Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 104 - 4. juni 2007 Set ferðslutrygdina í hásæti Dagligi leiðarin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd seinastu 14 árini søkir nýggjar avbjóðingar, og tí leitar ráðið nú eftir nýggjum stjóra at standa á odda fyri arbeiðinum. Umframt av hava leiðaraevni samskiftingarevni og samskipanarevni skal stjórin eisini vera kreativ/ur hava skapanargleði kunna hugfanga/engasjera seg fult fyri arbeiðinum hjá RFF eiga evni til at gera hugskot til veruleika, og ikki minst hava tev fyri eggjandi og upplýsandi marknaðarføring Uppgávurnar hjá stjóranum eru m.a. at vera ígongdsetari at vera verkætlanarleiðari, og leiða fleiri verkætlanir samstundis at savna og uppbyggja fakliga vitan til virkna nýtslu í samfelagnum at samstarva við myndugleikar, stovnar, feløg, fyritøkur og einstaklingar um at virka fyri at betra um ferðslutrygdina at vera til reiðar sum persónur at trína fram at umboða sjónarmið RFF’s Førleikar Tú hevur hóskandi útbúgving, har leiðsla, samskifti og førleiki at brúka framkomnar samskiftis- og kunn- ingarhættir eru nakrir av hornasteinunum Vit vænta, at tú hevur sterkar persónligar eginleikar, so sum arbeiðssemi, dynamikk og skapanarlyndi. Tú kennir føroyska samfelagið væl, og hevur skil fyri hvat ið rørist millum fólk. Tú dugir væl við fólki – høgum sum lágum, ungum sum eldri – og samskiftir skilliga bæði á føroyskum, skandinaviskum og enskum Løn sambært avtalu Umsókn Heldur tú teg vera rætti persónur at røkja starvið, skalt tú senda umsókn við prógvum og viðmælum í seinasta lagi mánadagin 18. juni 2007. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jón Kragesteen á telefon 210204 ella til Høgna í Stórustovu, starvsnevndarformann, á telefon 215510. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknirnar, merktar »Umsókn til stjóra fyri RFF« á brævbjálvanum kunnu sendast til: Advokatvirkið Boks 85 FO-110 Tórshavn ella við telduposti til starvsnevndarformannin his@post.olivant.fo Ráðið fyri Ferðslutrygd varð stovnað í 1976, og endamálið er at virka fyri tryggari ferðslu. Ovasti myndugleiki hjá ráðnum er ráðsfundurin, sum verður hildin á hvørjum ári í apríl mán- aði. Ráðsfundurin velur eina starvsnevnd við 5 fólkum, sum í tøttum samstarvi við stjóran setir út í kortið tey mál og mið, sum arbeiðast skal við. Umframt stjóran er skrivstovufólk og fólk, sum arbeiða við útvald- um uppgávum. Meira kunning er at síggja á www.ferdslutrygd.fo lýsingar