Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 105 - 5. juni 2007 Roskilde Festivalurin er útseldur Aftur í ár eru øll atgongumerkini til Roskilde Festivalin útseld. Festi­ valurin boðar frá at 75.000 fólk úr fara at leita sær á festivalin. Hóast øll atgongumerkini eru seld, so er enn møguleiki at sleppa á festivalin, sunnudagin 8. juli, tá verða eindagsatgongumerki seld. Umframt at øll, ið eru yvir 60 ár sleppa ókeypis inn hendan dagin við at skjalprógva aldurin. Festivalurin heitir á fólk, ið eru ov sein at keypa atgongumerki, um ikki at keypa frá óalmennu sølustøðunum. Tí hesi kunnu vera følsk, og tú fært ikki peningin aftur fyri eitt falskt atgongumerki. Á Asfalt koyrir tað! Asfalt hevur seinastu tíðina skipað fyri eini kapping á myspace síðu síni, um at finna eitt slagorð til tónleikatiltakið í Tórsgøtu. Fleiri góð uppskot vórðu send inn, og í gjár vórðu tey trý bestu vald. Slagorðið ‘Á Asfalt koyrir tað!’ hjá Bjarna Dahl vann framman fyri ’Asfalt ­ tín vegur til tónleikin’ hjá Gunn Reinert og ’Asfalt ­ 100% føroyskt’ hjá Astrid Mohr. Øll tey trý fremstu í kappingni vóru úr Tórshavn. Til ber at síggja øll sloganini, ið komu inn á www.myspace.com/asfaltfo. Asfalt er í Tórsgøtu komandi vikuskiftið. erstreet farin fyrst á pall og Týr kundi endað tiltakið. Hetta hevði gjørt heildaruppliv­ ingina betri, og hevði iva­ leyst eisini gjørt uppliv­ ingina hjá Petur Bén og Boys In A Band betri. Christiania var einasti møguleikin Náttarlívið millum føroyskar útisetar í Keypmannahavn hevur í nógv ár verið savnað um nøkur fá ávís støð. Før­ oyahúsið hevur verið fast stað í nógv ár, meðan støð sum gamla Gimlé á Islands­ brygge, Skarv, Jaques og Laurits Betjent hava í styttri ella longri tíðarskeið savnað nógvar føroyingar. Trupult hevur verið hjá nýggjum støð­ um at fáa fótafesti, og royndir við tiltøkum á støðum sum á Norðuratlantsbryggjuni, nýggja mentanarhúsinum í Islandsbrygge, Nørrebrohall­ en og Amager Bio hava havt heldur avmarkaða eydnu. Seinasta árið hevur serliga Skarv verið miðdepilin í før­ oyska náttarlívinum í Keyp­ mannahavn og høvuðs­ orsøkin fyri hetta er Edmund Sofus Jacobsen, ið skipar fyri tónleikinum á Skarv. Ed­ mund arbeiðir burturav við at fyriskipa tónleikatiltøk í Keypmannahavn og tað var eisini hann, ið skipaði fyri tiltakinum í Operaen á Christiania leygardagin. Hann sigur um orsøkina, til at tiltakið endaði á Christi­ ania : ­ At Operaen bleiv staðið leygarkvøldið, var tí at onki annað høli í Keypmannahavn var tøkt. Men hetta var ikki ein burturvið avgerð, tí til­ takið var væl vitjað við yvir 350 gestum, harav mundu ivaleyst eini 300 vera føroyingar. Fleiiri av hesum komu beinleiðis úr The Irish Pub á Støgnum, har dysturin millum Føroyar og Italia var vístur á stór­ skíggja, og millum hesi var hýrurin sera góður. Hetta prógvar, at um skráin er nóg spennandi, so kemur fólk. Hetta hava vit eisini fleiri ferð sæð í eitt nú VEGA, har t.d. Atlantic Music Event hevur savnað nógv fólk. Í donskum sjónvarpi Millum christianittar var áhugi fyri tiltakinum, og fleiri av íbúgvunum í frí­ staðnum vóru komnir á kon­ sertina. Eisini sendi sjón­ varpsrásin Christiania TV frá tiltakinum. Sjónvarps­ støðin sendir á Kanal Køb­ enhavn, ið sendur til meira enn eina millión møguligar hyggjarar í Keypmannahavn og rundan um. Men til ber eisini at fylgja gongdini á alnetinum. Á heimasíðuni www.catv.dk sendi kanalin beinleiðis frá tiltakinum í Operaen, og í næstum verð­ ur sendingin lagdar á heima­ síðuna, at taka niður. Týr spældu sín eyðkenda kvæðarokk beint inn í føroysku hjørtuni mynd: Niels Uni Dam BoysInABand: Boys In A Band vóru, sum vant ein sprell livandi uppliving Mynd: Niels Uni Dam Týr spæla við orku og sannføring og tað sæst, at teimum dámar hetta. Mynd: Niels Uni Dam Nú Asfalt stendur fyri durum hevur tónleikatiltakið í Tórsgøtu almanna­ kunngjørt eina rúgvu av nøvnum. Tilsamans 45 tónleikanøvn Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Millum hesi teljast bæði gomul og nýggj, ja, sera gomul og spildur nýggj. Stuttligt verður tildømis at uppliva Rabbits við Simma og teimum. Tey kend frá plátum, fløgum, útvarpi og sjónvarpi, eins og umvegis sítt virksemi í Tórshøll í fimtiárunum og í Havnar Klubba í seksti­ og sjeytiárunum. Tað er mestsum ikki neyðugt at lýsa tey meiri nágreiniliga enn bert at nevna nøvnini: Simme, Lív Dam, Fróði Sandoy, Ólavur Øster, Leivur Johannesen, Flemming Berglind og Aggo Mouritzen. Ella hvussu við Hanus G. Johansen, ið einasmallur megnar at fylla einhvønn pall. Tað kunnu eisini seg gimsteinar handan púra ókend nøvn, sum 0 Rhesus Negativ Ford Siesta ella Jumpin’ Jack. Eins og í fjør eru skráin eitt bland av kendum, ókendum, væl kendum og minni kendum nøvnum. Tónleikurin fevir um alt frá kórsangi til streingjatónleik og frá kristiligum kontri til harð­ an treski málm. Listin av bólkum er í løtuni: 0 Rhesus Negativ Bendar Spónir Boys In A Band Brama Budam Crawling Blue Dánjal Dropar Ford Siesta GHM Guðrið Hansdóttir Band Gunnar G. Guttensen Hanus G. Johansen Heine Lützen Holgar og Villmenn India Ineptus Jumpin’ Jack Knocklebusters Knút Háberg Eysturstein Kristleif Kvonn Lív Hansen Magni Christiansen Martin í Grund Martin Joensen við Hinum Nanoscopic Nátt Petur Háberg Petur Pólson Proclaim Rannvá Jacobsen SIC Side Effect Simme og tey/Rabbits Steso Synarchy The Dreams The Ghost Tjant Tórfríð Tavsen Two Of You Ung Stjørnuskot Vígdis VOX Kunngerðirnar av Deja Vu, White Raven og Torkil Mørkøre eru tiknar aftur vegna avboð og óvæntað persónlig viðurskifti. Á heimasíðuni Asfalt.fo ber til at lesa um allar bólkarnar. Nógv nýtt og gott gamalt á Asfalt