Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 105 - 5. juni 2007 Portalurin setti met Farna vika royndist væl Por­ talinum. Í veruleikanum vórðu tvey mett sett, bæði í brúkarum og sýndum síð­ um. Yvirlitið frá Gallup vísir, at portal.fo hevði 1,5 % fleiri brúkarar í farnu viku. Tað svarar til 44.644 brúkarar, sum íalt hava lisið 1.724.862 síður. Hetta er ein vøkstur uppá 18,4%. Talið av vitjanum var eisini høgt, men sló tó einki met hesaferð. Íalt hevði portal. fo 346.380 vitjanir ta sein­ astu vikuna. Landsdysturin móti Italia er helst orsøkin til metstóru tølini. Men onn­ ur góð tíðindi hava helst eisini áhuga hjá einum breiðum skara av fólki.