týsdagur 5. juni 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 5. juni 2007
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Oyvør Jensen, fødd Jacobsen, ættað úr Hvalvík
búsitandi á Amager, andaðist leygardagin 2. juni
65 ára gomul. Jarðarferðin verður fríggjadagin
klokkan 14 úr Skælgårds kirken á Amager.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
6. juni. Norbertus, deyður í 1134. Týskur aðalsmaður,
sum stovnaði eina nýggja munkaskipan í Premontre í
Fraklandi og seinni gjørdist biskupur í Magdeburg.
Tað gjørdist so dapurt, og óveruligt í
huga mínum, tá eg frætti at Frede
abbi var deyður.
Hann var farin til arbeiðis sum
vant um morgunin, væl upplagdur
sum altíð. Arbeiðið hugtók hann fult
og heilt, møtti oftast munandi fyrr
enn til ásettu tíð, so hansara partur
skuldi ikki liggja eftir.
Hugur mín leitar eisini til tín, góða
omma, má Gud styrkja teg í sorgini.
Abbi var so góður við børn, og tað
nutu vit sannuliga gott av. Vóru
mamma og babba burturstødd, so
fingu vit døgurða frá teimum, abbi
tók altíð væl ímóti okkum. Eg føldi
meg altíð so vælkomnan. Minnini
okkara millum koma altíð at standa
fyri mær sum ein ljósstrála í lívi
mínum.
Eg eri takksom fyri, at hann hóast
alt upplivdi gullbrúdleypsdagin, góð
ar tvær vikur áðrenn hann doyði. Til
hátíðarhaldið vóru 5 syskin komin úr
Danmark, sum abbi var sera glaður
fyri. Abbi var ættaður úr Lem, uttan
fyri Ringkøbing, kom til Føroyar í
apríl 1957 og gjørdist føroyingur
burturav. Eri somuleiðis takksom fyri
at hann kom at uppliva brúdleypsdag
okkara, har hann hugnaði sær óført,
bert 9 dagar áðrenn hann doyði.
Hann gjørdist eisini sera fegin, tá
hann bleiv langabbi og langabbason
inum Adrian, var hann errin og stolt
ur av. Hann var sera áhugaður í hús
um okkara, sum stóðu í ger. Tey
upplivdi hann tíverri ikki liðug.
Góði abbi, eg havi so ilt við at góð
taka, at vit ikki hittast aftur í hesum
heimi.
Takk fyri tað tú var fyri meg og
okkum. Við hesum fátæku orðum,
vil eg lýsa Guds frið um minnini um
Freda abba.
Abbadóttur tín Ann.
Minningarorð um
elskaða abba mín
Frede Benjaminsen,
Nes
f. 2. oktober 1935 d.18. desember 2006
18. desember andaðist pápi 71 ára
gamal. Hetta er ein dagur, sum í all
ari mínari tíð, verður ein dagur eg
altíð komi at minnast.
Dagurin byrjaði so hugnaliga, tá
pápi møtti til arbeiðis kl. 4.00 á morgni,
sjálvt um hann ikki skuldi byrja fyrr
enn kl. 5.00 á Landingarmiðstøð Før
oya á Toftum. Eitt, ið sermerkti pápa,
var at hann altíð var so stundisligur, til
alt sum hann fekst við. Honum dámdi
væl at møta tíðliga, so hann fekk gjørt
kaffi til onnur komu til arbeiðis, fáa
sær ein kaffimunn og slappa av, áðrenn
hann fór í sving við dagsins gjerning.
Soleiðis var eisini hendan morgun, eg
var byrjaður á midnátt. So tá hann
møtti, settu vit báðir okkum niður at
fáa okkum ein kaffimunn og prátaðu.
Evnið var gullbrúðleypið hjá honum
og mammu, sum júst var farið aftur
um. Hann var so glaður, at tað var
eydnast so væl, um sangin á morni frá
sangkórinum, um allar røðurnar, um
tann góða stemningin sum var í veitsl
uni og ikki minst tey mongu fólkini, ið
gjørdu dagin so hugnaligan. At fimm
av hansara systkjum við maka komu
úr Danmark, gjørdi ikki dagin verri.
Pápi var føddur í 1935 og vaks
upp í Danmark, eftir at verða liðugur
at tjena vernapliktina í Livgarden,
kom hann til Føroya 18. apríl 1957.
Komin til Føroya fór hann beinan
vegin til skips við Kongshavn á salt
fiskaveiðu. Hann hevði veri við fleiri
skipum, m.a. Blikur, Nesbúgvan og
Sporðinum úr Gøtu. Eg minnist ser
liga væl, tá hann fór við Sporðinum
sum maskinmeistari. Hann segði ja
til at koma ein túr, men hesin túrur
bleiv drúgvur, 67 ár var hann við
hesum skipi. Hann var altíð trúgvur
móti teimum, hann starvaðist hjá og
helt nógv av arbeiðsplássinum og
fólkinum rundan um hann.
Eitt er vist, at er saknurin hjá
mammu og okkum systkjum, so er
hann ikki minni hjá tínum svigarbørn
um og abbabørnum. Tey vóru so sera
góð við teg og tú við tey. Familjan og
tað at vera saman við tínum til føðing
ardagar, veitslur og annað, dámdi tær
sera væl.
At tú hevði nógvar vinir og kendi
nógv fólk, sóu vit tá tú bleiv borin til
gravar úr Fríðrikskirkjuni. Hetta er
nakað tú hevði verið glaður um, at
so nógv góvu tær ans.
Vit, sum eftir sita, skilja bara ikki,
hví tú skuldi verða tikin frá okkum
so brádliga, uttan nakra sum helst
ávaring ella sjúku.
Havi hugsað nógv, men fái ongan
tíð svarið; tað má verða tí, at í Himli
manglaði júst ein persónur sum tú,
glaður av lyndi, smílandi og góður
við øll.
Vit inni á Heygum sakna teg sera
nógv. Tú plagdi at koma at vitja og
fáa tær ein kaffimunn. Nógv bleiv
práta um leyst og fast – altíð var tað
hugnaligt at fáa teg á vitjan. Nú føli
eg hvussu tómligt tað er. Tú var altíð
góður at heita á um hjálp og koma við
góðum ráðum. Eg og tú stóðu hvør
øðrum sera nær, so hetta hevur verið
ein tung tíð, men minnini hava vit –
tað kann eingin taka frá okkum.
At skriva minningarorð er sera tor
ført. Tað rennur so nógv fram í hug
anum á mær. Vit báðir vóru saman við
fleiri skipum. Tín partur hevur so ikki
ligið eftir, tá tað kom til at arbeiða.
Til seinast fari eg at takka tær fyri
alt, tú hevur verið fyri okkum øll,
sum stóðu tær nær. Vónandi møtast
vit aftur.
Hvíl í friði góði pápi.
Harry
Minningarorð um pápa mín
Frede Benjaminsen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá mín elskaði maður, kæri pápi, sonur, versonur,
beiggi og svágur
Signar Vilhelmsen
Sandavágur
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkara, sum bóru so skjótt at,
at koma til hjálpar.
Tøkk til Ann og Ingu Dam prest fyri troystarrík
orð í kapellinum og í kirkjuni,
til kirkjutænarar, gravarar, berarar, til sangarar
og Bárð fyri vakran sang.
Tøkk til tykkara, sum hjálptu til
jarðarferðina og ervið.
Tøkk fyri samrøður, vitjan og hjálpsemi
hesa sváru tíð.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur.
Hjartans tøkk tit øll, sum fylgdu honum til hansara
síðsta hvíldarstað.
Heilsan
Lív, Allan Pauli,
Paula, Allan, Hallgerð, Johannes,
systkin og svágrar við familju