týsdagur 5. juni 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 105 - 5. juni 2007
Tilmælið frá ICES
kemur ikki óvart
á formannin
í Løgtingsins
vinnunevnd
ICES-tIlmælIð
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
- Tað ljóðar líka illa alla-
staðni, so eg hevði væntað
mær ein dapran boðskap
um
toskin.
Tí
kemur
tilmælið frá ICES ikki óvart
á meg, sigur Henrik Old.
Sum formaður í Løgtings-
ins vinnunevnd skal hann
standa fyri teirri politisku
viðgerðini, tí sjálvur er
hann ikki í iva um, at støðan
skal takast í størsta álvara.
Eitt veiðibann kemur ikki
upp á tal,
tí so skal
so nógv
annað ger-
ast,
men
formaðurin
í vinnunevndini hevur
longu gjørt sær sínar tankar
um, hvat kann gerast.
- Eg fari í hvussu er at
skjóta upp, at Føroya Banki
verður
stongdur
næsta
fiskiár, og harafturat eiga
vit at umhugsa at steingja
ávísar
leiðir,
sum
eru
uppvakstrarøki hjá toski,
sigur Henrik Old.
Sjálvur mælti hann longu
í fjør til at steingja Føroya
Banka, men fekk ikki polit-
iska undirtøku fyri tí, og
hann væntar ikki, at tað
verður nakað lættari hesa-
ferð.
-
Hetta
verður
eitt
strævið pol-
itiskt talv, sig-
ur Henrik Old.
-Vit hava roynt
veiðibann fyrr, og
tað vilja vit ikki
hava aftur, sigur
formaðurin í
Reiðarafelagnum.
ICES-tIlmælIð
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Jákup Sólstein hevur ikki
gloymt tað, sum spurdist
burturúr, tá ICES mælti
føroyingum til at gevast at
veiða tosk fyrst í nítiárunum.
Tað endaði við einari kvotu,
men avleiðingarnar vóru
umfatandi.
- Tað, sum hendi tá, vilja
vit ikki hava aftur. Tann
hurlivasan vit at býta vilja
vit ikki hava eina ferð
afturat, sigur formaðurin í
Reiðarafelagnum, nú ICES
mælir til at steðga allari
beinleiðis roynd eftir toski
á landgrunninum.
ICES sigur, at toskurin
undir Føroyum er stak illa
fyri, og Jákup Sólstein
ásannar, at tað er lítil toskur
til. Hinvegin er rættiliga fitt
av heilt smáum toski, sum
ætlandi kemur inn í fiski-
skapin seinni í ár og næsta
ár, og formaðurin í Reið-
arafelagnum er sannførdur
um, at tað er ikki neyðugt
við dramatiskum tiltøkum.
- Vit eiga at halda fram
við verandi skipan, tí tosk-
urin kemur aftur. Trupul-
leikin er, at Fiskirannsókn-
arstovan og ICES góðkenna
ikki fiskidagaskipanina, og
at hon regulerar viðurskiftini
sjálv.
Jákup Sólstein hevur ann-
ars ilt við at fáa eyga á, hvat
eitt bann ímóti beinleiðis
toskaveiði merkir, tí við
fiskidagaskipanini hava
vit
onga
beinleiðis
vinnuliga toskaveiði. Tað
einasta, sum kann koma
undir hetta, er snelluveiðan
á Norðhavinum, og har er
ikki talan um tær
stóru nøgd-
i r n a r .
Toskurin er heldur ikki
stórur partur av veiðuni hjá
skipunum. Hjá línuskipun-
um liggur hann um 20
prosent og hjá partrolar-
unum er hann munandi
minni partur.
Óneyðugt við dramatiskum tiltøkum
Jákup Sólstein ivast ikki í, at
toskurin kemur aftur, og tí eru
dramatisk tiltøk óneyðug.
– Hatta hevði eg væntað
Henrik Old: -Vit eiga í hvussu er at steingja Føroya Banka næsta fiskiár.
Gomul klæðir geva yvirskot
Í 2006 eydnaðist tað endurnýtslubúðunum hjá Neyðhjálp Fólka-
kirkjunnar at fáa 15,6 milliónir krónur í yvirskot. Endurnýtslu-
búðin í Føroyum gav íkast á 100.000 krónur, sum Pipar og Salt
gav teimum. Hetta er fjórða árið á rað, at tað eydnast teimum
sjálvbodnu í teimum 118 endurnýtslubúðunum hjá Neyðhjálp
Fólkakirkjunnar at fáa yvirskot. Í tíðindaskrivi verður sagt, at
høvuðsorsøkin til tað góða úrslitið, eru tey umleið 3.700 sjálv-
bodnu, sum hvørja viku brúka nakrar tímar upp á hetta arbeiði.
Ein onnur orsøk er, at fimm nýggjar endurnýtslubúðir sóu dags-
ins ljós í fjør – ein teirra í Niels Wintersgøtu 9 í Havn.
Vaksandi harðskapur
móti lærarum
Fjórði hvør lærari í Danmark hevur verið úti fyri ógvusligum
hendingum, við annaðhvørt harðskapi ella hóttanum sum parti av
tí. Tað skrivar Politiken, sum endurgevur Undervisere.dk fyri hesi
tíðindi. Víst verður til kanning, har 24% av lærarunum siga seg
hava verið úti fyri harðskapi ella hóttanum innan fyri seinasta árið.
Heili 10% av lærarunum siga seg hava upplivað hetta seks ferðir
seinasta árið. Í 1994 gjørdi Center for Alternativ Samfundsanalyse
eina líknandi kanning, og tá søgdu einans 10% siga hava upplivað
harðskap ella hóttanir.