin er:
• Flogferð Vágar-Reykjavík og aftur við ferðaavgjøldum
• Gisting í 4 nætur í Fjørukrónni í einakamar við morgunmati
• Luttøkugjald til hálv-marathon í Reykjavík
• Víkingadøgurði í Fjørukrónni
P/F Flogfelag Føroya • Hoydalsvegur 17 • 100 Tórshavn •
Tel. 34 00 00 •
Fax 34 00 11 • booking@ff.fo
kr. 4.995,-
Telefon 47 81 70
NilaN:
Ventilatións
verk við
innbygdari
hitapumpu
Tryggjar goTT iNNiklima Við aT:
• Tryggja støðuga útskifting av luftini
• Hita frísku luftina, sum verður blást inn
• Avfukta og endurvinnur hitan í inniluftini
• Avmarka ovurviðkvæmið
Verður uppsett av góðkendum montøri