mánadagur 4. juni 2007síða 41
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 4. juni 2007
41
lýsingar
søkir eftir
lærarum
Okkum tørvar 4 lærarar í august 2007. Talan
er um føst størv á:
• Maskindeildini
• Bildeildini
• Eldeildini
• Trædeildini
Vit vænta, at tú hevur:
• sveinabræv innan økið
• evni og hegni at arbeiða við ungdómi
• viðkomandi starvsroyndir
• hollan og dagførdan kunnleika innan økið
Fyrimunur er, um tú hevur víðari útbúgving,
teldukunnleika og førleika at undirvísa í alm.
lærugreinum.
Vit bjóða:
• eitt spennandi og avbjóðandi starv, saman
við royndum starvsfeløgum
• møguleika fyri dagføring og eftirútbúgving
innan økið
• løn sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og FTL.
Tú:
skal senda umsókn við upplýsingum um
útbúgving og royndum innan 7. juni 2007 til:
Tekniska Skúlan í Tórshavn, Postrúm 3239,
110 Tórshavn
Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú
ringja á tlf. 308050 og spyrja eftir:
• Helga Mortensen,
deildarleiðara á maskindeildini
• Eirik Ó. Simonsen,
deildarleiðara á bildeildini
• Jógvan Sørin Hansen,
deildarleiðara á eldeildini
• Atla Poulsen,
deildarleiðara á trædeildini,
Størvini, sum umfata undirvísing av maskin
smiðum, bilsmiðum, ellærlingum, timbur og
snikkaralærlingum, skulu setast 9. august
2007. Fyrstu 2 árini eru royndartíð, har tú,
sum settur/sett verður í starv, má vera til
reiðar at taka ta eftirútbúgving, tað verður
seg námsfrøðiliga ella aðra førleikagevandi
útbúgving, sum er neyðug fyri at verða settur/
sett í fast starv.
Maskindeildin tekur sær av undirvísing av maskinsmiðum
og SITnæmingum. Á deildini starvast 6 lærarar og ein
verkvørður
Bildeildin tekur sær av undirvísing av bilsmiðum og SIT
næmingum. Á deildini starvast 4 lærarar og ein verk
vørður.
Eldeildin tekur sær av undirvísing av ellærlingum og SIT
næmingum. Á deildini starvast 5 lærarar og ein verk
vørður.
Trædeildin tekur sær av undirvísing av timbur og
snikkaralærlingum og SITnæmingum. Á deildini starvast 7
lærarar og ein verkvørður.
Eisini undirvísa lærararnir á eftirútbúgvingarskeiðum og
teimum víðari útbúgvingum, sum skúlin hevur.